Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 12 Ókeypis lýsingarblað TEMA Argir Vilmund Jacobsen T órun Skaalum, sum eigur og rekur Salong Bylgjuna á Argj­ um, fór sum 16 ára gomul í læru sum frisørur í 1985. Læran var hjá Marnu Skylv Sørensen á Spógva­ vegi í Havn. Lærutíðin byrjaði hin 16. sep­tem­ber í 1985 og somu dag­fest­ ing í 1989 varð hon liðug. Tá Marna giftist til Húsavíkar og fekk sær frisørsalong har í bygdini, yvir­tók Tórun salongina hjá henni í Havn, sum longu tá hevði navnið Salong Bylgjan. Hin 2. oktober í ár verða 20 ár liðin, síðan Tórun flutti salongina út í Billu­gøtu 2 á Argjum, og her er hon fram­vegis. Tórun, sum er 46 ára gomul, keypti sær longu sum 21 ára gomul hús­ini á Argjum, har salongin er. - Tað er kanska eitt sindur ser­ stakt, at Marna Skylv Sørensen, sum eg fór í læru hjá og seinni yvirtók salong­ina frá, í nógv ár hevur arbeitt ein dag um vikuna hjá mær. Hon ar­ beið­ir á Argjum hvønn hósdag og hev­ur síni føstu viðskiftafólk. Tríggir sveinar, ið so at siga ar­ beiða fulla tíð og tveir næmingar, eru knýtt at Salong Bylgjuni, umframt Marnu. Tórun hevur altíð havt næmingar í læru. Hugnaligt umhvørvi Salong Bylgjan á Argjum er ser­stak­ liga hugnalig, og hetta er eitt stað, sum viðskiftafólk dáma at vitja. - Tað eru nógv, ið dáma væl, at um­hvørvið ikki er alt ov stórt, men at tað er hugnaligt at koma innar. Tórun Skaalum sigur, at tey klippa og gera hárið hjá bæði kvinnum og monn­um og afturmeldingarnar, hon hevur fingið øll hesi ár, eru góðar. - Vit hava nógv at gera, og vit hava nógv trúføst viðskiftafólk, sum koma úr ymiskum heraðshornum. Í dag hava øll bil, og busssambandið í høvuðs­staðarøkinum er ógvuliga gott. Vit hava altíð pláss fyri nøkrum við­skifta­fólkum aftrat. Tórun vísir á, at tað eru nógv við­ skifta­fólk, sum vilja hava onkra ávísa kvin­nu ella gentu at klippa ella gera sær hárið. - Soleiðis er tað vanligt, at ungir dreing­ir vilja hava eina unga gentu at klippa sær. At viðskiftafólk velja onkra ávísa av okkum, taki eg bara sum eitt kompliment um, at tær, sum arbeiða hjá mær, hava ymiskar dygd­ir. Tá fólk ringja og bíleggja sær tíð, spyrja vit sum oftast, um tey hava nøkur serstøk ynski um, hvør skal gera hárið. Hon sigur, at tað, sum ræður um hjá henni er, at viðskiftafólk dáma at koma á gátt, og hon fegnast, tá fólk hava ymisk ynski. - Elski mítt arbeiði Tórun Skaalum elskar sítt arbeiði, og tað er ikki dagur, har hon ikki fer glað til arbeiðis. - Tað sama vænti eg av teimum, ið arbeiða hjá mær. Eg havi fittar og dugna­ligar kvinnur og gentur aftrat mær, og hetta gleðist eg um hvønn dag. Er okkurt, sum nívur, kunnu fólk altíð koma til mín. Tá tú arbeiðir sum frisør­ur, kemur tú rættiliga tætt upp á fólki. Viðskiftafólkini eru í flestu før­um fólk, tú kennur rættiliga væl, og tað er ikki at taka munnin ov full­ an at siga, at tað liggur ein ávísur sál­ar­frøðingur í okkum, sum arbeiða inn­an hesa yrkisgrein. Hon vísir á, at tú lærir skjótt fólk at kenna í slíkum arbeiði, og tað eru eisini tey, sum heldur vilja sita og lesa, meðan tey eru her. - Í staðin fyri at tosa alla tíðina, vilja tey kanska heldur njóta løtuna í tí stilla, og tað er sjálvandi eisini í fínasta lagi. Okkara mál er, at við­ skifta­fólk skulu hava eina góða upp­liv­ing í Salong Bylgjuni, og at tey eru glað og nøgd, tá tey fara avstað aft­ur. Vikublaðið kann leggja aftrat, at Tórun Skaalum er dóttir Bjarna Skaal­um, sum var skúlastjóri hjá nonnunum. Mamman er Finnbjørg Skaalum. Tey, ið vilja spyrja seg fyri hjá Salong Bylgjuni, kunnu ringja á tlf. 315494. Tórun eigur og rekur Salong Bylgjuna - Vit hava nógv at gera, og vit hava nógv trúføst viðskiftafólk, sum koma úr ymiskum heraðshornum. Í dag hava øll bil, og busssambandið í høvuðsstaðarøkinum er ógvuliga gott. Vit hava tó altíð pláss fyri nøkrum viðskiftafólkum aftrat, sigur Tórun Skaalum Salong Bylgjan er í Billugøtu 2 á Argjum Mynd: Vilmund Jacobsen Seinnu árini hava Argir verið fyri stórari menning og stórum framburði á fleiri økjum Vilmund Jacobsen E inaferð í tíðini var Argir ein bygd - eins og aðrar bygdir - ið lógu upp­at høvuðsstaðnum. Argir var sjálvstøðug kommuna, men fyri sløkum 20 árum síðan gjørd­ist bygdin partur av Tórshavnar kommu­nu, eins og fleiri aðrar bygd­ ir upp á høvuðsstaðnum sein­ni eisini gjørd­ust partur av høvuðs­stað­ar­ kommununi. Argir er gomul bygd við nógvari søgu, men hon er ikki nøkur lítil bygd long­ur. Longu í 1990 búðu 1431 fólk í tá­ verandi Argja kommunu. Hyggja vit eftir, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið síðan ár 2000, tá 1585 fólk búðu á Argjum, sígg­ja vit, at vøkstur var í fólkatalinum heilt fram til ár 2006, tá 1918 fólk búðu á Argjum. Síðan 2006 hevur fólkatalið verið eitt sindur aftur og fram, men er ongan­tíð farið niður um 1857, sum tað var í 2008. Í 2011 var fólkatalið á Argjum størst, tá 2038 fólk búðu í økinum. Hyggja vit eftir íbúgvaratalinum í dag, búgva í løtuni 1984 fólk á Argj­um. Stórur framburður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórs­ havn­ar kommunu, fegnast um allan tann framburð sum seinnu árini hevur verið á Argjum - við nýggjum og stórum skúla á Argjahamri, góð­um umstøðum og fasilitetum við báta­ hylin, góðum umstøðum við fót­bólts­ vøllin og við nýggjum og tíðar­hósk­ andi vega­føring, sum Argir nú fáa við brún­ni um Sandá. Stórir íbúðarblokkar eru bygdir Und­ir Kongavarða, og tað skal ikki stórt nærlagdi til fyri at síggja, at her hev­ur stórur framburður verið. - Eg fegnist um alt, sum gjørt er, og eg gleði meg at vera við til at sígg­ ja enn størri framburð í hesum parti­ num av Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Stórur framburður á Argjum