Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 26 Ólavsøkan 2015 T óra við Keldu, sum er lærari og forkvinna í »Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroy­ um«, skal seta ársins ólav­ søku. Kvinnan úr Klaksvík hevur verið virkin í samfelagskjaki í fleiri ár, og nú er hon biðin um at seta ólavsøkuna – tjóðarhátiðina, ið verður hildin í høvuðsstaðnum. Hvussu kennist at verða biðin um at seta ólavsøku? – Hetta var nakað óvæntað, men eg var glað at verða biðin um at seta ólav­søkuna 2015. Nú, tá ið eg havi fingið nakrar vikur at hugsa meg um og vant meg við tankan, so kenni eg heiðurin stóran og síggi møgu­leikan at standa andlit til andlit við føroy­ ingar at eggja og seta orð á viður­ skifti, sum hava týdning fyri føroy­ ing­ar og samfelagið alt. Hetta er jú løtan, tá ið føroyingar steðga á og hugsa um samleika, hvørji vit eru og vilja vera. Hvat heldur tú ólavsøka umboðar? – Ólavsøkan er serstøk hátíð, og føroy­ingar hava í ættarlið hátíðar­ hildið sambandið millum kristindóm og politik, dagin tá norski kongurin fall á Stiklastøðum 29. juli 1030. Tá savn­ast flestu føroyingar, fleiri á miðl­unum, tingfólk, landsstýrisfolk, embætis­fólk, prestar og bispur í skrúð­gongu til guðstænastu, og síðani verður Løgtingið sett. Við átrúnaði, politikki, mentan, veitsluróma, spent­um ítróttaranda, vinsemi og familju­hugna í hásæti eru dagarnir eisini ein kærkomin steðgur og á okran hátt endin á summarfrítíðini. – At føroyingar kalla ólavsøku tjóðar­hátíð kann onkuntíð undra. Um Føroyar eru ein tjóð, kunnu vit í ávísum viðurskiftum seta spurnar­ tekin við. Vit hava okkara egna mál, egnu mentan og Merkið. Tó er før­ oyski samleikin ofta tvíbýttur og ger okkum oftan flógv ella eisini tví­býtt í tjóðskapi okkara. Hugsi, at føroy­ ingar áttu at verið eins góðir við før­ oyska tjóðskapin og ólavsøkuna. Hvat er tað besta við ólavsøku? – Frídagar, har familjan kann vera saman til hugna og gaman, eru altíð góðir. Mær dámar væl at hoyra felags­ sangin og kórsang í Dóm­kirkjuni og at fylgja við í Kringvarpinum annars, hvat hendir í ítrótti, mentan, og hvat rørir seg í føroysku fólkasálini. Hvat er minni gott við ólavsøku? – Dugi ikki at hugsa um nakað, sum er minni gott við ólavsøkuni. Ólavsøka snýr seg nógv um at verða saman og finna saman. Hvussu passar hetta inn í okkara tíð? – At vera saman og finna saman pass­ar inn í eina og hvørja tíð til øll menn­iskju, tørvurin er púra tíðar­ leys­ur. Vit eru sosialar verur, og hetta merkir eisini, at hetta meira ella minni er avgjørd fyritreyt, um vit skulu kenna okkum væl. Vit læra at vera menn­isku við at vera saman við menn­iskjum. – Ólavsøkudagarnir eru serliga dagar­nir, tá ið føroyingar møta vin­ um og kenningum, sum teir annars kanska ikki síggja so ofta. Tað hevur sjálvandi eisini stóran týdning, hetta er festligt, og stuttligt er at síggja kenda andlit aftur. Hvønn týdning leggur tú í, at fólk hittast á gøtum og heimum – og ikki bert umvegis sosialar miðlar? – Sosialu miðlarnir eru genialir, men kunnu ikki setast ístaðin fyri at vera saman andlit til andlit. Sam­tíð okkara er rík í møguleikum, tó gevur hon bæði vaksnum og børnum nýggjar avbjóðingar. Sum so er tað einki nýtt, at við tíðini koma nýggjar av­bjóð­ ingar, heldur er tað ein sannroynd. Samfelagið er tó ótrúliga nógv broytt bara seinastu 30 árini t.d. við sosialu miðlunum. Avbjóðingin er at finna javnvágina í at vera á og vera av. – Í øllum hesum kunnu summar­ stevnurnar vera ein kærkomin karmur um at møta vinum og kenningum og passar væl inn í okkara tíð. Tó hugsi eg, at tað grundleggjandi hevur størsta týdningin, at vit eru saman og finna saman í gerandisdegnum. Hvat forhold hevur tú sjálv til ólavsøku? – Ólavsøkan er ein hugnaligt hátíð. Havi ikki so ofta verið í høvuðs­stað­ num hesar dagarnar. Haldi, at tað eru so nógv fólk, og eg dugi eitt sind­ur illa leysaprát, so mær dámar betur at njóta høvðusstaðin, tá ið hann ikki er so fullur av fólki. Tó hava vit altíð hugnað okkum heima, hetta eru frídagar, og miðlarnir eru óførir at miðla út til okkum, sum eru aðra­ staðni enn har, tað gongur fyri seg. Verður hendan ólavsøkan øðrvísi fyri teg? – Ja, hendan ólavsøkan verður øðr­ vísi og nakað heilt serligt fyri meg. Eg eri eyðmjúk um heiðurin at seta ólavsøkuna 2015. Føroysku klæðini leggja klár, og eg eri so smátt farin at venja meg við tankan um at ganga ímillum allar føroyingarnar, sum koma á ólavsøku. – Hetta er jú løtan, tá ið føroyingar steðga á og hugsa um samleika, hvørji vit eru og vilja vera, sigur Tóra við Keldu, sum skal seta ársins ólavsøku. Hon var bilsin, men glað um at verða biðin at halda røðu til setanina Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Ólavsøka fær okkum at hugsa um samleika – Sosialu miðlarnir eru genialir, men kunnu ikki setast ístaðin fyri at vera saman andlit til andlit, sigur Tóra við Keldu, sum í ár skal halda eina serstaka ólavsøku