týsdagur 21. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Hvussu lógin um vinnuligan
fiskiskap fer at síggja út, tá
ið ein nýskipan av fiski
vinnuni verður gjørd veit
ongin, men verða broyting
arnar grundleggjandi, so skal
vinnan hava eitt rímuligt
skotbrá.
Tað fekk formannin í
Føroya Reiðarafelag í gjár at
siga við Sosialin, at hann
heldur ikki, at nóg long tíð er
til 1.januar 2018 til at vinnan
fær stundir at tillaga seg.
Tað vísir seg nú, at hann
stendur ikki einsamallur við
hesi áskoðan.
Í fiskimálaráðnum hava
løgfrøðingarnir í longri tíð
tosað um, hvat er eitt rímu
ligt tíðarskeið hjá vinnuni at
tillaga seg møguligum grund
leggjandi broytingum í lógini.
Í galdandi lóg stendur, at,
er ikki ein nýggj lóg komin í
gildi í 2018, so kann lands
stýrismaðurin leingja tíðar
skeiðið, núgaldandi lóg virk
ar, við fimm árum.
Tað vil siga, at ein kann
brúka tey fimm árini til at
siga, at grundleggjandi broyt
ingar skulu í minsta lagi hava
eina skiftistíð uppá fimm ár.
Ongin semja
Politiskt er ongin semja um,
hvussu fiskivinnan skal skip
ast av nýggjum.
Nakrar samráðignar hava
verið innanhýsis í samgong
uni og tað hava eisini veirð
nakrir fundir við andstøðuna.
Onki ítøkiligt er kortini
komið burturúr.
Eftir fyrstu fundirnar í
samgonguni kom tó fram, at
flokkarnir vóru samdir um
ein leist, men tað gekk ikki
long tíð fyrr enn fleiri sam
gongutingmenn meldaðu út,
at tað vóru fleiri punkt,
semja ikki var um.
Andstøðan hevur eftir
øllum at døma heldur ikki
verið til samráðingar, men á
fundum,
har
samgongan
vildi hava at vita, hvussu
andstøðan heldur at fiski
vinnan skal skipast.
Umboð fyri andstøðuna
hava fýlst á, at tey ikki hava
fingið at vita frá samgonguni,
hvørjar ætlanir hon hevur –
og hvat hon vil hava and
støðuna at ganga við til.
Stríðsmál
Fleiri stríðsmál eru millum
flokkar og millum tingfólk.
Uppboðssølan hevur alla
tíðina verið eitt stríð millum
andstøðu og samgongu.
Hin sonevnda “makrel
samgongan” við Sambands
flokkinum
og
núverandi
andstøðuni, royndi seg við at
selja uppsjóvarfiskin á upp
boðssølu.
Eftir
teirra
metingum
gekk tað so mikið væl, at
andstøðan heldur, at ein
partur av nýskipanini skal
vera uppboðssøla.
Eitt sindur av skilnaði er
tó um, hvat skal seljast á
uppboði. Er tað bert upp
sjóvarfiskur – ella er talan
um at selja rættindini til at
sleppa at fiska í heila tikið,
sum skulu seljast. Eitt annað
mál, sum stríð er um, er um
útlendingar skulu sleppa at
eiga partar í fiskivinnuni –
ella um hetta skal heilt
forbjóðast.
Tað er landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, sum hevur stað
ið fyri teimum samráðingum,
sum hava verið innanhýsis í
samgonguni.
Upprunaliga helt hann
seg hava fingið ein felags
leist, sum hann kundi arb
eiða víðari við, men við
omanfyri nevndu útmeld
ingum frá samgongulimum,
var hann noyddur at fá at
vita fram løgmanni, sum er
samgonguleiðari, um sam
gonguflokkarnir tóku undir
við hesum leisti.
Tað endaliga svarið er enn
ikki komið frá samgongu
leiðaranum.
Nær kemur lógin?
Politiska skipanin og vinn
an hava í nógv ár vita, at
núgaldandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap fer formliga
úr gildi 1.januar 2018.
Tí kemur hetta als ikki
óvart á nakran.
Men onki er kortini sum
bendir á, at nýggj lóg verður
samtykt í hesum valskeiði.
Tingið kemur saman í næstu
viku á ólavsøku, men so nógv
politiskt rumbul av øðrum
slagi hevur verið í summar,
at ivasamt er um nakað
yvirskot er til at viðgera
fiskivinnuna.
Og verður fiskivinnan
slept undan valinum, so
verður hon heilt vist ein
stórur partur av komandi
valstríðnum.
Men nýskipanin er nú
bæði vorðin politisk og løg
frøðilig.
At tað stendur í galdandi
lóg, at hon kann leingjast
fimm ár, hevur fingið fleiri
løgfrøðignar at siga, at hetta
er tann skiftistíð, sum vinn
an heldur seg eiga at tillaga
seg í.
Grundleggjandi broyting
ar hava við sær, at vinnan
kanska skal skipast á annan
hátt.
– So er tað neyðugt, at
vinnan fær eitt skotbrá, so
hon hevur tíð at fóta sær
undir nýggju umstøðunum,
sigur
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard.
– Tað ber ikki til bara at
broyta alt frá degi til dags, tá
ið tað snýr seg um okkara
høvuðsvinnu, leggur hann
afturat.
Sjálvandi kunnu broyt
ingar gerast í núgaldandi lóg,
men broytast fortreytirnar
grundleggjandi, so skal tíð
til.
Við fimm ára ásetingini í
galdandi lóg halda fleiri
løgfrøðingar, at tingið hevur
fastsett hvussu long skiftis
tíðin skal vera.
Hinvegin halda aðrir, at
so er ikki, tí øll hava vita í
fleiri ár, at galdandi lóg fer úr
gildi 1.januar 2018.
arni@sosialurin.fo
Skiftistíðin verður
helst heili fimm ár
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur ikki, at grundleggjandi broytingar kunnu gerast í lógini
um vinnuligan fiskiskap til 1.janaur 2018 – summir løgfrøðingar eru samdir við honum
politikkur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum,
helt semja var millum samgonguflokkarnar um ein leist.
Løgmaður skal vita um semja er millum samgonguflokkarnar,
men tað endaliga svarið er ikki komið enn.
Fiskivinnan skal hava tíð at tillaga seg grundleggjandi broytingum