týsdagur 21. juli 2015síða 74
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
50
Ólavsøkan 2015
T
ey flestu, ið hava verið
umborð á Norðlýsinum,
hava eisini roynt kendu
fiskasuppuna hjá Birgir
Enni. Ólavsøkugestirnir verða ikki
snýtt fyri suppuna, tí hon er millum
tingini, ið standa á matseðlinum á
tjóðarhátíðini.
Vit fara at liggja við bryggju í
Vágsbotni, har fólk fáa høvi at vitja
umborð. Eitt telt verður sett upp
frammanfyri sluppina, og so bjóða
vit fólki tí kendu fiskasuppuna og
okkurt annað til matna. Tað plagar
at verða væl vitjað, greiðir Birgir
Enni frá.
Hóast skiparin ikki fær stundir til
at ganga sær ein túr í býin, so úti
lokar hann ikki, at hann ikki fer ein
náttartúr við Norðlýsinum í Nóls
oyarfjørð.
Onkuntíð hava vit verið ein túr
úti við Norðlýsinum við gestum, so
møguliga verður ein túrur gjørdur
út í Nólsoyarfjørð. Um so verður, so
verður tað seint út á náttina.
Birgir Enni sigur, at orkan ikki er
til at gera nógv annað á Ólavsøku,
tá man arbeiðir allan dagin við at
gera mat.
– Tað er øgiliga nógv fyrireiking
og annað, ið skal til, tá man ger mat
til so nógv fólk. Upptakið er eisini
stórt hvørt kvøld, so man arbeiðir
frá tí sólin rísur í eystri til hon setur
í vestri. Tá er orkan ikki til at gera
nógv annað á Ólavsøku, sigur hann
at enda.
Mynd: Finnur Justinussen
Eg fari at gera tað sama, ið eg geri hvørja Ólavsøku. Eg brúki hana alla sum
hon í Vágsbotni, har Norðlýsið liggur. Sum vanligt fara vit at bjóða gestum
mat og annað. Tað sigur Birgir Enni, skipari umborð á Norðlýsinum, tá
hann verður spurdur um, hvussu hann ætlar at halda Ólavsøkuna í ár
Hallur av Rana
Birgir Enni arbeiðir alla Ólavsøkuna
» Eitt telt verður sett upp framman
fyri sluppina, og so bjóða vit
fólki tí kendu fiskasuppuna«