Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Eirikur Lindesnkov eirikur@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 24. juli 2015 Ólavsøkudag savnast stór mannfjøld á Vaglinum í Havn at syngja felagssang. Midnáttarsangurin á ólavsøku er eitt tað størsta tiltakið í føroyska summarinum, og sjálvt fyri føroyingar kann løtan tykjast stórsligin og hugtakandi – fyri ikki at tala um útlendsku gestirnar, sum uppliva løtuna. Hóast sangløtan ikki er gomul traditión, er hon blivin traditión við gamlari siðvenju í miðdeplinum. Føroyingar tíma væl og duga væl felagssang – líkmikið um tað er í smærri samankomstum, í samkomum og kirkjum, ella sum á ólavsøku mitt í høvuðsstaðnum mitt í Føroyum. Sangheftið til ársins sangløtu staðfestir, at sangvalið er ein endurtøka av undanfarnu sangløtum. Eldri sangir, sum eru væl og virðiliga trykkroyndir til felagssang, eru aftur í ár á skránni. Sangir sum Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt, Sildavalsurin, Kom og dansa og Dýrd á vík og vág. Sangvalið er rættiliga traditionelt – og afturlítandi. Tað er ivaleyst ein av stóru styrkjunum við sangløtuni at fólk kenna sangirnar og duga at syngja teir frá byrjan til enda. Men eitthvørt tiltak, sum heldur so fast um tað traditionella, er í vanda fyri at renna seg fast, og nú eru tað tey, ið hava hug at finnast at sangvalinum, tí tað er so afturlítandi og endurtakandi. Róð verður fram undir, at tað mangla nýggjari sangir í sangskránni. Sangir, sum eins væl og teir gomlu, eru góðir at brúka sum felagssangur, kundi verið tiknir við. Hinvegin vísa onnur á, at júst styrkin við sangløtuni er, at fólk duga sangirnar til fulnar, og endurtøkur eru ikki av tí ringa. Tað er í lagi, at sangløtan á ólavsøku er afturlítandi og brúka teir góðu, gomlu sangirnar, men hinvegin hevði tað verið uppaftur meiri spennandi, um sangløtan peikaði eitt sindur fram eftir eisini. Eingin tosar um at kollvelta sangløtuna, tí so vita vit, at hon dettur niðurfyri, men tað er eitt gott hugskot at sníkja onkrar nýggjari sangir inni í sangvalið. Í løtuni er ein einstakur nýggjur sangur uppi í rúgvuni, og sjálvandi finnast aðrir sangir, sum eru kendir og góðir at syngja í felag. Onkursvegna er tað eisini ein ábyrgd hjá teimum, ið stíla fyri felagssanginum, at geva fólki møguleikan at syngja og læra at syngja onkrar nýggjari sangir. Hvørjir hesir sangir skuldu verið kann verða eitt størri kjak, men prinsippið um at skifta ein minni part av sangheftinum út á hvørjum ári, hevði verið eitt gott hugskot. Við at royna onkrar av nýggjaru sangunum, hevði eisini borið til vita, hvørjir teirra riggað til felagssang av hesum slagi. Fólk frá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd ansa ikki bara eftir grind, nú tey eru her í Føroyum. Tey brúka nógva tíð upp á at ringja til løgregluna at boða frá øllum handa slagi, sum tey halda, ikki er, sum tað eigur at vera. Ein dagin ringdi tey og boðaðu frá onkrari undrunarsamari dálking – sum vísti seg at vera avlopsmjólk, sum var runnið ígjøgnum kloakkirnar, og á sjógv. Annars ringja tey og boða frá, at nú hava tey sæð ein enda í sjónum, ella ein boyðu, og so vilja tey hava at vita, hvør tekur sær av tí, sigur løgreglan. Ein dagin ringdu tey at boða frá olju­ dálking á sjónum á Langasandi. Tað varð kannað, men sløkkiliðsfólkini mettu, at talan var um minni enn ein desilitur av olju. Og ein annan dagin ringdu tey og boðaðu frá, at tey høvdu sæð eina nýsu á Borðoyarvík, men tey hildu, at ein bátur mundi hava siglt á hana, tí hon sá út til at vera ússalig. Tey vildu hava djóralækna at kanna málið, men løgreglan fekk greitt teimum frá, at tað bar so ikki til. Síðani Kópakonan var avdúkað í Kalsoynni 1. august í fjør, hevur strandfaraskipið Sam flutt nógv meira ferðafólk millum Klaksvík og Syðradal Frá januar til juni í ár flutti Sam 21.820 ferðafólk – hetta vóru 4.727 fólk fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin svarar til 28 prosent. Størsti mánaðin higartil í ár var juni mán­aður, tá ið Sam flutti 5.197 fólk um Kalsoyarfjørð. Summarferia og ferðafólk eru sjálvandi orsøk til, at juni mánaði er so stórur, og roknað verður við, at tølini fyri juli og august verða rættiliga stór eisini. Ein trupulleiki, sum er blivin størri av hesari orsøk, er kapasiteturin hjá Sam. Tað er blivið alt meiri vanligt, at bilar standa eftir, tí pláss ikki er umborð á Sam. Hetta hevur styrkt ynskið um, at Kalsoyarleiðin fær eina nýggjari og størri ferju. Traditión við framtíð Kima løgregluna niður Sam flytir nógv meiri fólk Sea Shepherd Les eisini blaðið á telefonini Tey eldru heima sum longst Ása Róin síða 18-19 Pride fyri alla familjuna Sonja Jógvansdóttir síða 10-11 Visti tú? At seinastu fimm árini hava 29 gentur fingið navnið Eva Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000