mánadagur 27. juli 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í útvarpinum greiddi Bjarni Res
torff um dagarnar frá, at nú á
ólavsøku fór tjóðsangurin at verða
framførdur eftir upprunaútgávuni
hjá Petur Alberg í 1907.
Tað er so heppið, at til skjals er
frásøgn hjá tí 22 ára gamla Petur
Alberg sjálvum um, hvussu lagið
varð gjørt. Petur greiðir soleiðis
frá:
Løgtingsmenn sum
»próvdómarar«
Í løgtingstíðini 1907 gingu javnan
ymsir
sjálvstýrisløgtingsmenn,
Símun av Skarði, Rasmus Rasmus
sen, Símun P. úr Konoy og M. A.
Winther inn í Geil um kvøldarnar
mest at vitja Kristin bróður og práta
um „politiskar og socialistiskar
materiur“. Í teimum síðstu árunum
frammanundan vóru nógvir vakrir
føroyskir sangir yrktir við ongum
lagi. Eg byrjaði eg so í august 1907
um kvøldarnar at smíða løg.
Um kvøldið 15. august 1907
gjørdi eg »Eg elski tíni eygu“, »Fyri
tín fót eg leggi alt«, (sum einki
dugdi) og »Bíða mær í nátt». Kvøldið
eftir, tá løgtingsmenninir vóru í
stovuni niðri undir kamarinum, fór
eg niður til teirra við fiólini í hond,
og so sang eg míni nýggju løg fyri
teimum. Teimum dámdi tey ógvu
liga væl, serliga Símuni í Konoy og
M. A. Winther, og tað hendi við
hvørt, at teir róptu meg upp aftur
úr seingini at syngja fyri sær.
Tú alfagra land mítt
Símun av Skarði hevði veturin
frammanundan (1906) norðuri í
Føgrulíð yrkt ein vakran føðilands
sang: »Tú alfagra land mítt«. Hann
skuldi nýtast til eina jólabók, S. av
Skarði skuldi geva út, og manu
skriptið til hesa bók var sent til
prentsmiðju Frams [sum prentaði
Tingakross, har Kristin í Geil, var
blaðstjóri] og Kristin bróður hevði
pappírini í varðveitslu. Harímillum
var »Tú alfagra land mítt». Til henda
sangin hevði eg óføra góðan hug at
smíða eitt lag. Eg royndi einar tvær
ferðir, men ikki bar til, løgini dugdu
einki. Kristin var sum oftast tann
fyrsti, ið fekk at hoyra løgini, hann
var »dómari«, og honum dámdi
hvørki av hesum løgunum og mær
sjálvum heldur ikki. Eg hevði tá
nærmast »uppgivið tað fyri eitt bad
job« at fáa nakað lag til »Tú alfagra
land mítt».
So eitt kvøldið, 4. sept. 1907 var
tað, sum fyrstu tónarnir til lagið
sungu inni í mær. Eg skundaði mær
yvir í Geil uppá »ovasta loft«, treiv
eftir fiólini, og eitt-tvey-trý so stóð
lagið á pappírinum. Mær sjálvum
dámdi væl hetta lagið. Dagin eftir
sang eg tað fyri Kristini, og honum
dámdi tað eisini ógvuliga væl.
Gjøgnum telefonina, úr Geil niðan
í Tinghúsið, sang eg so lagið fyri
Símun av Skarði, sum eisini segði
seg dáma tað væl. Eg begynti tá
at fáa meira dirvi, tí væl blivu tey
nýggju løgini ímóttikin av teimum
fáu, eg sang tey fyri, og eg fekk
tá eina »stóra idé«: At fáa eitt av
løgunum fram á næstu konsert.
Eg kendi eitt sindur ein íslendsk
an musikklærara og urguspælara
á Akureyri, sum í 1905 hevði verið
her við einum sangkóri Hekla sum
dirigentur.
Hesum manni sendi eg nú »Tú
alfagra land mítt« við bøn um at
harmonisera hann fyri 4 stemm
ings manskór.
Ein vakran eftirmiddag í ok
tober mánað 1907 kom »Egil« úr
Íslandi, og við honum kom »Tú
alfagra land mítt» mitt í postinum,
harmoniserað fyri 4 st. manskór.
Fyrstu ferð framført
í Sloans sali
Um somu tíð byrjaðu vit at »øva«
okkum til komandi konsert, ið
ætlanin var at hava 2. jóladag. Eg
bar hetta lagið niðan eitt kvøldið í
gamla »Sloans sal», sum vit nýttu
til sangøvilsi, og sum ungmanna
felagið eisini hevði til síni møti.
Eg billaði Johan Restorff (diri
gentinum) og hinum sangarunum
inn, at hetta lagið var íslendskt, og
at eg hevði fingið tað sendandi úr
Íslandi. Johan, kallaður Jan, var
einans 19 ára gamal tá. Hann var
mammubeiggi William Heinesen.
Yvir lagnum hevði eg sett eitt
fingerað navn »Jón Sveinsson«, og
teir trúðu, at so var. Eg tordi ikki
alt fyri eitt at siga frá, at lagið var
mítt. Tí dámdi teimum tað ikki, so
var tað betri, at teir ikki vistu, at
eg hevði smíðað tað. Men tað fall
í góða jørð fyrsta kvøldið, teimum
dámdu tað ógvuliga væl. Eitt
sunnukvøld stutt aftaná, tá vit
høvdu sangøvilsi í »Sloans Sali», var
gamli bakar Hansen har uppi sum
áhoyrari.
Millum aðrar sungu vit »Tú al
fagra land«, og tá hann var sungin
at enda reistist Bakar Hansen og
spurdi: »Hvem er komponisten?« So
væl dámdi honum lagið. Hann fekk
tá at vita, at tað var eg, og bilsin var
hann, tí hann virdi sjáldan nakað,
sum ikki var gjørt av einum manni
við »autoriseraðum« navni.
Konsertin var hildin 2. jólakvøld
1907, og tað var fyrstu ferð, at
nakað av mínum løgum var sungið
offentliga. Eg minnist, hvussu fegin
eg var, tá eg sá navn mítt prentað í
programminum! »Forfængiligheit«!
Lagið varð fyrstu ferð spælt 2.
jóladag í 1907 í Sloans Sali.
Ein minnilig nátt
Frá hesi somu konsert goymi eg
eitt vakurt minni. Millum aðrar
sangir, ið syngjast skuldu, hevði
Johan Restorff valt Ole Bull’s
»Paa solen jeg ser» fyri Baryton
og Solo. Ætlanin var, at Poul
Andreas Restorff skuldi syngja
soloina, men hann var ov djúpur
fyri Poulsa mál, og eg bleiv so
valdur at syngja soloina. Eg var
heldur bangin fyri hesum, men 2.
jólakvøld kom og mín »túrur« at
syngja eisini. Eg pipraðist, men
eg spenti meg út, sum vit siga á
Havnarmáli, og sangurin eydnaðist
væl. Klappini vóru nógv, og eg vildi
ikki trúgva mínum egnu oyrum, tá
tað bleiv rópt »da capo« [umaftur]!
Eg sang so eitt ørindi um aftur.
Seinni varð eg borin í »gullstól«
inni í klubbanum. Tað var Mads
Winther, ið var fyristøðumaður,
og eg var í »sjeynda himli» og kendi
meg sjálvsagt sum ein føroyskan
Caruso!!
Um náttina gekk dansurin við
lívi og lysti, og hetta kvøldið og
hesa nátt goymi eg í minninum
sum eina sjáldsama vakra stund
frá ungdómsárunum.
Meira kann lesast um Petur Al
berg í bókini Petur Alberg – Mað
urin sum gav okkum lagið til tjóð
sangin.
Søgan um tjóðsangin:
Tú alfagra land mítt
Nú tjóðsangurin skal syngjast syngjast í upprunútgávuni á ólavsøku
kunnu vit greiða okkara lesarum frá søguna um lagið
Fyrsta kladdan til »Tú alfagra land mítt». Smíðaður 4. september á ovasta
lofti í Geil. Petur hevur lagt afturat í 1930: Hann er soleiðis enn
Petur Alberg var 22 ára gamal, tá
ið hann gjørdi lagið til tjóðsangin
Lagið varð fyrstu ferð framført 2. Jóladag 1907 í Sloan’s Sali á
Tinghúsvegnum. Hann er triðiniðastu húsini á myndini