Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 22 Ólavsøkan 2015 T að var á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandi Føroya í 1963, at tað varð samtykt, at nú skuldi farast undir kappingar um FM í kappróðri. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia 30. november, og tá varð samtykt, at tað ein sunnudag eftir ólavsøku skuldi kappast um FM heitið. Talan var bara um fýra kappingar: 5-mannafør við dreingjum, 5-mannafør við kvinnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Kappingin varð fyriskipað ein sunnudag um miðjan august, og tað var ÍSF, sum fyriskipaði kappingina, sum var sonn finala, eftir at allir hinir róðrarnir høvdu verið frá norðoyastevnu av og fram til á ólavsøku. Fyrrapartin av seksti árunum vóru ofta nógvir luttakarar í róðrunum. Treytin fyri at luttaka í sjálvum FM róðrinum var, at bátur skuldi hava luttikið í minst trimum stevnum og ikki hava verið aftari enn nummar fýra í miðal. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skuldi ikki bera til hjá báti bara at dúva upp á FM finaluróðurin. Allir luttakararnir í FM róðrinum skuldu hava tikið lut í róðrunum fyrr á sumrinum. Dentur varð lagdur á, at FM róðurin skuldi vera fyriskipaður, har tað var streymloysi. FM kappingar av hesum slagnum vóru í níggju ár – frá 1964 og fram til 1972, tá ið tað varð avrátt, at nú skuldu allir róðrarnir telja við í FM kappingini. Tann skipanin hevur verið galdandi síðani 1973. Hesi níggju árini varð fleiri ferðir kappast á Skála, og FM kappingar vóru eisini aðra staðni, eitt nú í Sørvági, Fuglafirði og á Trongisvági, har tað varð róð innast av vánni og úteftir – sum á jóansøku í ár. Yvirlitið yvir FM vinnarar hesi níggju árini vísir, at bygdir og øki hava verið frammarlaga í kappróðri, sum ikki longur taka lut. Eitt nú vann Skálabáturin kappingina millum 10-mannaførini í fýra ár á rað, Árnfirðingur vann kappingina millum 8-mannaførini tríggjar ferðir á rað, og Dúgvan úr Sørvági vann kappingina millum 5-mannaførini við dreingjum tríggjar ferðir á rað. Nú er langt síðani, at gøtumenn vóru við í kappróðri. Áðrenn GÍ rættuliga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Skurin og 8-mannafarið Gøtu Tróndur millum FM vinnararnar. Tað eru eisini nógv ár síðani, at toftamenn luttóku í kappróðri. Áðrenn B68 rættuliga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Ternan og 8-mannafarið Toftabáturin millum FM vinnararnar. Miðskeiðis í seksti árunum vóru manningarnar á Fípuni Føgru við kvinnum og Tjaldrinum við dreingjum tiltiknar og stinnar. Serligan ans vakti tað, tá ið smáplássini rættuliga gjørdu um seg. Árnfirðingur og Árnafjørður vóru nógv umrødd í seksti árunum, og Kvívík og Kvívíkingur og Oyndri og Oyndarfjørður komu rættuliga fram í sjeyti árunum. Tað vakti ikki minni ans, tá ið Sumbingur vann FM í kappingini millum 10-mannaførini í 1964, og tá ið Norðingur hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli vann somu kapping bæði í 1965 og 1966! Fípan Fagra, Dúgvan, Árnfirðingur og Skálabáturin vunnu flest FM tey níggju árini, tá ið tað bara var í einum róðri, at FM kappingin varð avgjørd Fyrstu tøkini í FM kappingin Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen 10-mannafør 1 Drekin Reyði.................39 2 Klaksvíkingur...............38 3 Havnarbáturin..............31 4 Ormurin Langi..............24 5 Nólsoyingurin..............18 6 Hvítravnur......................2 7 Skálabáturin..................1 8-mannafør 1 Argjabáturin.................39 1 Heiðabáturin................39 3 Tofta Regin..................20 1 Tvørabáturin................39 2 Páll Fangi.....................32 3 Rádni.............................29 4 Jarnbardur....................21 5 Lómur...........................20 6 Hvessingur...................17 7 Smyril..............................5 8 Herningur.......................4 9 Gongurólvur...................1 5-mannafør, kvinnur 1 Erla Kongsdóttir..........42 2 Ritan.............................33 2 Teistin...........................33 4 Drekin...........................22 5 Ørnin.............................16 6 Sílið...............................10 7 Jallurin............................4 FM kappróður – støðan undan ólav­søkuróðrinum 2015 FM vinnarar 1964-1972 5-mannafør kvinnur 5-mannafør dreingir 8-mannafør 10-mannafør 1964 Erla Kongsdóttir Fípan Fagra Sølmundur Sumbingur 1965 Fípan Fagra Tjaldrið Miðvingur Norðingur 1966 Fípan Fagra Tjaldrið Árnfirðingur Norðingur 1967 Fípan Fagra Havfrúgvin Árnfirðingur Havnarbáturin 1968 Ternan Tjaldrið Árnfirðingur Fuglfirðingur 1969 Fípan Fagra Dúgvan Kvívíkingur Skálabáturin 1970 Royndin Fríða Dúgvan Sørvingur Skálabáturin 1971 Dúgvan Toftabáturin Skálabáturin 1972 Tjaldrið Skurin Gøtu Tróndur Skálabáturin 5-mannafør, gentur 1 Firvaldur.......................42 2 Fípan Fagra..................32 3 Jallurin..........................30 4 Silja...............................28 5 Sílið...............................18 6 Spógvin.........................11 7 Blikur..............................6 8 Teistin.............................1 9 Dúgvan...........................0 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbadur......................14 2 Gongurólvur.................12 5-mannafør, dreingir 1 Frúgvin..........................38 2 Sílið...............................37 3 Tjaldrið.........................33 4 Beinta...........................21 5 Kollur............................18 6 Ternan...........................11 7 Blikur..............................7 8 Hulda..............................2