Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 4 Spurningurin er, um nýggjari sangir skulu takast við í midnáttarsangin á ólavsøku Ólavsøka er fyri framman, og eitt av mest savnandi tiltøkunum er felagssangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld. Tá savnast túsundtals fólk at syngja saman eina løtu. Tórshavnar kommuna hevur júst lagt sanghefti til felagssangin í ár út á heimasíðuna, og har ber til at staðfesta, at talan er um teir somu sangirnar, sum sungnir hava verið undanfarin ár. Sangir sum Dýrd á vík og vág, Land mítt, Nú menur náttin við smærur, Kom og dansa, So vakrar moyggjar, Sildavalsurin og Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt. Tað hevur skapt kjak á Facebook um, hvørt sangvalið er ov traditionelt, ella um tað nevniliga skulu verða teir somu, gomlu sangirnir, ið verða sungnir ár eftir ár. Í kjakinum føra summi fram, at nýggjari sangbarir sangir áttu at sloppið upp í part, so tað ikki verður ein fullkomin endurtøka av sangvali hvørt ár. Tey meira varnu halda, at onkrir einstakir nýggjari sangir áttu at verið blandaðir upp í teir gomlu. Onnur føra fram, at eyðkennið og styrkin við sangløtuni er nevniliga, at hon hevur teir gomlu, kendu sangirnar á skránni, og at soleiðis skal tað verða. Onkur førir fram, at tað hevur verið roynt til okkurt høvi at velja nýggjari sangir, men tá var sera stór misnøgd við tað. Í øllum førum er greitt, at tað verða teir somu sangirnir, sum fólk á hesari ólavsøku sleppa at syngja umaftur. Petur Pólson, sum fyri hálvum ári síðani fekk heilabløðing, fegnast stórliga um, at hann stóð aftur á palli farna vikuskiftið Fyri umleið hálvum ári síðani fekk tónleikarin Petur Pólson eina heilabløðing, og hann var í skundi sendur til Danmarkar til viðgerðar. Hetta var ein ordans hvøkkur hjá honum og øllum, sum kenna hann. Tá ið bólkurin AVE, sum Petur er annar profilurin í, vann fleiri heiðurslønir á FMA tiltakinum í mars, var Petur staddur í Danmark til viðgerðar. Petur Pólson er komin væl fyri seg eftir tilburðin, og eygarkvøldið gjørdi hann comeback á palli. Bólkurin AVE hevði eina frálíka framførslu á G! festivalinum, og Petur Pólson var í góðum formi. – Tað kendist heilt einastandandi deiligt at vera aftur. At standa har saman við fólki, ein er góður við, og at gera tað, einum dámar, framman fyri fólki, einum dámar, á einum staði, ein elskar, er nakað serstakt, sigur Petur Pólson. – Áðrenn konsertina hugsaði eg kanska eitt sindur um, at eg hevði verið sjúkrameldaður og einki gjørt í meira enn eitt hálvt ár, men tað svann, tá alt byrjaði og kendist so væl, sigur hann. AVE fekk eftir framførsluna sonevnda Væl-á-veg heiðurslønina, sum umfatar luttøku á tiltakinum Iceland Airwaves í Reykjavík og ferðastuðul frá Atlantsflogi. Hósdagur Fríggjadagur Leygardagur 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s Seinnapartin: 3-8 m/s av norði, skýggjað, mjørki í støðum. Ælaveður, men seint seinnapartin klárari veður og nakað av sól. Hitin millum 10 og 12 stig – um náttina millum 7 og 10 stig. 3-8 m/s av norði, skiftandi skýloft og onkur æl. Hitin um dagin 10 stig, um náttina 7 stig. 3-8 m/s av norði, skiftandi skýloft og onkur æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig. Sunnudagin: 5-10 m/s av norði og útnyðringi, seinni mini vindur, um 6 m/s. Skýggjað, mest turt veður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig. Mánadagin: 3-8 m/s av norði, skiftandi skýloft og onkur æl. Hitin um 10 stig um dagin, um náttin millm 5 og 8 stig. Týsdagin: 3-8 m/s av norði og landnyðri. Mest turt veður og í løtum sólk. Hitin um dagin 10 stig, um náttina milum 5 og 8 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Tá tað kemur til stykkis so vilja vit, júst til felagssangin, hava tað gamla og kenda.« Sæð á Facebook: »Breaking news í KVF í fleiri dagar: Feilparkeraður bilur á G!« Í mai mánaði var nýggj løgtingslóg um grindadráp samtykt. Síðani er lógin broytt tvær ferðir. Lógin ásetur, hvussu grindadráp og dráp av øðrum smáhvali verður skipað. Í nýggju lógini eru neyvari og strangari ásetingar um, hvat skal henda, um fólk royna at forða grindadrápinum. Atgerðir hjá Sea Shepherd í fjør vóru orsøkin til, at grindalógin bleiv broytt – og samstundis gjørdist munari strangari. Mánadagin vóru tvey tey fyrstu fólkini tikin fyri brot á nýggju grindalógina, og nú verður bíðað eftir, at málið verður roynt í rættinum. Lógin, sum skipar dráp av grindahvali ella øðrum løgligum drápi av smáhvali Trolarin Næraberg sleppur ikki at taka fólk við við íslendska 12 fjórðinga markið. Íslendskir myndugleikar nokta teimum hetta orsaka av ósemju um makrelfiskiskapin. Tvey Sea Shepherd fólk verða handtikin í sambandi við grindaboð í Kalsoyarfirði. Tey verða skuldsett fyri brot á grindalógina. Ólavur Thom­sen er settur í starvið sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla. Lombini eru verri fyri í ár. Í miðal eru tey tvey kilo lættari enn í fjør. Vánaliga veðrið er helst høvuðsorsøkin. Grikski landsliðsvenjarin í fótbólti, Sergio Mark­ arian, ið stóð á odda fyri liðnum, tá ið tað tapti 2-1 móti Føroyum, hevur sagt seg úr starvi. Klaksvíkingur skal í ár seta ólavsøku – Tóra við Keldu, sum er forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hevur fingið heiðurin. Uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at frá 2010 til 2014 vóru nøvnini Rókur og Eva best umtóktu nøvnini í Føroyum. »Grinda­ lógin« Ósemja um sangval Comeback eftir heilabløðing Midnáttarsangur Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt fólk í Føroyum hava eftirnavnið Joensen 2.365 mangt og hvat Visti tú? Føroyar útfluttu uppsjóvarfisk fyri 493 mió. kr. fyrstu fimm mánaðirnar í ár Hvørjar sangir skulu fólk syngja á ólavsøku? Petur Pólson á palli á G! festivalinum Petur Pólson