Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 6 Ólavsøkan 2015 T að er munur á, at tað verð­ ur hugaligari at halda ólav­søku­røðuna í ár, enn tað var, tá ið eg helt mína fyrstu ólav­søkurøðu í 2009. Tað sigur Kaj Leo Holm Johanne­ sen, løgmaður. Ólavsøkudag fer hann at halda sína seinastu ólavsøkurøðu, í hvussu so er í hesum valskeiðnum. Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum løgmaður seint í 2008, og hetta er sostatt sjeyndu ferð, hann heldur ólavsøkurøðu fyri Løgtingi, landstýri og allari tjóðini. Pílarnir vísa rætta vegin Løgmaður sigur, at tey fyrstu árini, hann helt ólavsøkurøðuna, vóru tær merktar av kreppuni í samfelagnum. Men nú sær munandi ljósari út og pílarnir vísa tann rætta vegin. – Vit eru komin úr nógvum mót­ vindi fyri nøkrum árum síðani, til rætt­iligan undanvind hesi seinastu árini. Tað gongur rættiliga væl hjá nógv­um vinnugreinum, og ein partur av ólav­søkurøðuni verður bygd upp rundan um tað. – Í dag er kenslan nógv øðrvísi, enn hon var tey fyrstu árini, tí tann ótryggleiki, sum gjøgnumsúrgaði alt samfelagið tá, er ikki til staðar longur. – Hinvegin er alneyðugt, at vit leggja okkum í geyma, at vit eiga framvegis at vera varin, tí ein høvuðsorsøk til, at tað gongur so væl, er, at náttúran er við okkum. – Og tað er einki at ivast í, at tað er nettupp í góðum tíðum, at vit eiga at ansa mest eftir. Tað eiga vit at hava lært av søguni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at í røðuni í ár fer hann at leggja dent á at tosa um tann setningin, samgongan setti sær at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. – Og seinastu tølini vísa, at tað fer at eydnast, um ikki í ár, so næsta ár, og tað verður ein høvuðsboðskapur í ólav­søkurøðuni, sigur hann. Í hesum valskeiðnum hevur sam­gongan verið fyri hørðum atfinningum, fyri at hon ikki er komin á mál við ætlanini at nýskipa fiskvinnuna. Løgmaður ásannar, at á hesum øki kom samgongan ikki á mál og tað er eisini ein spurningur, hann fer at taka upp í røðuni. Og hann ivast ikki í, at tann fremsta uppgávan hjá samgonguni eftir løgtingsvalið, verður nettupp at snikka eina nýggja fiskivinnuskipan til. – Men eg fari eisini at nema við ríkis­felagsskapin og inntøkur til før­ oyska samfelagið. Løgmaður sigur, at hann fer eisini at vísa á, hvønn týdning, familjan, sum stovnur, tí tað er avgjørt ein styrki í dagsins samfelagið. – Tað eru nøkur fólk, sum detta niður­ímillum og enda í fátækadømi, men beint eftir ólavsøku, fara vit at leggja uppskot fyri Løgtingi um at lyfta tey, sum eru allar ringast stødd, upp. – Ein boðskapur í ólavsøkurøðuni verður, at samfelagsins ríkidømið eigur at verða eitt sindur javnari býtt. – Men samfelagið megnar ikki at lyfta øll upp úr fátækadøminum, og her er tað, at familjan, skal vera ein nóg sterkur stovnur til at kunna vera við til at lofta teimum, sum detta niður­ímillum. Fátækadømi er ikki bara ein samfelagsligur spurningur. Tað er eisini ein spurningur um, hvussu familjurnar, mammur og pápar, raðfesta pengarnar, sigur hann. Harðar atfinningar Tað er eingin loyna, at løgmaður hev­ur sjálvur verið fyri hørðum at­ finn­ingum í sambandi við leiklutin í ætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Eitt er tað, at fólk eru ósamd við honum politiskt, og eitt er tað, at Hans Gammeltoft Hansen, er komin til tað úrslit, at hann hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. Men tann viðferðin, hann hevur fingið, er ikki fyri sartar sálir, har hann er kallaður bæði líkt og ólíkt. Løgmaður ásannar, at hetta er eitt mál, sum hevur fylt so nógv í polit­iska kjakinum, at tað slepst ikki undan at koma inn á tað í ólav­søku­ røðuni. – Eg havi gjørt mínar feilir, men eg ynski ikki mínum versta fígginda, at teir skulu fáa somu viðferð, eg havi fingið. Ongin eigur at verða útspiltur og niðurgjørdur alment, soleiðis, sum eg havi verið, tí tað hevur ikki verið sømiligt, sigur løgmaður. Omaneftir og niðaneftir Annars er ólavsøkan hjá løgmanni rættiliga siðbundin. Hann er ein av teimum fáu før­ oy­ingum, sum tað er álagt við lóg, at hann skal vera til arbeiðis ólav­ søku­dag, tá ið løgtingið verður sett, og hann skal tala fyri tjóðini um støð­una í samfelganum og kósina fram­eftir. Men umframt tað formliga, hevur hann eisini nakrar umboðandi leik­ lutir, eitt nú at handa steyp eftir kapp­róðurin. Annars heldur hann ikki, at ólavsøkuhaldið hjá honum er so nógv øðrvísi enn hjá so nógvum øðrum. – Mær dámar at hyggja at kapp­ róðri og at fótbólti, og vit plaga ofta at fara til vermóðir, sum borðeiðir við einum góðum bita. Annars dámar mær væl at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og Niels Finsensgøtu, sum so nógv onn­ ur gera at práta við fólk. Men hann ásannar, at tað kann taka rættiliga langa tíð, at koma av Kongabrúnni, niðan á Vaglið. - Tað kann saktans taka einar tveir, tríggjar tímar at koma av Kongabrúnni, niðan á Vaglið, og eg ivist ikki í, at á ólasøkuni hesa ferð, farið eg at fáa okkurt gott prátið um Eysturoyartunnilin, leggur hann skemtandi afturat. Vit hava verið í hørðum mótvindi, men nú eru vit komin í rættiligan undanvind og tað fer at seta dám á ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í ár Áki Bertholdsen Í ár verður tað nógv hugaligari » Eg ynski ikki yvir mínu verstu fíggindar, at teir skulu fáa somu viðferð, eg havi fingið« – Í dag er kenslan nógv øðrvísi, enn hon var tey fyrstu árini, eg helt ólavsøkurøðu, tí tann ótryggleiki, sum gjøgnumsúrgaði alt samfelagið tá, er ikki til staðar longur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen