mánadagur 20. juli 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Fleiri flytingar
Flytingargluggin í føroyskum fótbólti er
nú latin aftur. Tað vísti seg, at øll feløgini í
Effodeildini hava annaðhvørt fingið nýggjar
spælarar ella sagt farvæl við spælarar
Pætur Albinus
Flytingargluggin í føroysk
um fótbólti lat aftur á mid
nátt hóskvøldið, og tað vóru
sum vera man fleiri feløg,
sum valdu at styrka seg til
endaspurtin í Effodeildini.
Nakrar
av
flytingunum
vórðu ikki avgreiddar fyrr
enn í evstu løtu, og tað vísir
seg, at nøkur nýggj spenn
andi og enn fleiri gomul
kend andlit verða at síggja
tey seinastu 10 umførini í
Effodeildini.
Niðanfyri er ein saman
umtøka hvørjar broytingar
í teimum ymisku hópunum
eru gjørdar nú flytingar
gluggin lat aftur.
B36 broyting
Hjá meistarunum er ein
broyting gjørd í fremstu røð,
har Ibrahama Camara ikki
fekk fleiri møguleikar og er
sendur til Giza/Hoyvík rest
ina
av
kappingarárinum.
Avloysari hansara verður
danski Philip Lund, sum
seinast hevur spælt við
Oklahoma City Energy í
USA. Hann er 26 ára gamal
og kann spæla á flest øllum
teimum framrættaðu pláss
unum.
Alt bendir á, at hópurin
verður breidri nú enn hann
hevur verið, tí Rasmus Dan
Sørensen er komin aftur til
felagið eftir at hava verið
útleigaður til EB/Streym.
Eisini Jónas Tór Næs, sum
hevur verið skaddur síðani
2. umfar, verður nú við aftur.
Tað sama er støðan hjá Alex
Mellemgaard, sum er við at
koma í snúningar aftur eftir
drúgvan skaða í lærkrik
inum.
NSÍ fær veteran
Teir í NSÍ hava ikki orðið á
sær at útvega sær nógvar
spælarar aðrastaðni, og tað
tykist eisini sum teir klára
seg ríkiliga væl við egnum
fólki. Í summasteðginum
hava teir útvegað sær ein
spælara, men tað er ein av
teirra egnu, sum vendur
heimaftur.
Talan
er
um
veteranin Christian Høgna
Jacobsen, sum eftir summar
steðgin fer at geva NSÍ-venj
aranum fleiri møguleikar at
blanda kortini har frammi á
vøllinum.
Hinvegin hevur NSÍ tikið
avgerð um at leiga 19 ára
gamla verjuleikaran, Jákup
Andrias Gaardbo, til Skála.
Jákup Andrias hevur fyri
tað mesta spælt á næstbesta
liðnum og sitið á beinkinum
í Effodeildini.
Páll til Víking
Ein av mest eftirspurdu flyt
ingunum hesaferð var Páll
Mohr Joensen, sum segðist
at vera ávegis úr HB til
Víking. Einki alment kom frá
hvørgum felagi, men tað vísir
seg, at Páll Mohr Joensen
hevur skrivað undir sáttmála
við Víking, sum er galdandi
restina av kappingarárinum.
Tað
sigur
Páll
Mohr
Joensen sjálvur, sum stutt
undan evstamarkið skrivaði
undir sáttmálan. Aðrastaðni
í blaðnum kann samrøða
lesast við Páll, sum m.a.
sigur, at hann at byrja við
skal nýtast sum jokari.
HB fingið egnar
Í HB siga tey væl afturkomin
til teir báðar miðvallararnar,
Heina Vatnsdal og Rók av
Fløtum Jespersen, sum báðir
hava verið í Danmark. Heini
hevur roynt at finna sær
felag niðri, men hetta hevur
ikki eydnast, og hann var
longu við HB aftur í Europa
League-kappingini
nú
í
summarsteðginum.
KÍ status quo
Støðan er ikki nógv broytt
í KÍ, har einans ein mann-
fyri-mann broyting er farin
fram. Tað er longu nakað
av tíð síðani tað gjørdist
greitt, av Evrard Blé ikki fór
at halda fram í felagnum, og
avloysarin varð eisini funnin
í góðari tíð. Tískil hendi einki
í KÍ hetta seinasta kvøldið
flytingargluggin var opin.
Avloysarin er 22 ára gamli
Sani Tahir úr Nigeria, sum
seinast hevur spælt við
Brønshøj í Danmark.
TB fingið styrk
Tað var gongd í hjá TB sein
asta dagin undan flytingar
gluggin lat aftur. Heili tríggir
nýggir leikarar vórðu fingnir
til felagið, har eini teirra,
Hanus Mortensen, tó er
væl kendur sum uppvaksin
í felagnum og vendir heim
aftur eftir at hava verið í
Danmark.
Hinir báðir eru nýggir í
føroysku kappingini. Eini
teirra er Kofi Appiah, sum er
26 ára gamal og ættðaur úr
Ghana. Hann verður lýstur
sum kvikur og tekniskt væl
fyri.
Eisini 19 ára gamli danskt-
føroyski Jonas G. Hansen
skal spæla við TB restina
av kappingarárinum. Hann
hevur spælt í Esbjerg í Dan
mark, men hevur seinast
verið útleigaður til Varde.
Hann hevur royndir frá
donskum ungdómslandslið
um, men nú hevur hann valt
Føroyar fram um og hann er
í løtuni á føroyska U21-lands
liðnum.
ÍF-leikari heim
Tað hevur ikki gingið heilt
eftir vild hjá ÍF, sum er á 6.
plássi í Effodeildini, men
hópurin burdi tó verið betri
enn so. Tað eru heldur ikki
tær
stóru
broytingarnar,
sum eru framdar í summar
steðginum.
Einasta broytingin, sum
er framd, er at fyrrverandi
U21-landsliðsleikarin,
Bogi
R. Petersen, er komin aftur
til felagið eftir at hava verið
í Danmark. Hann hevur
spælt við ÍF seinastu tvey
kappingarárini og fer uttan
iva at geva ÍF meiri breidd og
møguleikar á miðvøllinum.
Styrkt FCS
Í FC Suðuroy munnu tey
vera sera fegin um, at Símun
Samuelsen er vendur heim
aftur til barndómsfelagið
eftir eina misjavna tilveru í
HB, har hann eftir drúgvan
skaða ikki fann sær vegin
aftur til byrjunaruppstilling
ina og nú hevur lagt leiðina
suður aftur til Vágs.
John Tordar Poulsen fer
seinni í ár av landinum, men
hinvegin eru fleiri gamlir
kenningar
komnir
aftur
til felagið. Teir eru Teitur
Tausen, Ingi Poulsen og
Reidar Dahl Joensen.