Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82 Nøvn lýsingartorg Í dag, mánadagin 20. juli, verður Terji á Lakjuni 60 ár. Hann er leiðari í Studna, sum hevur við stuðulin til føroyingar und­ir útbúgving at gera. Terji er fuglfirðingur. Foreldrini vóru Maria og Jákup Oluf á Lakjuni. Jákup Oluf doyði 4. desember 1999, og Mia 8. janu­ar í 2006. Mia og Jákup Oluf fingu seks dreingir: Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í Fuglafirði. Í barnaheiminum var nógv lív og ferðsla. Tey eru mong, sum hava sitið væl har, eisini vinirnir hjá Terja og hinum brøðr­un­um. Nú búgva Odvør og Jógvan í húsunum, sum Mia og Jákup Oluf áttu. Eftir at hann í 1976 hevði lokið students­prógv í Hoydølum, royndi Terji eitt sindur av hvørjum. Hann var eitt nú vikar­ur í fólkaskúlanum, og so var hann okk­urt rendið til skips. Eitt skifti las Terji í Bergen, og í 1987 var hann liðugur við lesturin á Ros­kil­de Uni­versi­tets Center, har hann las sálar­frøði og sam­felagsfrøði. Hetta sama árið fekk Terji starv á Føroya Handilsskúla. Fyrstu árini arbeiddi hann í Havnini, men tá ið skúlin í Eysturoy í 1989 gjørdist dagskúli, flutti hann hagar at arbeiða. Fyrsta árið var skúlin í Fuglafirði, og síðani 1990 hev­ur skúlin verið á Kambsdali. Umframt at undirvísa í lærugreinum, sum hann hevði útbúgving í, var Terji eisini lestrarvegleiðari á Handils­skúla­num. Í juni í 1999 varð Terji leiðari á Stuðuls­stovninum, sum seinni broytti navn til Studni. Seinastu sekstan árini hevur Terji sam­an við starvsfólkunum ment stovnin og lyft uppgávurnar. Umframt at umsita stóru upphæddirnar, sum sambært áset­ing­unum verða veittar lesandi í stuðli og láni, veitir Studni hagtøl, ið hava stóran týdn­ing í orðaskiftinum og undir polit­isk­um av­gerðum. Terji giftist 9. januar í 1981 við Sunnu­vu, sum er ættað úr Havnini. Hon er elst av teimum fýra børnunum hjá Maritu og Leivi F. Guttesen, sum nú búgva í Hoy­vík. Sunnuva tók prógv sum sjúkra­syst­ ir, meðan tey búðu á Solbakken í Keyp­mannahavn. Nú arbeiðir hon í Al­manna­verkinum. Sunnuva og Terji eiga trý børn: Leivur (1983), Jákup (1987), og Marita (1991). Leiv­ur er giftur Kristinu, sum er ættað úr Kald­bak. Tey búgva í Fuglafirði og eiga tvey børn – eina gentu og ein drong. Hugnaliga heimið hjá Sunnuvu og Terja er miðskeiðis í bygdini, og sum tað eisini var, tá ið tey búðu í Keypmannahavn, so er gestablídnið stórt. Terji hevur í mong ár verið sunnu­dags­skúla­ lærari í Siloa, har hann er komin so langt, sum hann kann minnast. Frá 1993 og í níggju ár var Terji formaður í skúla­nevnd­ini í Fuglafirði. Hjartaliga til lukku á runda føðing­ar­deg­num og takk fyri gott vinalag í mong ár. Jóannes Terji á Lakjuni 60 ár Brúdleyp 1. august giftast Guðrun Ziska og Andreas Jacobsen í Havnar kirkju. Vígslan verður kl. 16 og veitslan verður kl. 19 í Østrøm. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin kunnu melda seg til við at ringja til Guðrun: +4581286231/+298229564, ella skriva til Andreas: andreasjaco@hotmail. com áðrenn tann 11 juli. Brúðarhús verður dagin eftir í Brobbersgøtu 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 24. juli hava vit verið gift í 50 ár. Dagur­in verður hildin 25. juli í EB-húsin­um frá kl. 12–18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Marin og Knud á Eiði Brúdleyp Leygardagin 01 august 2015 giftast Ranvá Drangberg Joensen og Bárður Jónson Eliasen. Vígslan verður í Ebenezer kl 13.00. Aftaná vígsluna verður móttøka, har møðuleiki er at heilsa uppá brúðarparið. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl 18.00. Brúdleyp Leygardagin 1. august giftast Kirstin Leivsdóttir Clemmensen, Sandur og Sigtór Lützen, Syðra­dal­ ur S. Vígslan verður í Syðradali kl. 13.00. Veitslan verður í HB húsinum kl. 19 fyri innbodnum. Brúðarhús verð­ur dagin eftir í Syðradali kl. 18.00, har øll eru hjartaliga væl­ komin. Brúdleyp Leygardagin 15. august giftast Sonja Tummasdóttir Joensen, Skála og Rúni Lamhauge, Saltangará. Vígslan verður í Skála kirkju kl. 13.00. Veitslan verður í Bygdahúsinum á Strondum kl. 18.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin at siga frá áðrenn 20. juli á tlf. 222553 (Rúni), 263174 (Sonja) ella +45 81273752 (Sonja, til 26. juni) ella á telduposti til sonja_joensen@ hotmail.com Hey, ja nú skulla vit giftast! Vígslan verður í viðareiðis kirkju leygardagin 1 august kl 13.00. Opið hús verður á kokkaskúlanum í Klaksvík frá kl 17.00 har í øll eru hjártaliga vælkomin. Petra & Sune Gullbrúdleyp Í samband við okkara gullbrúdleypsdag, fara vit at hava eina hugnaløtu í bygdarhúsinum í Kunoy, fríggjadagin 31. juli frá kl. 17, fyri familju, vinum og kenningum. Heilsan Katrin og Óli Biskopstø Gullbrúdleyp Fríggjadagin 24. juli hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin uttanlands saman við familjuni. Betty og Jógvan við Keldu Arbeiði Ert Tú Timburmaður ? Og átekur tær ymiskar uppgávur. Ring 554400 ella skriva til veita@veita. fo Vit hava nógvar uppgávur í tú hevur møguleika at geva tilboð uppá. 554400 MÁLARAARBEIÐI Skal húsið, takið ella annað málast í summar ? Kontakta okkum og fá eitt gott tilboð. Kontakt: malaraarbeidi@ hotmail.com 274331 www.betongsaging.fo TLF: 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. betongsaging.fo 560056 Málara arbeiði Vit átaka okkum alt uttandura málaraarbeiði. Ring ella skriva til malarin.fo@hotmail.com 273766 Málara Arbeiði Vit átaka okkum alt uttandura málara arbeiði. Ring ella skriva til malarin.fo@ hotmail.com og bið um eitt tilboð. 273766 Býli í Føroyum Íbúð í Havn til leigu Lítil íbúð, við øllum hentleikum, til leigu. Til friðalig fólk Tlf 263588 ella 594538 Íbúd til leigu frá 1 sep. Gód Íbúd á Argjun til leigu frá 1.sep. Tvey sovikømur v.m. Húsdjór, balling og royking bannad í íbúdini. Leigan er 6.000,- + el (1 mdr depositum) 224448 eftir kl. 16.30 Býli uttanlands íbúð í KBH Góð íbúð á Frederiksberg til leigu fra 24/07-02/08 Íbúðin hevur 2 kømur umframt stóra stovu og køk.Liggur centralt, tætt til buss og metro.400kr/ dagin +45 60647480 Íbúð á Amager Tvey rúms íbúð á Oyrasundskollegiinum við øllum hentleikum til leigu í tíðarskeiðinum 12.juli til 18.august. 259006 Dýr Ragdoll ketlingur við stamtslvu til sølu Ragdoll ketlingur til sølu. Vit búgva í kbh. Koma heim til fo tann 28 juli havi ein ketling við. Ragdollkettur eru sera kelnar og heilt unikkar kettur 21177791 Gásapar við ungum Tvey ára gamalt gásapar við 9. ungum til sølu. Gásarungar eru hálvan triðamánaðir gamlir . Tlf 281225 Leikur leikutoy til sølu Nógv góð leikutoy so sum dukkur, dukkuklæðir og dukkustólur. 508549 Út- & Sjónvarp Lítil flatskermur til sølu. 508549 Ymiskt Málningar til sølu. Ein sera vakur máln. av Waagstein Motiv: Velbastadur á Steinum ár 1930. Og ein máln. Svínoy 1964 máladur av HJS. Hans Jákup Simonsen av Kirkju. 258556 Garaga - goymsuhølir til leigu Hølið er 15 x 6 m. Hædd 5 m. Portur: 4 x 4 m. Góð tilkoyring og gott øki uttanfyri. Er áhugi, ert tú vælkomin at ringja 217300. 217300 Jørð til sølu. Jørð Inni í Haga. Innari partur. 1 gillin og 12 skin. 6 frælsir. Ring: 505030 505030