mánadagur 20. juli 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 • 20. juli 2015
18
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Argir
Vilmund Jacobsen
N
ú Vikublaðið í dag hevur eitt
serblað um Argir og fyritøkur
á Argjum ella við tilknýti til
Argir, hava vit eisini hitt Jógvan Elias
á Løgmansbø, sum býr á Argjum.
Hann umboðar garaguhurðar í
fyritøkuni Garaguhurðar v/ Jógvan
Elias á Løgmansbø Sp/f.
Vit hittu hann og dóttrina, John
hild á Løgmansbø Midjord, á Vestaru
Bryggju í Havn, har tey gjørdu klárt at
seta eina velduga stóra garaguhurð
av merkinum Lindab upp á virkinum
hjá trolvirkinum Vónini.
Dagliga starvið hjá Jógvan Eliasi,
sum er útbúgvin bygningssnikkari, er
sum verkvørður ella bedellur á Tekn
iska skúla í Havn, har hann hevur
verið á el-deild skúlans í eini 11 ár.
Við í starvinum hjá honum er eisini
at hjálpa lærarum og næmingum at
viðlíkahalda tey amboð, ið har eru.
Familju-fyritakssemi
Tað er í frítíðini, at hann umboðar
garaguhurðar og annað, og millum
kendu merkini eru dygdargóðu
Lindab-garaguhurðarnar og Alux-
rullugardinur, sum tað verður rópt.
Familjan hjálpir honum, tá ymisk
ar størri uppgávur skulu gerast, og
tað er ikki minst dóttirin, Johnhild, ið
er ófør at traðka til, eins og onnur í
familjuni eru tað eisini.
- Tá eg seti eina garaguhurð upp,
er nógv, sum skal monterast, og tað
lættir nógv um og styttir um tíðina
at hava onkran til hjálpar.
Jógvan Elias á Løgmansbø sigur,
at garaguhurðarnar, sum hann um
boðar, fáast til øll endamál, bæði til
privat og virkir, eins og í hesum føri
num, nú Vónin skal hava hesa stóru
garaguhurðina.
- Í sínari tíð var eg einaumboð hjá
Windsor Door í Føroyum. Hetta vóru
tiltiknar góðar hurðar, men í 1996
fór fyritøkan, sum eg samstarvaði
við, á húsagang.
Lindab er dygdarmerki
Jógvan Elias sigur, at tað var í 1997,
at hann fór at umboða Lindab, ið
eisini er dygdarmerki innan sítt øki.
- Lindab-garaguhurðar fáast í
øllum útgávum, og tær fáast eisini
sum spesialhurðar, eitt nú til køli-og
frystirúm.
Jógvan Elias á Løgmansbø sigur,
at um privatfólk, vinnulív ella stovn
ar hava brúk fyri garaguhurðum til
øll endamál, eru fólk vælkomin at
venda sær til hansara á tlf. 217802.
Jógvan Elias á Løgmansbø og
dóttirin, Johnhild á Løgmansbø
Midjord. - Tað lættir nógv um, at
familjan hjálpir til, sigur eigarin
av fyritøkuni, sum býr á Argjum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jógvan Elias umboðar
Lindab-garaguhurð
- Garaguhurðarnar, sum eg umboði, fáast til øll endamál,
bæði til privat, virkir og stovnar, og eisini sum hurðar til
køli-og frystirúm, sigur Jógvan Elias á Løgmansbø
Vilmund Jacobsen
A
rgjamaðurin, John Kári Midjord,
sum eigur og rekur fyritøkuna
Havin Sp/f, er útbúgvin anlegs
gartnari við sergrein í tí, sum rópt
verður anlegs teknikki. Hann lærdi hjá
Det Grønne Team í Kastrup og gekk á
Roskilde Tekniske Skole.
Ein slík útbúgving tekur fýra ár.
Meðan tey vóru í Danmark, búði
familjan í Valby, og eftir útbúgvingina
arbeiddi John Kári hjá Lotus Design og
Anlæg á Amager, til tey fluttu heim
aftur til Føroya fyri umleið tveimum
árum síðan.
Havin Sp/f
Síðan hann flutti heim aftur, hevur
argjamaðurin átt og rikið fyritøkuna
Havin Sp/f.
Fyritøkan, ið tekur sær av øllum
urtagarðsarbeiði, flísaálegging og at
gera tún og innkoyringar, hevur grav
maskinu, lastbil við vippulast og øll
vanlig amboð sum hoyra slíkum ar
beiði til.
John Kári arbeiðir fyri tað mesta
einsamallur, men tá uppgávurnar
gerast fleiri, enn hann megnar einsa
mallur, hevur hann onkran at hjálpa
sær.
- Eg arbeiði mest í miðstaðarøki
num, og eg havi eisini havt fitt av
uppgávum fyri Tórshavnar kommunu,
har eg eitt nú slái gras, byggi gøtur og
geri ymiskar ábøtum kring um.
Ein onnur uppgáva, sum Havin
Sp/f eisini tekur sær av, er at sláa
flagtøk fyri fólk og stovnar.
- Tað eru ikki øll, ið hætta sær upp
á takið at sláa grasið, og tí átaki eg
mær eisini slíkar uppgávur, sigur hann.
Neyðug amboð
Høvuðsarbeiðini hjá grønu fyritøkuni á
Argjum eru soleiðis nýgerð av havum,
røkt av havum, innkoyringar og tún.
- Eg taki mær eisini av skering
og felling av trøðum, og hetta vóru
arbeiði, eg fekst nógv við í Danmark,
sigur argjamaðurin.
Gravmaskinan hjá Havin Sp/f er
ein beltamaskina á 1,6 tons, og last
bilurin við vippilast er 5,6 tons. Har
aftrat hevur John Kári grassláarar,
plátuvibrator og ymisk onnur amboð.
Gartnarin vísir á, at undirlagið
hevur avgerandi týdning, tá flísar
skulu leggjast, og í slíkum arbeiði
kemur plátuviberatorurin væl við.
- Tað er ikki ókent, at fólk, sum
hava gjørt slíkt arbeiði sjálvi, ringja, tá
eini tvey ár eru farin, tí flísarnar hava
forskotið seg av tí, at undirlendið ikki
var nóg gott, sigur hann.
Veturin góður
Føroyingar í stóran mun eru soleiðis,
at vit ynskja, at túnið ella havin verða
gjørd um summarið.
- Men, tað kann faktist vera skila
betri at gera slíkt arbeiði um veturin
og síðan kunna njóta gleðina av tí
vakra, tá summarið kemur, sigur John
Kári Midjord, ið fegin tekur ímóti fyri
spurningum um alt, sum hevur verið
havar, flísalegging, innkoyringar, tún,
gras og trø at gera.
Tey, sum vilja hoyra meira um Havin
Sp/f, kunnu ringja á tlf. 221793.
Havin Sp/f er grøn fyritøka á Argjum
Høvuðsarbeiðini hjá grønu fyritøkuni
á Argjum - Havin Sp/f - er nýgerð av
havum, røkt av havum, innkoyringar
og tún, ið líka sum er sergreinin hjá
argjamanninum, John Kára Midjord
Argjamaðurin, John Kári
Midjord, eigur og rekur
fyritøkuna Havin Sp/f. Hann
er útbúgvin anlegsgartnari
við sergrein í anlegs teknikki