Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiður dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Pisudagar eru hentir hjá tær, ið fert undir hægri lestur uttan­ lands í heyst. Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pis­ur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttan­lands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær. Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða Skrivstovan) og Eik fyri Pisudøgum á hvørjum ári. Til­ takið er ætlað tær, ið  fer undir víðari lest­ur uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt. Aftur í ár verð­ur eisini høvi at hitta umboð fyri Ráð­gev­ing­ ina fyri føroyingar í Danmark, og umboð fyri Leinkjan.fo. Tiltakið verður týskvøldið 4. august kl. 19.00 á deildini hjá Eik í Saltangará og mikukvøldið 5. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Skráin • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan. • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum. • Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá spennandi átakinum 'Leinkjan.fo', sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman. • Morid Jacobsen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti. • Holger Arnbjerg, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lestur – bæði áðrenn og aftaná at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan. • Eftir framløgurnar verða lutt­akar­ar­ nir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik, Leinkjuni og Ráðgevingini nærri spurningar. • At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman. Pisudagar 4. og 5. August 2015 Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spg. 1. Eg havi akkurát supplerað í Danmark. Eg havi tí tveir spurningar: 1. Verður tað viðmælt at flyta heim vegna føroya­frá­ drátt? Á heimasíðuni http://radgevingin.dk/les­an­di/ for­oya­fradrattur/treytir/ stend­ur, at ein treyt er fyri føroyafrádrátti er:  "At tú ikki hevur uppi­hild­ið teg í Danmark í meira enn 6 mán­að­ir, áðrenn lesturin byrjaði".  Eg gangi tí út frá, at tað er smart hjá mær at flyta heim áðr­enn lesturin hjá mær byrjar í august. 2. Hvar og hvussu flyti eg heim? Flytifuglurin Svar: 1. Viðvíkjandi føroyafrádrátti, so kann mann gott supplera fak, sum eru kravd fyri at koma inn á útbúgvingina, mann ætlar sær inn á. Mann skal tó ikki uppihalda sær í Danmark í meira enn 6 mðr. áðrenn mann byrjar útbúgving. Til hetta 6 mánaðar tíðarskeiðið (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið t.v.s. supplering, ið verður kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn. Les meiri. http://radgevingin.dk/lesandi/ foroyafradrattur/ 2. Um tú velur at flyta adressu til Føroya, skalt tú venda tær til ta kommununa tú flytir til. Vinarliga Holger Spg. 2. Hvussu nógv lesandi verða tikin upp á Setrinum í ár? Russan Hey Russan Til samans 381 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum í 2015. Av hesum eru tað 248, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina. Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis: Føroyskt 22 Orkuverkfrøði 20 Lærara (lægsta miðaltal í kvotu 1: 8.4) 36 Námsfrøði (lægsta miðaltal í kvotu 1: 7.9) 35 Sjúkrarøktarfrøði (lægsta miðaltal í kvotu 1: 8,6) 22 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi) 34 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi) 13 Søga (Smátjóðir og altjóðagerð) 24 Í ár varð aftur­ at bachelor­lestri aft­ur boðin út MA-lestur: Eftir summar­frítíðina byrja 206 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 42 fara undir MA-lestur. Master í løgfrøði 24 Master í føroyskum 1 Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum 17 133 fáa at vita, at tey standa á bíðilista ella fáa avslag. Øll fáa skrivlig boð um sína støðu. Vinarliga Holger