hósdagur 23. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
21
Søguligir bygningar í hugnaligum umhvørvi
til leigu til spennandi verkætlan
Hevur tú ein dreym um at skipa fyri onkrum spennandi tiltaki av mentanarligum
ella trivnaðarligum slag?
So hevur tú nú høvi at leiga faktorhúsini, pakkhúsini og hjallin hjá Kongaliga
handlinum í Vestmanna.
Útboðið verður skipað við tilboðum.
Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við tíðarætlan, og hvat ætlanin
ítøkiliga er at brúka bygningarnar til. Loyvt verður ikki at brúka bygningarnar til
fastan bústað, men kømur kunna leigast gestum í styttri tíðarskeið.
Nærri lýsing av treytum og øðrum viðurskiftum sæst á vestmanna.fo
Áhugað, ið ynskja at síggja bygningarnar, kunnu venda sær til
kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100.
Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi tann 15.
september 2015, kl. 12.00.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
350 Vestmanna