Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 14 Ókeypis lýsingarblað TEMA Argir – Vit átaka okkum allar hugsandi málarauppgávur, bæði innan-og uttandura, stórt sum smátt. Vit hava útbúgvið fólk, dugnaligar arbeiðsmenn, og vit hava førleikarnar sum skulu til fyri at gera eitt dygdargott arbeiði, sigur Jón Við Neyst, málarameistari Málarin hevur fólkið og førleikarnar Vilmund Jacobsen F yritøkan Sp/f Málarin, sum Jón við Neyst og Sri Jacobsen eiga í felag, er í løtuni í holt við at mála Sjósavnið á Argjum. Tá Vikublaðið vitjaði á Argjum í síðstu viku, høvdu Jón og hansara menn riggað til og vóru so smátt byrjaðir at mála bygningin. – Eg vænti, at tað fer at taka eina viku ella so at mála allan bygn­ingin uttan, um vit fáa nakrar fylgjandi dagar við hampiligum veðri. Megin­ parturin av bygninginum er úr betongi, og síðan skulu úthang og vindeygu, sum eru úr timbri, eisini málast. Jón Við Neyst hevur einar 7-8 mans aftrat sær, og hann væntar, at flestu teirra verða við í arbeiðnum at mála Sjósavnið. – Nú tað hevur verið so vánaligur terri í summar, hava vit tíbetur eisini nøkur innanduraarbeiði, sum skulu gerast, og sum vit taka okkum av, tá líkindi ikki eru at mála uttandura. Málarameistarin vísir á, at tá tú hevur eina hampiliga stóra málara­ fyritøku, ber ikki til bara at satsa upp á útiarbeiði um summarið. – Tá kunnu tað fara ov nógvir dagar burtur ímillum, har menninir ikki sleppa til arbeiðis, og tað ber ikki til í longdini. Jón Við Neyst vísir á, at vikur hava verið í summar, har tað slett ikki hevur borið til at málað úti. - Onkur hampiligur dagur hevur verið inn ímillum, men fáir saman­ hangandi dagar. Hann sigur, at teir eisini hava tikið onkran stóran kjans, eitt nú tá teir fyrr í summar málaðu kirkjuna í Hoyvík. - Stutt eftir, at vit vóru lidnir at mála tann eina dagin, fór at regna illa, og toran gekk. Vit stúrdu fyri, at málingin fór at renna av aftur, men tíbetur hendi tað ikki. Vit koyrdu javnan niðan at hyggja hetta kvøldið og kundu gleðast um, at málingin helt sær uppi á kirkjubygninginum. Til stuttleikar nevnir Jón, at umleið 320 litrar av máling fóru upp á kirkjuna í Hoyvík. Góð útlit Jón Við Neyst sigur, at Sp/f Málarin eisini hevur ymiskar størri uppgávur fyri framman, og eitt nú arbeiða teir á tveimum hæddum á B75, har Almanna-og Heilsumálaráðið húsast. – Vit hava eisini fingið málara­ arbeiði í lutfalsliga stóru byggi­verk­ ætlanini, sum Bústaðir arbeiða við á Óðinshædd. Tað er byggifelagið Bulur, ið stendur fyri byggingini, og vit skulu gera alt innandura málaraarbeiði í teimum 22 leiguíbúðunum, sum her verða bygdar. Hann sigur, at eitt annað arbeiði, sum eisini er fyri framman, er bygn­ ingurin hjá Fótbóltssambandi Føroya, har teir skulu mála allan bygningin uttan. – Hetta arbeiði er ikki farið í gongd enn, sigur hann. Jón Við Neyst sigur, at Sp/f Málarin tekur sær av bæði stórum og smáum uppgávum og privatfólk, fyritøkur og stovnar, sum hava eitt hvørt, ið skal málast, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til teirra á tlf. 580198. Tað eru nøkur ár síðan, at Jón Við Neyst og Sri Jacobsen keyptu málarafyritøkuna hjá Pola Mohr Poulsen, sum tá hevði fleiri ár á baki og hevði nógv viðskiftafólk í miðstaðarøkinum, har meginparturin av virkseminum hjá fyritøkuni fram­ vegis er. Lærdi hjá Pola Vikublaðið kann leggja aftrat, at Jón Við Neyst, sum er dagligur leiðari í fyritøkuni Sp/f Málarin, er ættaður úr Hvalba, men býr í Havn, og tað var hjá Pola Mohr Poulsen, at hann lærdi til málara og gjørdist sveinur í 2008. – Vit átaka okkum allar hugsandi málarauppgávur, bæði innan-og uttan­ dura. Vit hava útbúgvið fólk, dugna­ ligar arbeiðsmenn, og vit hava førleikarnar sum skulu til fyri at gera eitt dygdargott, sigur Jón Við Neyst við Vikublaðið. vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan Sp/f Maskinkoyring Entreprenørar hevur fingist við spreingiarbeiði, jørð-, lendis-, betong-og asfaltarbeiði í meira enn tríati ár Vilmund Jacobsen T að var í 1984, at Karl Paturson keypti sær sína fyrstu maskinu, og í ár 2000 bygdi Sp/f Maskinkoyring Entreprenørar sær arbeiðshøll Á Hjalla 19. Maskinkoyring, sum fyritøkan dagliga verður rópt, er ein dyggur og álítandi veitari innan føroyska byggivinnu. Álítandi tænasta Men, hvørjar eru so tænasturnar, sum Maskinkoyring Entreprenørar bjóða sær at gera. Jú, fyritøkan hjá Karl Patursyni tekur sær av bæði stórum og smá­ um uppgávum – alt frá brekking, spreinging, jørð-, lendis-og betong­ arbeiði til vegagerð og asfaltering. Fyritøkan bjóðar sær eisini at taka niður bygningar, tá hetta er eitt ynski hjá viðskiftafólki. – Vit vilja altíð veita eina góðsku­ fulla og álítandi tænastu til við­ skiftafólk. Fyri at røkka hesum máli, halda vit tað vera umráðandi við neyvum kanningum og útrokningum, áðrenn farið verður í gongd við arbeiðið, sum skal gerast. Karl Paturson sigur, at tá farið verður í gongd á henda hátt, er ikki neyðugt at koma aftur um aftur. – Aðalmálið hjá Maskinkoyring Entreprenørar er at vera ein tryggur og dyggur veitari, har viðskiftafólk eru nøgd við tað arbeiði, ið verður gjørt. Góð fólk og amboð Fyritøkan hjá Karl Patursyni hevur góðar maskinur, bilar og amboð, og her eru dugnalig fólk í starvi. – Hetta er fyritreytin fyri at kunna veita viðskiftafólkunum eina tænastu á høgum støði. Maskinkoyring er ein fleksibul fyritøka, ið lagar seg eftir tørvi og eftirspurningi, og tá mest hevur verið at gera, hevur fyritøkan leigað undirveitarar fyri eisini at kunna fremja tær stóru verkætlaninar. Heimasíðan hjá fyritøkuni er www.maskinkoyring.com – og tlf. nummarið hjá stjóranum er 211853. Her eru menn hjá Sp/f Málaranum í holt við at mála Sjósavnið á Argjum Mynd: Vilmund Jacobsen Karl Paturson og Maskin­koyring í fleiri enn tríati ár Fyritøkan Maskinkoyring Entreprenørar hevur góðar maskinur, bilar og amboð, og her eru dugnalig fólk í starvi. - Hetta er fyritreytin fyri at kunna veita eina tænastu á høgum støði, sigur Karl Paturson