Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 Mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eirikur Lindenskov Redaktiónin red@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tekniska deild t@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Aftur í ár bjóðar Miðlahúsið ókeypis undirhald í Vágs­ botni á ólavsøku. Kendir tón­leikarar og undirhaldari standa fyri showinum í ár. Tað er blivin aftur­vend­ andi táttur, at Miðlahúsið bjóð­ar fólki til tónleik og undirhald í Vágsbotni ólav­ søku­kvøld. Undanfarin ár hava túsundtals fólk leitað sær til tiltakið, sum hevur havt góðan tónleik og undir­ hald á skránni. Í ár bjóðar Miðlahúsið tvey tónleikainnsløg, og tal­an er um eitt av teimum stóru etableraðu nøvnunum og um eitt nýggjari navn, sum av álvara hevur fingið vind í seglini. Bólkurin AVE var stóri vinnarin av FMA tiltakinum í mars mánaði í ár. Bólkurin er nýggjur – kom við sínari fyrstu útgávu í fjør – men undirtøkan fyri bólkinum og sangunum hjá bólkinum hevur verið so góð frá byrjan, at AVE telist millum best umtóktu og mest spennandi nøvnini í føroyskum tónleiki. Oddamenn í AVE eru Benja­min Petersen og Pet­ ur Pólson. Á ólavsøku verð­ ur Benjamin Petersen á odda fyri bólkin, og AVE fer at spæla sangir sum sum Oyðin og Arr – tvey av stóru hittunum í Føroyum seinasta árið. Hitt tónleikanavnið hesa­ ferð verður ein av stóru pro­ fil­unum í føroyskum tónleiki seinastu stívliga 30 árini. Steintór Rasmussen hevur verið ein av oddamonnunum í Frændum, umframt at hann hevur givið tónleik út í Millum Frændum og sum solistur. Eisini hevur hann skrivað barnasangir til Kular Røtur og sangir til onnur. Í ár verður tað Hilmar Jan Hansen, sum stendur fyri undirhaldinum á tiltakinum. Hilmar Jan er framúr sjón­leikari og skemtari, og hann hevur í fleiri ára­ tíggju luttikið í tiltøkum, leik­um og staðið á odda fyri samkomum kring landið. Hilmar Jan Hansen dugir at herma eftir kendum fólki, hann dugir at spæla leiklutir, og hann dugir at skemta við akutellum hendingum. Ólavsøkubrakið hjá Miðla­húsinum verður í Vágs­ botni ólavsøkudag 29. juli kl. 22.00. Pallurin verður nakrar metrar uppi í luftini uttan fyri studio hjá Rás2 í Miðla­ húsinum. Øll eru vælkomin – til­ takið er ókeypis! Ólavsøkudag byrjar nýggj tingseta. Hetta er seinasta tingsetan hjá sit­ andi løgtingi, tí í seinasta lagi 29. oktober skal løgtingsval verða. Løg­maður skrivar út val, og spurn­ ingurin er nú, nær Kaj Leo Holm Johannesen fer at skriva út valið, og nær valið skal haldast. Um vikuskiftið hevur ein av trúgvu stuðlunum hjá løgmanni, Miðflokkurin, heitt á løgmann um at skriva út val beinanvegin, og onnur halda seg vita, at tað verður veruliga umhugsað, um valið skal útskrivast nú á ólavsøku. Løgmaður hevur seinastu vik­ urnar hildið feriu uttanlands. Sam­stundis sum kanningin hjá Gamm­el­toft kom, setti Kaj Leo beina kós av landinum at halda frí. Kaj Leo gav løgtinginum eina lunkaða umbering fyri, at hann gav løgtinginum skeivar upp­lýs­ ing­ar í sambandi við Eysturoyar­ tunnilin, men annars heldur løg­ maður ikki, at kanningin skal hava nakrar avleiðingar fyri hann. Eisini í Sambandsflokkinum var spurningurin um formannin í flokk­inum viðgjørdur, og tað end­ aði við stuðulsváttan til Kaj Leo, sum við røttum ryggi kundi fara í feriu. Nú er stundin so komin til, at Kaj Leo og øll onnur skulu fyrihalda seg meira ítøkiliga til kanningina hjá Gammeltoft. Løgtingið verður sett ólavsøkudag, og formansskapurin í løg­tinginum hevur boðað frá, at hann fer at at leggja fram upp­ skot um átalur á Kaj Leo Holm Jo­ hannesen og Kára P. Højgaard. Líkt er til, at hesi uppskot tó bíða til mánadagin 3. august. Andstøðan hevur funnist harð­ liga at løgmanni, sum tey halda skal leggja frá sær eftir kanningina. Spurningurin um at reisa misálit hevur verið viðgjørdur, og á ólav­ søku skal tað vísa seg, um alvor er í hesum hóttanum. Kaj Leo skal ólavsøkudag halda sína árligu ólavsøkurøðu, og í hes­ ari røðu verður valstríðið uttan iva skotið í gongd. Kaj Leo fer at draga alt tað fram, sum samgongan sambært honum hevur megnað, og síðani byrjar jagstranin eftir vald­ inum næstu árini av álvara. Síðani Gammeltoft kom við sín­ari frágreiðingini, hevur eing­in verulig viðgerð verið av frá­greið­ ingini, og politiska skipanin hevur verið sum ein groggy boksari. Nú er upp á tíðina, at málið fær eina virðiliga viðgerð og avkláring. Løg­ maður, sum hevur sólað sær síðani frágreiðingina, má purrast út, um hann ikki sjálvur er vaknaður, má andstøðan ganga undan fyri at fá nakað at henda. Løgmaður, sum hevur sólað sær, má purrast út Nú má virðiliga viðgerðin koma Steintór, Hilmar Jan og AVE í Vágsbotni Teldusníkar hótta Føroyar Ali­ vinn­an er gulleggið Tíðindi s 6-7 Fest­lig Tórs­fest Reportasja s12-13 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjakvøldið og leygar­ morgunin riggaði Portal.fo illa. Fólk, sum leitaðu sær inn á heimasíðuna, komu partar av tíðini á stongdar dyr, so at siga. Orsøkin var sambært Portal.fo, at teldusníkar høvdu framt eitt álop á Portal.fo. Hetta var gjørt við einum sonevndum DDoS álopi, sum hevur til enda­máls at leggja trýst á heima­síðuna, so at hon fer nið­ur og ikki er tøk. Portal.fo skrivar, at við hjálp frá kt-fyritøkuni Synack varð trupulleikin loystur, og Portalurin er nú betur brynjaður til álop. Í einari video, sum er løgd út á YouTube, verður sagt at felagsskapurin Ano­ny­mous skipaði fyri álop­inum, og at tað var eitt slag av hevnd fyri føroyska grinda­drápið, ið hevur fingið nógva umrøðu kring heimin seinastu dagarnar. Eisini verður sagt í hesi video, sum sæst omanfyri, at fleiri álop eru á veg. Anonymous er eitt slag av altjóða felagsskapi, har akitvistar og teldusníkar fremja álop á heimasíður, teldutænastur og annað við einum politiskum enda­ máli. Felagsskapurin hevur framt fleiri tiltikin álop kring heimin. Tað er ikki váttað, at tað veruliga er hesin felags­ skapur, ið stendur aftan fyri álopið á Portalin um vikuskiftið. Fleiri rógva fram undir, at talan er um ein einstakan teldusník, ið brúkar navnið hjá Ano­ nymous av órøttum. – Eg rokni við at hetta er ein bólkur fyri seg, sum bara brúkar sama heit­ið. Anonymous seta seg van­ liga betri inn í mál, áðrenn teir leggja seg uppí, sigur Niklái Nysted, stjóri á Knassum, við Portalin.