Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 28 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Skálaberg KG 118 Vauxhall Victor í Sørvági við Óla Olsen H etta var annar trolarin við navninum Skálaberg. Hin fyrsta Skálaberg keypti Kjølbro í 1933 saman við Chr. Holm Jacobsen í Havn. Trolarin var merktur til Havnar, men Kjølbro reiddi hann út øll árini. Gamli Skálaberg varð í 1951 seldur til upp­ høggingar. Í bókini “Havið og vit I” (1960) sigur J. Símun Hansen um nýggja Skálaberg, at tað sum hesa ferð vakti mest áhuga millum manna, var at skipið kundi stýra beina kós, uttan at nakar maður nam við róðrið – at sjálvstýringin fór fram við eini gyrokumpass og elektriskum róðurgreiðum. Kaj Johannesen, Kaj hjá Mortani, var skipari á Skálabergi, og stýrimaður var Jákup Oluf á Lakjuni, sum loysti Kaj av á brúnni innímillum. Seinni fór sonur Kaj, Mortan, at føra trolaran, og eisini Samson O. Samson førdi Skála­ berg. Erling Laksafoss var maskin­ meistari. Í 1974 varð Skálaberg seldur av landinum. Ógvuliga væl lá fyri hjá Kaj at fiska, men hann hevði eisini gott í at bregða. Faðirin, Mortan í Hvannasundi, var tiltikin góður sjómaður og skipari. Kaj fór fyrsta túrin til skips við honum, og nú, hann í 1956 fór at føra Skálaberg, hevði Kaj verið skipari á trolaranum Sjúrðarbergi hjá Kjølbro, frá tí at hann kom nýggjur til landið í 1948. Á heysti 1935 fylgdust Mortan og sonurin Kaj heim úr Grønlandi við hvør sínum skipi. Kaj førdi Coraliu og Mortan Johannesen Blithesome. Komnir á Kappan varð rokstormur, og Blithesome tók at søkka. Nú fór fram føroyskur sjómansskapur, tá ið hann er allar bestur, og eitt tað hættisligasta og hepnasta bjargingarbragd í Føroya siglingarsøgu varð útint. Í ófatiliga truplum umstøðum eydnaðist at stjóra alla manningina av søkkandi skútuni umborð í Coraliu. Við Blithesome hevði Mortan tveir synir, og Kaj hevði tveir brøður við Coraliu – tað vil siga, at seks mans úr sama húsi vóru staddir á Kappanum henda lívshættisliga ódnardag. Báðar manningarnar komu heim við Coraliu í øllum góðum. Mynd: Søvn landsins Í 1956 læt pf. J. F. Kjølbro í Klaksvík síðutrolaran Skálaberg smíða í Bremerhaven í Týsklandi. Fiskifarið, ið fermdi 550 tons av saltfiski, hevði guvumaskinu og turbinu, sum tilsamans góvu 1500 hestar og eina ferð upp á 14-15 míl. Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo B ilurin hesa vikuna er ein Vauxhall Victor hjá Peturi Hentzar Weihe í Sørvági. Bilurin, ið var gulur, varð brúktur sum hýruvognur og kostaði umleið 15.000 krónur at keypa. Vauxhall Victor vórðu framleiddir av Vauxhall Motors í Onglandi, sum er eitt dótturfelagð hjá General Motors, frá 1957 til 1976. Hetta er fyrsta modellið av Vaux­ hall Victor, sum minnir nakað um Opel bilarnar frá sama tíðarskeiði við sonevndum panorama forrúti. Tað var P/F Vilhelm Nielsen sum umboðaði Vauxhall í Føroyum. Myndaeigari: Heri Weihe Skipssøga bilasøga