Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 14 Ólavsøkan 2015 Í ár eru níggju ár síðani, at Rás2 fyrstu ferð skipaði fyri skemti og tónleiki á Ólavsøku. Longu fyrsta árið varð greitt, at undirtøkan fyri til­tak­inum var so mikið stór, at av­ gjørt varð at skipa tiltakið sum ein aftur­vendandi part av Ólav­søkuni. Hvørt ár savnast fleiri túsund fólk í Vágsbotni 29. juli millum klokkan 22.00 og 23.00, og á skránni er hvørt ár skemt við eitt nú Pipar&Salt, Hilmar Jan Hansen og øðrum, og tvey tónleikainnsløg. Áður hava eitt nú Frændur, Páll Finnur Páll, Signar í Homrum, Kim Hansen og Terji Rasmussen, Nalja og onnur framført á pallinum uttan­fyri rásarúmið hjá Rás2 í Miðla­hús­inum. Seinnu árini hevur verið siðvenja, at Rás2 og Miðlahúsið skipa fyri stórum ólavsøkubrakið 29. juli, og soleiðis verður aftur í ár Ólavsøkubrak í Vágsbotni aftur í ár Ó lavsøkugestir hava eina ør­grynnu av møgu­leik­ um at velja ímillum, tá ið tey skulu stuttleika sær ella stytta sær stundir á ólavsøku. Til­ boð­ini í ólavsøkuskránni eru mong og fjølbroytt. Strekkir seg yvir fleiri dagar Skráin byrjar longu leygardagin 25. Juli, tá ið millum annað stóra tón­ leika­tiltakið Tórsfest er á skránni um­ framt bryggjudans í Vágsbotni. Hetta er bert fyrsti dagurin av nógvum, sum skráin strekkir seg yvir, og hóast tað sjálvsagt er mest á skránni ólavsøkuaftan og ólav­ søku­dag, so er okkurt forvitnis­ligt á skránni hvønn einasta dag. Havnar Kirkja verður tikin í brúk aftur Sunnudagin er eisini ymiskt á skránni, og kanska tað mest forvitnis­ liga hendan dagin er guðstænastan í Havnar Kirkju. Sum tey flestu iva­ leyst vita, so hevur í rúma tíð verið arbeitt við at umvæla og dagføra Havnar Kirkju, og kirkjan hevur ikki verið brúkt í rúma tíð. Men sunnudagin verður hon tikin alment í brúk aftur eftir um­ væl­ingina, og tað verður við guðs­ tæn­astu klokkan 11, har Jógvan Fríðriks­son, biskuppur, fer at hava guðs­tæn­astuna. Faroe Pride og kapprenning Mánadagin 27. juli man størsta til­ takið uttan iva verða Faroe Pride, sum LGBT-felagsskapurin skipar fyri. Stóra skrúðgongan byrjar við Tórs­vøll mánadagin klokkan 15, og hon endar niðri á tivoli-økinum á Skála­trøð, har ein konsert eisini verður við nøvnum so sum Enekk, Hulda og Dennis Agerblad. Seinni mánakvøldið verður árliga ólavsøkurenningin. Lagt verður til brots á Skálatrøð klokkan 18.30, og tað eru bæði børn og vaksin, sum fara at kappast. Fólkafundur og svimjing á sjónum Ólavsøkuaftan er kappróðurin og sjálv setanin størstu einstøku hend­ ingar­nar, men nógv annað áhugavert er eisini á skránni. Tá ið kappróðurin endar vænt­andi umleið klokkan 17.30, skipar Havnar Svimjifelag fyri kapp­svimj­ing av molanum og inn undir Havna­skriv­ stovuna. Um somu tíð verður eisini Fólka­ fundur á Háskúlanum, har Hansina Iversen, listakvinna, fer at halda røðu. Frelsunarherurin og midnáttarsangur Sjálvan ólavsøkudag er skrúðgongan, guðstænastan, ólavsøkusangurin framman fyri tinghúsið og løgmans­ røðan hæddarpunktið hjá mongum, men onnur ting eru eisini á skránni. Eingin ólavsøka uttan Frelsunar­ herin. Klokkan 17 ólavsøkudag fer Frelsunarherurin skrúðgongu úr felagshølunum í Tórsgøtu oman á Vaglið, har tey fara at hava útimøti. Seinni um kvøldið verður fyrst stóra tiltakið hjá Miðlahúsinum við sangi og undirhaldi í Vágsbotni, sum vanliga savnar fleiri túsundtals fólk, og á midnátt verður so tann væl­um­ tókti midnáttarsangurin. Nógv annað forvitnisligt er á skránni um ólavsøkuna, og øll skráin er at síggja aðrastaðnis her í blað­ num. Neyvan nakrantíð áður hava so nógv tiltøk av ymsum slag verið á skránni á ólavsøku, sum tað er í ár. Ólavsøkuskráin er størri enn nakrantíð Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Ólavsøkuskráin størri enn nakrantíð