týsdagur 21. juli 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
12
Ólavsøkan 2015
Í
ár er tað Ann Dahl Hansen,
prestur í dómkirkjuni í Havn, ið
skal halda prædikuna í kirkjuni
ólavsøkudag.
Hvør prestur, sum skal prædika,
fylgir eini ávísari raðfylgju, so at tað
altíð er tann prestur, ið hevur verið í
starvi longst, men ikki hevur hildið
prædiku á ólavsøku fyrr, sum eigur
tørn. Hetta merkir, at prestarnir vita
í mong ár frammanundan, nær teir
skulu prædika, og so varð eisini hjá
Ann Dahl Hansen.
– Jú, tað eru fleiri ár síðani, at eg
visti, at eg skuldi prædika á ólavsøku
2015. Tað er eisini so, at vit hava ein
eykamann kláran, um presti berst
undan ólavsøkudag. Tá er tað tann
prestur, sum skal prædika tvey ár
seinni, sum traðkar til, so hann má
eisini fyrireika seg. So eg havi longu
skrivað eina olavsøkuprædiku fyri
tveimum árum síðani, men tíbetur
kundi rætti presturin halda taluna
tað árið, sigur Ann Dahl Hansen,
sum varð sett í starv í 2008, og tí
er næst í røðini at halda ólavsøku-
prædikuna.
Hóast tað ikki verður almanna
kunngjørt, hvør prædikar á ólavsøku
fyrr enn í juni, so hevur hon longu
fyrireikað taluna í fleiri mánaðir.
Teksturin fylgir kirkjubókini og í
ár er tað skriftbrotið úr Matteus
evangelium kapittul 16, vers 24 til 27.
– Hetta er ein sera rannsakandi
tekstur, og eg havi arbeitt nógv við
honum. Jesus tosar um at avnokta
seg sjálvan, at taka upp kross sín og
at lata sítt lív. Eg haldi hetta er ein
sera viðkomandi tekstur fyri okkara
tíð, sigur hon.
– Hóast eg havi ein ásettan tekst
at halda meg til, biði eg altíð Gud
um at geva mær ein boðskap at bera
kirkjufólkinum, og tað trúgvi eg eis
ini, at eg havi fingið hesaferð, sigur
Ann Dahl Hansen.
– vit hava tað gott her í Føroyum
og umstøðurnar at vera trúgvandi
er nógv betri enn í mongum øðrum
londum. Her hugsi eg um, at vit
kunnu savnast frítt um Guds Orð,
uttan at óttast at vera forfylgd ella
dripin fyri okkara trúgv. Kortini eri
eg farin at spyrja meg sjálva, er tað
so lætt at vera kristin í Føroyum í
dag, sæð í ljósinum av tekstinum
til prædikuna í ár, hugleiðir Ann
Dahl Hansen um, uttan at vit skulu
avdúka over nógv um ólavsøku-
prædikuna.
Hendan ólavsøkan verður sjálv
andi nógv merkt av, at hon sjálv skal
prædika, men annars verður hon
væntandi sum flest aðrar ólavsøkur
fyri Ann Dahl Hansen og familjuna.
– Ólavsøkurnar hjá okkum eru
ofta merktar av størvunum hjá mær
og manninum. Hann tekur ofta upp,
tá ólavsøkan verður sett, meðan eg
gangi skrúðgongu ólavsøkudag. Ann
ars hava vit nøkur føst støð, vit plaga
at vitja, eins og at vit ofta standa í
básum fyri ymisk ítróttarfeløg. Eftir
setanina ólavsøkuaftan hevur verið
fastur siður at fara niðan til okkara
til ein drekkamunn, og tá støkkur øll
familjan ofta inn á gólvið. Í ár verið
eg neyvan tann, ið situr longst uppi,
men tey skulu tó vera hjartaliga væl
komin at vitja kortini, greiðir Ann
Dahl Hansen frá.
Alt verður tó ikki gleði og gleimur
á ólavsøku. Ann Dahl Hansen sigur,
at nú eru brátt trý ár liðin, síðani
mamma hennara andaðist.
– Hon setti sín dám á ólavsøkur
okkara, meðann hon var hjá okkum.
Hon og øll familjan hava eisini altíð
stuðlað mær í mínum prestakalli, og
hon var ómetaliga stolt av, at eg var
vorðin prestur. Hon hevði heilt víst
sitið í kirkjuni ólavsøkudag, um hon
enn varð her, so eg vænti, eg fari at
bera henni eina heilsu, tá eg skal
prædika, sigur Ann Dahl Hansen at
enda.
Ann Dahl Hansen sigur, at familjan hevur altíð spælt ein týdningarmiklan leiklut í
hennara starvi, og tí fer hon at minnast mammu sína, tá hon skal prædika á ólavsøku
Danjal av Rana, danjal@sosialurin.fo
Fari at minnast mammu
» Ólavsøkurnar hjá okkum eru ofta merktar
av størvunum hjá mær og manninum. Hann
tekur ofta upp, tá ólavsøkan verður sett,
meðan eg gangi skrúðgongu ólavsøkudag«
Matt. - Kapittul 16
v24 Tá segði Jesus við lærisveinar
Sínar: "Vil onkur koma aftan á
Mær, má hann avnokta seg sjálvan
og taka upp kross sín og fylgja
Mær.
v25 Tí tann, sum vil bjarga
lívinum, skal missa tað; men tann,
sum missir lív sítt fyri Mína skuld,
skal finna tað.
v26 Tí hvat batar tað
menniskjanum, um tað vinnur
allan heimin, men má lata sál sína
afturfyri! Ella hvat kann menniskja
geva aftur fyri sál sína!
v27 Menniskjasonurin skal koma
í dýrd Faðirs Síns við einglum
Sínum; og tá skal Hann lata ein
og hvønn fáa aftur eftir atburði
hansara.