mánadagur 20. juli 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 • 20. juli 2015
4
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Hanus,
Kim og
Sámal
syngja við
Tríggir profilar í føroyskum tónleiki
eru komnir á skránna hjá Summar
Festivalinum.
Tað verður lagt upp til stórar
framførslur og minniligar syngið-
við løtur á Torginum á Summar
Festivalinum.
Í dag kann Summar Festivalurin
kunngera, at Hanus G. Johansen,
Sámal Ravnsfjall og Kim Hansen
fara at hava framførslur á útipall
inum á Torginum.
Hanus G. Johansen spældi á
teimum fyrstu tíggju Summar
Festivalunum. Í fjør var Hanus ikki
við, men nú er hann aftur til reiðar
at verða við á landsins størsta
tónleikatiltaki. Summar Festival
urin fegnast stórliga um, at Hanus
nú verður viðaftur á festivalinum í
hansara heimstaði.
Sámal Ravnsfjall hevur luttikið
á fleiri Summar Festivalum, og í
ár fer hann at seta punktum fyri
fríggjakvøldinum við framførslu á
Torginum.
Kim Hansen er ein góður vinur
hjá Summar Festivalinum, og
hann má sum solistur ella tónleik
ari hava verið við á teimum flestu
Summar
Festivalunum
síðani
2004. Í ár fer Kim Hansen at
hava framførslu sum solistur á
Torginum.
Summar Festivalurin verður
hildin í døgunum frá 6. til 8.
august.
Føroyingar og onnur skapa
trupulleikar í Barcelona
Fólk gloyma passið
og seta feriuna í vanda
T
að er ikki bert millum føroyingar,
at Barcelona er blivið eitt tað
best umtókta ferðamálið yvir
høvur. Ferðavinnan í spanska stór
býnum er vaksin í stórum seinastu
árini, og nú eru tey lokalu við at fáa
nóg mikið av mongu ferðafólkunum.
Nýggi borgarstjórin í Barcelona
hevur tikið avgerð um, at eingi nýggj
loyvi verða latin til gistingarhús,
íbúðir, vallarheim og privata leigu
fyribils.
Ada Colau lovaði í valstríðnum, at
hann skuldi gera nakað við hópferða
vinnuna í býnum, og fyrsta stigið var
at parkera øllum nýggjum umsóknum
um loyvi at skipa fyri gisting í býnum.
– Vit mugu gera nakað við ferða
vinnuna, áðrenn vit fullkomiliga missa
tamarhaldið á henni, sigur Ada Colau
við blaðið El País.
Síðani Olympisku leikirnar í 1992
hevur Barelona støðugt ment seg
sum ferðavinnubýur, og býurin telist
nú millum best umtóktu býir í Europa
– eisini føroyingar hava av álvara tikið
býin og økið til sín við beinleðis flúgv
ingini úr Føroyum. Í 2013 vóru 7,5
milliónir ferðafólk í Barcelona. Stóri
vøksturin av ferðafólki hevur skapt
ónøgd millum summar borgarar í
býnum, sum eitt nú hava trupult við
at megna prísin á býli í býnum, nú tey
skulu kappast við ferðavinnuna og
ferðafólk.
Myndugleikarnir í Barelona hava
gjørt onkur átøk fyri at avmarka ferða
vinnuna nakað. Í 2013 var gjald ásett
fyri atgongd til Parc Guell, sum er eitt
væl umtókt ferðamál, og í apríl í ár
varð forboð sett fyri bólkaútferðum til
marknaðin La Boqueria.
Nú ætlar borgarstjórin í Barcelona
at gera eina ætlan fyri ferðavinnuna í
býnum, so hon ikki veksur seg til ein
enn størri trupulleika fyri tey lokalu.
T
að merkist ikki so nógv til tað,
men kelendarin sigur, at tað er
hásummar. Og tað er á hásumri,
at ferðahugurin kemur á føroyingin,
og hann leitar sær burtur í onnur lond
at ferðast.
Men tað eru ikki so fáa, sum seta
ferðina í vanda – og sum elva til nógv
stríð hjá løgregluni, bara tí at tey
gloyma nakað so grundleggjandi, sum
at kanna um tey hava eitt gyldugt
pass.
Løgreglan sigur, at tað er dag og
dagliga at fólk ringja og kæra sína
neyð, tí tey skulu at ferðast, men at
tey ikki hava ansað eftir, at passið er
útgingið, ella er við at ganga út.
– Hetta er ein trupulleiki, sum fór
at taka seg upp longu í apríl, ella í
mai, og so heldur á til summarið er
av, sigur løgreglan.
Og tað er ofta sama dag, ella dagin
fyri, tey skulu at ferðast, og so noyð
ast tey, sum hava við passviðurskifti
at gera, at liggja vatnrøtt í luftini at
útvega nýtt pass.
Løgreglan minnir tí fólk at at
kanna eftir, um passið er gyldugt.
Men tey minna eisini á, at tað er ikki
nóg mikið at hava eitt gyldugt pass, tí
nógv lond seta sum treyt, at passið
skal vera gyldugt í eitt hálvt ár, ella
so, eftir at ferðin er enda. Er passið
ikki tað, kann tað verða roknað sum
ógyldugt, og so er líva vítt sum sítt.
Løgreglan minnir eisini á, at eisini
børn skulu hava pass. Vaksin hava
ofta eitt koyrikort, ella okkurt annað,
við mynd á, sum eyðmerkir tey, men
passið er ofta tað einasta, børn hava
við mynd á, og sum kann brúkast at
eyðmerkja tey við. Tí eiga børn at hava
pass – eisini tá ið farið verður til Dan
markar, har vaksin oftast hjálpast við
eitt koyrikort.
T
íðarætlanin heldur ikki – men
tað er ikki arbeiðsfólkið, sum
hevur skyldina.
Tað er nú greitt, at tað verður ikki
í nógv umrøddu uppihaldstrappuni í
Vágsbotni, at fólk sleppa at sita og
hugna sær við gittara og sangi á
ólavsøku.
Uppihaldstrappan skuldi annars
vera partvís liðug, tá ið Voxbotn-
tónleikatiltakið var síðst í juni, men
tað varð av ongum.
Og trappan skuldi vera heilt liðug
á ólavsøku, tá ið hon skuldi vera eitt
av stóru savningarstøðunum, men
nú er tað eisini greitt, at heldur ikki
tað verður av nøkrum.
Og sum støðan er nú, ber ikki til
at siga, nær trappan verður liðug.
Eingin trappa
á ólavsøku
Nýggja býarstýrið í Barcelona vil avmarkað innrásina av ferðafólkum í býnum
Dag og dagliga ringja fólk til løgregluna og kæra sína
neyð, tí passið er útgingið ella við at ganga út