Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Handilsvinnufelagið finst nú at, at tilber at keypa vørur á alnetinum, uttan at hesar vørur gjalda toll og mvg í Føroyum. Í løtuni er tað soleiðis, at ein kann keypa vørur á alnetinum uttan at gjalda toll og mvg av vørunum, tá ið tú fært tær. Treytin er, at virðið á tí, sum er í pakkanum, ikki fer upp um 300 krónur. Handilsvinnufelagið hev­ ur livað við hesum í nøkur ár, men nú er uppskot frammi um, at virði á tí, sum er í pakkunum kann fara upp í 2500 krónur – uttan at tollur og mvg skal gjaldast av vøruni. Handilsvinnufelagið vil hava skipanina broytta hin­ vegin, so at markið við pakkum við virðum fyri undir 300 krónur verður av­ tikið, so útlendskt handils­ vinna kappast á jøvnum føti við føroysku handils­vinn­ una. Tí hevur felagið heitt á landsstýrismannin við fíggj­ armálum, Jørgen Nicla­sen, um at avtaka skipanina, sum er galdandi. Handilsvinnufelagið hev­ ur ta áskoðan, at talan er um ójavna kapping, og at mis­ munur er í kappingar­for­ treytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri mvg og toll.  Felagið hevur ta áskoðan, at antin er mvg á eini vøru, ella er tað ikki. Munur eigur ikki at vera á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum. Ongin vøkstur Í skrivinum til lands­stýris­ mannin verður víst á, at hóast búskapurin veksur í Føroyum, so sæst ongin vøkstur í handilsvinnuni. Støðan í dag er, at før­ oyingar í nógv størri mun enn áður keypa vørur á internetinum. Hetta er eitt altjóða rák, sum er vaksandi. Undan jólum í fjør vísti Posta á, at talið á pakka­ sendingum úr útlandinum økist. Í 2012 lá vøksturin á 18 prosent og í 2013 á 20 prosent. Nógv kemur úr Kina, men ein partur kemur eisini úr Onglandi og Týsklandi. Handilsvinnan ger í skrivinum vart við, at hon saknar at treytirnar at kappast eru eins – og at tað ber til at keypa vørur uttan toll og mvg gjøgnum alnetið, meðan vørur av sama slag, sum verða keyptar í føroysku handlunum, skulu hava bæði mvg og toll lagt omaná. arni@sosialurin.fo Krevja eins treytir sum á alnetinum Smáhandil til privatfólk á alnetinum er uttan toll og mvg – tað er ólíka kapping, sigur Handilsvinnufelagið politikkur Vit vilja bert hava eins treytir at kappast undir Handilsvinnufelagið ynskir bert, at tær vørur sum verða seldar í Føroyum – via alnetið ella í handlum – verða seldar undir somu treytum – Vit hava als onki ímóti kapping, men hon eigur at vera á jøvnum føti. Tummas Hanus Dam er formaður í Handilsvinnu­ felagnum. Tað er hann, sum hevur skrivað bræv til lands­ stýrismannin við fíggjar­mál­- um um at avtaka skipanina við tollfríum og mvg-fríum pakkum, har virðið er undir 300 krónur. – Tað vísir seg at vera ein vinna, sum veksur skjótt og nógv. Í okkara egnu bransju síggja vit, at hóast føroyski búskapurin veksur, so sæst so at siga ongin vøkstur í okkara vinnu, sigur hann. Handilsvinufelagið og for­maðurin gera vart við, at tá ið ein partur av søluni sleppur undan mvg, so eigur hin parturin eisini at sleppa undan. Ein onnur orsøk til, at felagið nú skrivar til lands­ stýrismannin er, at Posta hevur skotið upp, at markið fyri slíkar pakkar hækkar úr 300 krónum uppí 2500 krón­ ur. – Eg haldi, at ein og hvør sær, at hetta fer at hava ávirkan á inntøkurnar hjá landskassanum. Og koma inntøkurnar ikki frá mvg, so mugu tær koma onkran annan veg, sigur Tummas Hanus Dam. Í Noreg er markið fyri at innflyta slíkar pakkar toll og mvgfrítt 200 krónur og í Danmark er tað eitt sindur lægri. Í Danmark er støðan tó eitt sindur øðrvísi, tí Dan­ mark er limur í ES, so har ebr til at flyta ímillum uttan toll. Markið við pakkum eigur at hækka upp í 2500 krónur Vaksandi handilin á alnótini hevur fingið Posta at skjóta upp, at virðir undir 2500 krónur eiga at sleppa undan tolli og mvg Risavøksturin við privatum handli á alnetinum, hevur fingið Posta at skjóta upp, at loyvt verður at keypa vørur fyri 2500 krónur, uttan at tær skulu tollast og gjalda mvg. Posta hevur so at siga fingið nýtt lív, síðani møgu­ leikarnir komu hjá privat­ fólki at keypa vørur við einum virði upp til 300 krónur, uttan at tær skulu tollast og gjalda mvg. Handillin við hesum slagi av pakkum veksur við rúkandi ferð. Skipanin kom í gildi í 2009. Frá 2011 til 2012 var vøksturin 18 prosent og árið eftir – í 2012 – var vøksturin heili 20 prosent. Seinast hevur avtøkan av avgjøldum á smyrsli og øðrum eisini gjørt, at vøksturin aftur er ógvusliga stórur. Tað vísir seg nevni­ liga, at nógv av smyrsli og parafumu kostar undir 300 krónur og tí ber eisini at keypa hesar vørur á al­neti­ num – og sleppa undan tolli og mvg. Eins fyri føroyingar og ferðandi Føroyingar sum ferðast, hava rætt til at innflyta vørur fyri 2500 krónur, tá ið teir hava verið uttanlands. Hetta eru vørur sum kunnu takast inn í landið – umframt tað sum er loyvt annars at hava við av tollfríum. – Tí hava vit skotið upp, at markið fyri, nær tollur og mvg skal gjalddast av pakk­ um, keyptir á netinum, eigur at vera 2500 krónur, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. Hann heldur, at tað eigur at vera eins fyri tey sum ferðast og tey, sum velja ongantíð at fara av landi­ numn at kunna keypa toll- og mvg-frítt. Stjórin á Posta vísir á, at Posta í einari ársfrágreiðing hevur skrivað, at fyritøkan skal hjálpa til at gera tað liviligt í Føroyum. – Og ein partur av at gera tað liviligt er, at vit fáa sama úrval av vørum, sum onnur lond hava, leggur hann aftur­at. Fyri Posta hevur handilin á alnetinum av álvara sett ferð á aftur útberingina av pakkum. Hvørki Posta ella Taks hava tó nágreiniligar skrá­ setingar av,hvussu nógvir pakkar við vørum, sum hava lægri virði enn 300 krónur kom inn í landið. Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, heldur at markið eigur at hækka uppí 2500 krónur