Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 6 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Mær dámar damurumpur Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Skilagóður, rættvísur og lukkuligur Hvat merki er bilur tín? Hyundai i20 Hvat merki er tín telefon? iPhone 6 Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Ein tann besta var ein ferð til Portugal við MC-Hár, ið kappast við nakrar Roskilde Festivalar. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? 100% Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Mær dámar damurumpur, men eygum og varrum hyggi eg eisini at, well eg hyggi at øllum, men hasum fyrst alt eftir, hvønn veg hon vendur. Hvat ger teg í góðum lag? Mínir synir og mínir vinir Hvat stressar teg? Ikki at hava kontroll Hvør er tín yndisrættur? Ræst kjøt Hvat gleðir teg? Tá ting eydnast væl, væl gjørt arbeiði t. d. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Guð viti, fái nógv ynski uppfylt. Hvar arbeiðir tú? Á Nudlavirkinum, ið er ein samskiftisfyritøka, ið eg eigi. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Mær hevur altið dámt væl at skriva og gera útvarp, tí fór eg at lesa samskifti, ætlaði at arbeiða sum journalistur. Men eg fann útav, at eg ikki havi muruna at arbeiða sum journalistur. Harumframt fann eg útav, at eg dugi ordiliga væl samskiftisarbeiði. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Nógvar stuttligar upplivingar eru, men at filma ON Jon filmarnar saman við Esben Hallurson Jacobsen og Petur Slyne var nakað av tí mest undirhaldandi, ið eg havi verið við til. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Nógvum ymiskum, men fyri tíðini mest eftir nýggjastu útgávuni hjá Blur. Hvat er besta uppfinningin og hví? Uppvaskimaskinan, tí hon er konsentrera lívsgleði. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? At stovna egna fyritøku Hvat er títt besta heimaráð? Keyp gott bleytt wc papír, tí glaðar rumpur geva glaða sál. Hevur tú nakað húsdjór? Eini 100 fiskar og ein skegg dreka Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión? Ferðast, hugna um synirnar og goldið skuld Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst tíggju milliónir? Ferðast longur, goldið meira skuld og gjørt mær og dreingjunum lívið uppaftur behagiligari. Hvat er best við Føroyum og hví? Føroyingar, tí eg elski hetta fólkaslagið. Hvar ert tú um 10 ár? Eg vænti, at eg eri sama stað, men fyritøkan er nokk vaksin nakað. Niels Uni Dam Eg havi ikki muruna at arbeiða sum journalistur, men eg havi funið útav, útav, at eg dugi ordiliga væl samskiftisarbeiði Stólurin í stólinum hesa vikua