hósdagur 23. juli 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
6
persónssøga
Tað tók mær fleiri ár at viðurkenna fyri mær sjálvum og øllum øðrum, at eg
eri samkyndur. Tað var ein tung og hørð tilgongd við happing, isolatión og
einum brennandi ynski um at broytast sum menniskja. Hevði eg sum ungur
kunnað valt samkyndleikan frá, hevði eg gjørt tað, men í dag eri eg glaður fyri
tað, sum mín kynsliga sannføring hevur givið mær sum persónur, sigur Eiler
Fagraklett, nevndarlimur í LGBT og aktivistur fyri rættindum hjá samkyndum
Eingin velur
at verða
samkyndur
Barbara Holm
T
á ið flest okkara hugsa um
LGBT og áhaldandi stríðið
hjá felagsskapinum, renn
ir stríðsmaðurin Eiler
Fagraklett mangan til hugs. Seinastu
árini hevur hann verið ein teirra, sum
hevur staðið á odda fyri LGBT og verið
røddin hjá samkyndum, tvíkyndum
og tvørkyndum í Føroyum. Hann
brennir fyri rættindunum hjá hesum
samfelagsbólkum, tað er greitt. Og
soleiðis er eisini hendan dagin, tá ið
Eiler vitjar í Miðlahúsinum til eitt
prát um hansara egnu upplivingar
sum samkyndur føroyingur.
– Altso, eg havi altíð vitað, eg var
øðrvísi, er tað fyrsta Eiler sigur, tá ið
hann skal seta orð á, nær hann fekk
varugan av, at hann ikki hevði somu
kynsligu tankar sum meirilutin av
øðrum dreingjum.
Og visti hann ikki, at hann var øðr
vísi, so fekk hann tað at vita. Mest av
øllum gjøgnum happing.
– Eg spældi mest við gentur og
hevði gentulig áhugamál. Eg var øðr
vísi og varð nógv happaður fyri hetta
øll míni barna- og ungdómsár, greiður
Eiler frá.
Hann varð kallaður líkt og ólíkt
av sínum javnaldrum, og tað førdi
við sær eina isolatión. Hann traðkaði
eitt fet aftur og valdi ofta heldur at
vera einsamallur enn at spæla við
onnur. Tey, sum ikki skiltu, hví
hann var øðrvísi.
– So byrjar man at leita eftir,
hvat tað er, sum er øðrvísi við
einum. Tú dettur fram á nógv
orð, men tú veit ikki reiðiliga,
hvat tað merkir. Hini børnini
vistu ikki, hvat tað, tey kallaðu
meg, merkti, og tað visti eg fyri so
vítt heldur ikki, sigur Eiler.
Tað var, sum vera man, tá kyns
búningin av álvara fór í gongd um 12-
13 ára aldurin, at Eiler varnaðist, hann
var øðrvísi enn hinir dreingirnir.
– Eg fann útav, at munurin millum
meg og aðrar dreingir var, at eg var
ikki seksuelt tiltrektur at kvinnum,
sigur Eiler.
Mínar lívslongu
avbjóðingar og
mín kynsliga
sannføring ger
tað munandi
lættari at
síggja heimin
gjøgnum ymisk
eygu – bæði
mannfólka- og
konufólkaeygu«
Eiler Fagraklett
LGBT
Framhald á næstu síðu
Vanligt verður sagt, at
millum 5 - 10% av fólkinum
eru samkynd, tvíkynd ella
tvørkynd. Tað eru fleiri kanningar
gjørdar um hetta í londunum kring
okkum, og úrslitini eru ymisk í
ymsu londunum, tó flest allar
kanningar vísa til eitt tal
millum 5 og 10%
Mynd: finnur jutsinussen / fotostudio