Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 20 Ólavsøkan 2015 F ótbóltsáhugað hava onga orsøk at keða seg á ólavsøku. Fyri tey er tað ein dreyma­ støða, at heili tríggir dystir verða á spældir á ólavsøku í ár, og verða hesir allir dag um dag teir tríggjar dagarnar í høvuðsstaðnum. AB – NSÍ 27. juli, B36 – ÍF 28. juli og HB – FC Suðuroy 29. juli. Effodeildin hevur havt summarfrí í ein mánaða, og verða fyrstu dystirnir eftir summarsteðgin altso á sjálvari ólavsøku. Hetta er eisini fyrsti dystur eftir at flytingarvindeygað er latið aftur, og sum vanligt er, so eru fleiri leikaraflytingar farnar fram. Tískil hava fjepparar og onnur møguleika at síggja nýggju leikararnar fyri fyrstu ferð á ólavsøku. NSÍ er favorittur Fyrsti dysturin á ólavsøku verður á Argjum, har AB fær vitjan av NSÍ. Fyrsti dysturin millum hesi bæði liðini endaði við harðvunnum 2-1-sigri til NSÍ heima við Løkin – ein dystur, har heili átta gul kort fullu og Jonhard Frederiksberg gjørdist sigursharri í 77. minutti. Í mun til undan summarsteðgin, so hevur AB broytt lutfalsliga nógv um hópin. Tróndur Jensen og Dion Splidt eru komnir afturat hópinum, eins og Sorin Anghel og Bárður Olsen eru byrjaðir aftur. Spennandi verður at síggja, um nakrir av hesum koma í spæl, meðan tað somuleiðis verður spennandi, um NSÍ fer at senda heimafturvenda veteranin, Christian Høgna Jacobsen, á vøllin. Støðan er nýggj hjá NSÍ, sum eftir at hava verið eltir í nógv umfør, nú sjálvir eru farnir at elta. Líkindini fyri sigri skuldi verið góð, tí søgan sigur, at NSÍ hevur sera gott tak á AB. Í fjør vann NSÍ allar dystirnar ímóti AB, harav tann eini endaði við knúsandi 7-0-sigri til NSÍ á Argjum. ÍF kann arga Í B36-leguni og runt um hana man tað kennast sum ein lætti, at tað loksins hevur eydnast at vinna seg upp á ovastu rók, sum jú er málsetningurin hjá verandi meistarunum. Við fremsta plássinum fylgir tó eisini eitt trýst, tí NSÍ, Víkingur og HB hava framvegis B36 í eygsjón og nú nærkast eisini endaspurturin, har hvørt einasta stig er sera umráðandi. Ólavsøkuaftan kemur ÍF á vitjan. ÍF kann væl finna upp á at argað, tí einasti dystur, sum B36 hevur tapt í Effodeildini í ár, er ímóti ÍF. Tað var 19. apríl í Fuglafirði, har ÍF vann 3-1. ÍF hevur møguleika at geva Boga R. Petersen comeback í ÍF eftir at hann júst er vendur heimaftur úr Danmark. B36-arar gleða seg uttan iva til um teir munnu fara at síggja nýggja framrættaða leikaran, Philip Lund, sum seinast hevur spælt í USA og fekst til vega í evstu løtu sum avloysari fyri Ibrahima Camara, sum varð koyrdur á næstbesta liðði og nú hevur valt at fara til Giza/Hoyvík í 2. deild. Dysturin ímillum B36 og ÍF verður spældur á nýggja graslíkinum á Ovara Vølli ólavsøkuaftan kl.18.00. Símun ímóti HB Eftir fimm og eitt hálvt kappingarár í HB verður tað øðrvísi at síggja, at Símun Samuelsen skal spæla ímóti HB. 30 ára gamli fyrrverandi landsliðsleikarin er júst farin aftur til barndómsfelagið, FC Suðuroy, og tað fløskar seg soleiðis, at hann fær comeback júst ímóti HB í Gundadali. FC Suðuroy hevur staðið seg væl undan summarsteðginum og er fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Teir hava helst betri ráð at tapa dystin enn HB, sum kann missa sambandið við oddastríðið um teir ikki koma seg væl úr summarsteðginum. Símun Samuelsen hevur í ár ikki spælt stóran leiklut í HB, so helst eru tað bara fleiri streingir atspæla upp á, nú Heini Vatnsdal og Rókur av Fløtum Jespersen eru lagdir afturat hópinum. Kravið hjá høvuðsstaðarfelagnum er uttan iva ein sigur, tá ið dysturin ímóti FC Suðuroy byrjar ólavsøkuaftan kl.16.00. Tað verður ríkiligt av fótbólti á ólavsøku. Øll høvuðsstaðarfeløgini hava heimadystir um ólavsøkuna, og umframt spennandi dystir, so gleða fleiri seg helst til at fótbólturin nú aftur vaknar úr summarsteðginum. Hetta verður harumframt fyrsti møguleiki at síggja nakrar av nýggju og heimafturvendu leikarunum. Nógvir dystir á ólavsøku Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen