týsdagur 21. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Terji Nielsen
Grindaboðini og dramatikkurin í
Kalsoyarfirði mánadagin vístu enn
einaferð, at føroyskir myndugleik
ar ikki eru brynjaðir til kunningar
kríggið, sum er týðandi partur av
atgerðunum hjá Sea Shepherd.
Meðan
leiðarin
fyri
Sea
Shepherd, Paul Watson, oysti við
merkingar og kunnandi upplýs
ingar út á sínum Facebook vanga,
og harvið frá byrjan segði sína
útgávu av hendingunum og royndi
at tulka tær til sín fyrimun, var
tøgn frá føroyskum myndugleik
um, og politileiðslan var enn eina
ferð fráverandi fyri miðlum og al
menningi.
Føroyskir fjølmiðlar hava van
liga eitt gott samstarv við løgregl
una, og ikki minst vakthavandi
løgreglufólkini, sum dag eftir dag
greiða fjølmiðlunum frá størri og
smærri hendingum, gera eitt sera
gott kunnandi arbeiði mótvegis
miðlum og almenningi. Men í sam
bandi við grindaátøkini hjá Sea
Shepherd, har serliga politileiðslan
skal úttala seg, dumpar løgreglan.
Tað er trupult at fáa fatur á
leiðandi løgreglufólki, tað gongur
long tíð at fáa upplýsingar, og tá ið
hálvkvødd tíðindaskriv verða send
út, verður viðmerkt, at løgreglan
hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Hetta er frusterandi fyri miðl
arnir og almenningin, sum royna
at fylgja við í hendingunum, og
afturhaldnið hjá løgregluni gevur
vælsmurdu Sea Shepherd propa
gandamaskinuni eina fyrimun á
miðlapallinum, sum tey ikki áttu
at fingið.
Í fjørsummar var støðan øðrvísi,
tí táverandi politiinspektørurin,
Peter Thaysen, hevði ein nógv
meira opnan dialog við pressu og
almenning. Hann var altíð til at
fáa fatur á, tað bar til at ringja til
hann beinleiðis, og hann svaraði
øllum spurningum, sum hann fekk
svarað. Tá stóðu myndugleikarnir
munandi sterkari í myndini, enn
hjálparleysa framferðin á miðla
økinum í løtuni ger.
Heldur ikki landsstýrið tykist
taka propagandakríggið í álvara.
Herfyri slapp ein søga um, at ferða
fólk í Føroyum kundu verða rend í
fongsul í tvey ár, um tey ikki siga
frá grind, at ferðast víðahvar kring
heimin í næstan tveir dagar, áðrenn
eitt ósannførandi svar kom frá
landsstýrinum.
Nýggja
grindalógin
gevur
myndugleikunum betri møguleikar
at
steðga
grindaátøkum,
men
bæði løgregluleiðsla og almennir
myndugleikar áttu at minst til, at
kunning til miðlar og almenning
er av alstórum týdningi – og á tí
økinum eru Paul Watson og hans
ara fólk í gongd við at smyrja løg
reglu og myndugleikar av!
Watson og hansara
fólk smyrja løgreglu og
myndugleikar av
Yvirlit yvir mest nýttu for
nøvn, sum foreldur geva
nýføddu børnunum, vísir,
at stór broyting er í val
inum av navni.
Hatta skrivar Hagstova
Føroya.
Serliga eru broytingar
nar stórar hjá mannfólk
inum. Tað eru heilt onnur
nøvn, sum nú liggja ovast
hjá dreingjunum tey síðstu
fimm árini, enn tey mest
vanligu og siðbundnu hjá
monnum yvirhøvum.
Nú verða dreingirnir
oftast
kallaðir
Rókur,
Jónas, Aron, Boas, Mattias,
Brandur, Benjamin, Lukas,
Elias, Filip, Nóa og Silas,
fram um tey meira sið
bundnu
nøvnini
sum
Jákup,
Jógvan,
Martin,
Ólavur og Magnus. Eisini
nøvn sum Jónatan, Ári
og Liam koma fram um
Andrias, Dánjal og Jákup.
Og Ólavur endar niðan fyri
nr. 100 á listanum, undir lið
ini á Óðin.
Best umtóktu gentu
nøvnini eru sum yvirlitið
vísir
Eva,
Lea,
Sára,
Rebekka, Emma og Naomi.
Men longu á 7. plássi koma
tvey meira siðbundin nøvn
sum Hanna og Maria. Síð
ani Bára, Ida, Ró, Ronja,
Lilja, Rósa og Vár. Brá er
eins vanligt og Jóhanna,
Rannvá, Lív, og Olivia.
Og Drós eins vanligt og
Miriam, Silja, Bjørg, Fríða,
Elisabet og Sofía.
Nýútbúnir
lærarar,
sum
skulu
til
arbeiðis
eftir
summarferiuna, eru spentir
at vita, hvussu gerandisdag
urin háttar sær, men tey
áttu at fingið meira skipaðan
stuðul á nýggja arbeiðspláss
inum.
Tað heldur Andrea á
Rípuni,
nevndarlimur
í
Føroya Lærarafelag
Hon skrivar í grein á
heimasíðuni
hjá
Skúla
blaðnum, at ein nýklaktur
lærari hevur ikki einans tær
»vanligu« avbjóðingarnar at
hugsa um. Hann skal eisini
finna stevið, finna gerandis
dagin og finna sína leið sum
lærari.
– Hetta kann gerast bæði
trupult og strævið, tí um
framt hesar avbjóðingar, so
skal tann nýútlærdi eisini
finna útav teimum dagligu
rútmunum, sum eru á einum
skúla. Tá alt hetta er nevnt,
so eru vit ikki komin til alt
tað praktiska.
Andrea Rípuni sigur, at
nógvir lærara á skúlunum
kring landið eru sera hjálp
samir, tá nýggj starvsfólk
byrja, og tað er fínt. Men ný
útbúnir lærarar hava eina
serliga avbjóðing og hava
serliga nógvar spurningar,
men halda seg kanska aftur,
tí teir halda seg órógva, tá
teir spyrja ov ofta.
– Vit áttu at havt eina
skipan við akkersfólki til
nýútlærd. Eitt starvsfólk,
ið fekk tímar at hjálpa og
svara spurningum frá nýút
búnum, soleiðis, at nýggj
tora at spyrja og práta, uttan
at tey fáa kensluna av, at tey
órógva. Tann »gamli« lærarin
veit, hvørja uppgávu hann
hevur fingið litið upp í hend
urnar og hevur eitt vakið
eyga við tí nýútlærda, heldur
Andrea á Rípuni.
Rókur, Eva og
Lea best umtókt
Nýggir lærarar stuðlast betur
Hjálparleys kunning
Ótálmað
drekking
skal
steðgast
Síða 10-11
Tað var
eitt sjokk
fyri okkum
øll
Herbert í Lon
síða 12-14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo