týsdagur 21. juli 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
4
Ólavsøkan 2015
S
o var ólavsøkan aftur her,
og er tað mær ein stór gleði
sum borgarstjóri í høvuðs
staðnum at kunna bjóða
øllum gestum vælkomnum á ólav
søku – bæði teimum kring landið og
teimum, ið hava leitað sær higar úr
øðrum londum. Á ólavsøku seta vit í
Havn eina æru í at vísa øllum okkara
besta gestablídni.
Tey eru so sanniliga mong, ið vilja
leita sær til Havnar at halda tjóðar
hátíð okkara saman við familju, vin
um og góðum fólki annars. Sum vant,
hava vit gjørt okkara besta, so vit eru
klár at taka ímóti øllum, ið koma hig
ar at njóta góða felagsskapin, ið tú
bara finnur á ólavsøku, tá alt annað
verður lagt til viks, og tað einasta
sum telur, er at vera saman og at
hava tað gott. Vit hava eftir besta
førimuni aftur í ár roynt at skipað
fyri eini so góðari og innihaldsríkari
ólavsøku, at okkurt skal vera fyri øll
og at ongum skal nýtast at keða seg.
Ólavsøkuskráin er so fjølbroytt, at
allir føroyingar og ólavsøkugestir
annars kunnu fáa sum mest burturúr.
Har er bæði verðsligt og andaligt í
at velja, tiltøk til gamans og álvara,
uttandura eins væl og innandura.
Nógv í at velja
Í tí stóra alheims høpinum kann
Havnin óivað í fyrsta umfari tykjast
sum ein viðfáningur, men tað er
ikki nógv, tú finnur aðrastaðni, sum
Havnin ikki hevur at bjóða, og vit
royna altíð at gera okkara besta, so
gestirnir einki skulu sakna.
Um tað snýr seg um at fáa ein
góðan bita ella at sløkkja tostan, hava
vit hópin av møguleikum at bjóða, og
tað sama er eisini, tá tað snýr seg um
at nøkta mentanarliga tørvin. Her
eru framsýningar av øllum hugsandi
slagi, eins og størri og smærri fram
førslur, so mentanin hesar dagar
kann upplivast í breiðastu merking.
Allir teir stóru tættirnir, ið eru við
hvørja ferð, eru sjálvandi setanin,
kappróðurin, útimøtini, kabarettin,
skrúðgongan, gudstænastan, kór
sangurin, midnáttarsangurin og
annars alt tað, sum hvør í sínum lagi
ikki kann vera fyriuttan, tá vit skulu
uppliva ta røttu ólavsøkuna.
Fólkaveitsla og hátíð
Enn sum áður er ólavsøkan okkara
størsta fólkaveitsla, og tí eigur
sjálvandi at vera pláss fyri okkum
øllum, tí her savnast høgur og lágur.
Vit hittast og heilsast og geva okkum
stundir til eitt hugnaligt prát, og fáa
kanska heilsað upp á onkran, ið vit
ikki hava sæð ella frætt frá leingi.
Soleiðis kenna vit ólavsøkuna og so
leiðis eigur hon eisini at vera.
Somuleiðis er ólavsøkan okkara
stolta tjóðarhátíð, sum á so mangan
hátt er bæði øðrvísi og innihaldsríkari
enn líknandi hátíðir í øðrum londum.
Ikki minst, tí ólavsøkan er hátíðin hjá
øllum føroyingum, hóast hon bara
verður hildin í høvuðsstaðnum.
Av tí sama áliggur serliga okkum
í Havnini at vera vertir, men at vit
kunnu sleppa at taka ímóti mongu
gestunum ólavsøkudagarnar, er
okkum ikki annað enn ein stór gleði,
tí vit vilja so fegin vísa øllum gestum
okkara størsta blíðskap. Havnin er
Havnin hjá øllum føroyingum, og
aftur í 2015 er galdandi, at okkara
fremsta mál er, at eisini á ólavsøku
skulu øll kenna seg heima í Havn..
Hjartaliga vælkomin
á ólavsøku!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Vælkomin á ólavsøku