týsdagur 21. juli 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
2
Ólavsøkan 2015
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipari: Dagfinn Olsen Blaðfólk: Dagfinn Olsen, Eyðun Klakstein, Rannvá G. Fossaberg,
Jóannes Hansen, Barbara Holm, Áki Bertholdsen, Jákup Mørk, Andre Olsen, Dánjal av Rana og Leo Poulsen
Myndir: Álvur Haraldsen, Dagfinn Olsen, Sigmar Mørkøre, Páll Hellu o.o. Framleiðsla: Miðlahúsið Prent: Prentmiðstøðin
Í
fjør var á fyrsta sinni skipað
fyri sonevnda Tórsfest kon
serttiltakinum í sjálvum
hjartanum í Havn sum eitt
slag av upphiting ella startskotið
til ólavsøkuna. Tiltakið hepnaðist
so mikið væl, at fyrireikararnir
hava valt at skipa fyri tí aftur í ár,
og tað er ikki hissini av kendum
tónleikanøvnum, bæði føroysk og
útlendsk, sum fara á pallin til ársins
Tórsfest, sum verður leygarkvøldið
25. Juli í Niels Winthersgøtu í Havn.
Pretty Maids er
høvuðsnavnið
Størsta navnið á konsertini er ivaleyst
danski bólkurin Pretty Maids. Hóast
rokkararnir úr Horsens hava 34 ár
á baki, so geva teir enn tónleik út,
og spæla konsertferðir kring heimin.
Og um heiti á seinastu útgávuni ikki
lýgur, so eru teir Louder Than Ever,
nú teir koma til Føroyar við sínum
rokkshowi.
Tónleikurin er dynamiskur, melo
diskur, áhoyraravinarligur harður
rokkur, spældur av fimm monnum,
ið hava gjørt vælspældan rokk til sítt
vørumerki.
Teir kava niður í sína lagaskjáttu
og blanda nýtt tilfar við gomlum
klassikarum, m.a. løg sum Red, Hot &
Heavy, Future World og Sin-Decade.
Tey stóru hittini eru Please Don´t
Leave Me, Little Drops of Heaven
og sjálvandi løg av Motherland og
nýggjastu útgávuni Louder Than
Ever.
Hitt útlendska navnið, sum fer
á pall á Tórsfest, verður svenski
Basshunter, sum hevði eitt risahitt
fyri nøkrum árum síðani við kenda
lagnum, Boten Anna.
Tað besta av tí føroyska
Umframt tey bæði útlendsku nøvnini
verða fleiri av bestu heimligu
tónleikarunum eisini at síggja á palli
á Tórsfest. Teirra millum eru eitt nú
Byrta, Swangah, Frændur, Sakaris,
Hjarnar, SIC og Páll Finnur Páll.
Her er sostatt eitt somikið breitt
úrval, at her nakað til øll, og til
samans eiga øll hesi nøvnini eitt ótal
av føroyskum landaplágum, sum
verða at hoyra á Tórsfest.
Tað er tí einki at taka seg aftur í,
at aftur í ár er lagt upp til eitt ordans
brak mitt í hjartanum av Havnini, tá
ið Tórsfest verður á skránni.
Tórsfest verður
eitt brak
Longu komandi verður ársins ólavsøka skotin í gongd, tá ið Tórsfest verður í gongugøtuni í Havn