Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 20 Ókeypis lýsingarblað TEMA Argir Vilmund Jacobsen E l.fo Sp/f er ein góðkend el-inn­ legg­ing­arfyritøka, sum varð sett á stovn í ár 2002. Stovnarar vóru Jógvan Elias Jacobsen og Bogi Slætta­ nes, og tað eru framvegis teir báðir, sum eiga og reka EL.FO, ið húsast á Velba­staðvegi 43 í Havn. Aðalmálið hjá fyritøkuni er at veita tæn­ast­ur, har dygdin í arbeiðnum altíð er í há­sæti. Eitt dygdargott handverk er altíð ein sjálvfylgja. Við hollum royndum innan el-og net-fakið verða ynskini hjá við­skifta­ fól­ki raðfest ovast, og viðskiftafólk skulu merkja, at arbeitt verður fyri teirra áhugamálum. EL.FO leggur dent á, at við­skifta­ fólk altíð skulu hava álit á fyritøkuni, og tí verður stórur dentur lagdur á eitt gott og álítandi samstarv við við­ skifta­fólk, bæði tá ræður um størri eins væl og smærri uppgávur. Dentur verður lagdur á fjølbroytni og fakliga dygd, og fyritøkan vil altíð vera viðskiftafólkum til taks, tá tørvur er. Umframt at vera ein dyggur el- inn­legg­ingarveitari, bjóðar EL.FO seg eisini til at leggja øll sløg av net­verk­ um. 17 fólk í starvi Á heimasíðuni hjá fyritøkuni stendur, at 6-7 fólk starvast hjá EL.FO, men tá tú skiftir orð við Jógvan Elias Jacobsen í dag, sigur hann, at samlaða talið av fólki í fyritøkuni í løtuni er 17. Brosandi sigur hann, at virksemið er so nógv vaksið, at stundir ikki hava verið til neyvt at dagføra henda partin av heimasíðuni, men tað verður gjørt um ikki so langa tíð,nú felagið fer at dag­føra heimasíðuna og sniði. - Í løtuni eru vit partur av tveimum lut­falsliga stórum verkætlanum. Onn­ ur er sum undirveitari hjá Bú­set­ur í nýbyggingini hjá Havnar Ar­beiðs­man­ nafelag - og hin er sum undir­veitari hjá Eysturlon í gamla SvF-bygn­ing­ in­um, sum Starvs­man­na­felagið nú eig­ur. Jógvan Elias vísir á, at EL.FO ger lítið við innleggingar í vanlig sethús, men vendir sær í størri mun til vinnulív og stovnar. - Ikki tí; vit gera onkrar einstakar inn­leggingar-uppgávur í sethúsum, men hetta er ikki tað, sum fyllir mest hjá okkum. Umframt at vera heildarveitari inn­ an el-innlegging, er EL.FO eisini heild­ ar­veitari innan net-innlegging. - Vit bjóða okkum fram til at leggja og umsita øll sløg av netverkum, og vit fáast dagliga við tað, ið rópt verður UTP og Fiber-net. Vit hava nýggjastu og bestu útgerðina til hesi arbeiði, og vit hava vælútbúgvið fólk, ið røkja okk­ara netuppgávur. Ávaringarskipanir EL.FO bæði selur og setir upp eld­ávar­ ingar­skipanir til at verja ímóti elds-og royk­vanda, og fyritøkan hevur eisini ser­køn fólk innan hetta økið. Ein eldávaringarskipan kann um ein sentral setast í eina skipan við eld-og royk­ávar­ing til Brandstøðina í Havn, og um­røddu skipanir eru góðkendar av hægsta brunamyndugleika í Føryum. - Vit arbeiða neyvt samsvarandi myndugleikakrøvum á hesum øki, og vit leggja dent á, at eldávaringin hev­ur góð­ar og tryggar skipanir og dygd­ar­ góð anlegg. Jógvan Elias vísir á, at fyritøkan bæði hevur kunnleika og bjóðar fram neyðstreymsskipanir og diesel­gene­ rat­or­ar, og fyri at veita bestu dygd á hes­um øki verður samstarvað við al­ tjóða fyritøkur. Ring og spyr At enda kann Vikublaðið leggja aftrat, at millum tey 17, ið starvast hjá EL.FO, eru seks lærlingar, og fyritøkan hev­ur eisini øll árini havt lærlingar. - Vit taka fegnir ímóti fyri­spurn­ ing­um og fólk, ið hava hug at spyrja seg fyri hjá okkum, kunnu ringja á tlf. 203203 - ella kunna seg um okkara tænast­ur á www.el.fo, sigur Jógvan Elias Jacobsen. Alt el-arbeiði og net-arbeiði verður skjótt og væl greitt úr hondum saman við EL.FO Sp/f, ið húsast á Velbastaðvegi 43 í Havn Mynd: Vilmund Jacobsen Virksemið hjá EL.FO nógv vaksið Tær størstu einstøku verkætlaninar, sum EL.FO er partur av í løtuni, er el-arbeiðið í nýggja bygninginum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag - og verkætlanin í gamla bygninginum hjá SvF, sum Starvsmannafelagið nú eigur