týsdagur 21. juli 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
36
Ólavsøkan 2015
Vit eru á
A
ftur í ár verður stórt tivoli
á parkeringsøkinum á
Skálatrøð í Havn. Tað er
Tórshavnar Ítróttarráð,
ið er felagsskapur umboðandi øll
ítróttarfeløg í Havnini, sum hevur
ábyrgdina av stóra tivoli-økinum
á Skálatrøð, og har verður mangt
ymiskt á skránni.
Tivoli fer í ár at umfata eitt nú
hoppiland, te-koppar, karusell,
trampolinir, fiskibrunnur, byrsur
og masakinbyrsur, el-tarvur, bátar,
pílakast, tombola og mangt annað.
Ein pallur verður eisini á økinum
við Skálatrøð, og har fer mangt ymiskt
fram á pallinum. Ólavsøkuaftan
verður fyrst barnaundirhald, og
seinni verða bæði Kúllarnir og Eyðun
Nolsøe at hoyra og síggja á pallinum.
Ólavsøkudag verða Kúllarnir
aftur á pallinum umframt eitt ser
stakt barnaundirhald.
Tivoli-økið á Skálatrøð er umframt
ólavsøkuaftan og ólavsøkudag eisini
opið mánakvøldið 27. Juli.
Sum áðurnevnt er nógv undirhald
á økinum, men harumframt fer tað
sjálvsagt eisini at bera til at keypa
sær okkurt gott bæði at eta og drekka
á økinum.
Tórshavnar Ítróttarráð stendur
fyri tivoli-økinum, og tað merkir, at
inntøkurnar fara óskerdar til ymsu
ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum,
sum eru limir í Tórshavnar Ítróttar
ráð.
Aftur í ár verður tað Skálatrøð, sum verður
miðdepil fyri ein stóran part av tí, sum børnini
tíma best at stuttleika sær við á ólavsøku
Skálatrøð verður aftur
í ár miðdepilin