Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Eirikur Lindesnkov eirikur@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 31. juli 2015 Ólavsøkudag hendi tað, sum øll hava bíðað eftir í spenningi seinastu mánaðirnar. Løgmaður setti punktum fyri arbeiðið hjá hesari samgonguni og skrivaði út løgtingsval at verða hildið týsdagin 1. september. Soleiðis sum ólavsøkurøðuna varð hildin, tóktist tað margháttligt, at løgmaður skuldi runda hana av við at skriva út val, tí í allari røðuni var tosað, sum um einki óvanligt skuldi henda. Men hinvegin var nógv, sum talaði fyri, at løtan var tann rætta at skriva út val – serliga hjá løgmanni sjálvum. Nú fáa flokkarnir og politikararnir smáar fimm vikur at føra valstríð og sannføra veljararnar um, at júst tey eru rætta valið. Hóast tað hevur verið lagt upp til onkrar alliansur eru gjørdar í politiska umhvørvinum, og Javnaðarflokkurin eitt nú hevur útilokað samstarv við Fólkaflokkin, verður tað aftur hesaferð eitt valstríð, har flokkarnir fara at føra valstríð hvør í sínum lagi. Eingin veruligur blokkpolitikkur er at hóma, og tað tykist ikki, sum at flokkarnir veruliga tora at finna saman um blokkar. Serstøku føroysku viðurskiftini við uppbýti millum høgra-vinstra og loysing- samband ger tað helst eisini truplari hjá flokkum avgjørt at velja síðu upp undir eitt val. Nú Føroyar eru við at koma fyri seg aftur eftir ólavsøkuhaldið, brynja flokkar og politikkar seg til valstríðið, sum uttan iva fer at vera hart. Eitt av málunum, sum hongur í leysum lofti, er kanningin hjá Gammeltoft. Ætlanin var, at Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard skuldu fáa átalu frá løgtinginum fyri at hava givið tinginum skeivar upplýsingar, men nú er meiri ivasamt, hvussu málið endar. Líkt er til, at tað verða fyrst og fremsta veljararnir, sum fáa avgerandi orðið at siga í tí málinum, tá ið teir fara at seta krossin um ein góðan mánað. Hetta er ein staðfesting av, at politiska landslagið hevur ikki megnað at tikið um endan, og vónandi fara veljararnir at hugsa um hetta, tá ið teir fara á val. Valstríðið fer í stóran mun at snúgva seg um, hvør tann rættiliga høgravendi og ósolidariski politikkurin hjá samgonguni skal halda fram, ella um tað meira vinstravenda og fevnandi alternativið hjá andstøðuni nú skal vinna frama. Síðani 1956 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelag givið bøkur út. Hugskotið hevur øll árini verið at útvega lesitilfar á føroyskum máli til børn og ung. Sambært Skúlablaðnum gevur Bókadeildin í miðal góðar 60 bøkur, umframt eini 30 lættlesibøkur í samstarvi við Nám, út um árið. Men sambært Herálvi Jacobsen, formanni í Føroya Lærarafelag, hevur Bókadeildin ikki neyðugu fíggjarligu orkuna til at geva ungdómsbøkur út. - Stuðul til Strok og til Bókadeildina hevur í nógv ár staðið á fíggjarætlan løgtingsins, og tað er eingin loyna, at um ikki so var, so bar ikki til at reka Bókadeildina. Stuðulin lækkaði eitt vet í 2011 og hevur síðan staðið í stað. Leiðsla og starvsfólk í Bókadeildini eru fullvís í, at um stuðulin hækkaði, í hvussu er samsvarandi kostnaðarstøðinum, so kundi útgávuvirksemið verið økt munandi. Serliga ungdómsbøkurnar, sum eru kostnaðarmiklar at greiða til útgávu, hava seinnu árini fingið lága raðfesting. Hetta er stórt spell, m.a. tí kappingin við onnur mál er stór, skrivar Herálvur Jacobsen á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Nógv fólk var úti í Havn á ólavsøku, men hóast nógv full fólk, so boðar løgreglan frá eini friðarligari tjóðarhátíð. - Ólavsøkan hevur verið stak, stak friðarlig. Samarittarnir hava tikið sær av fullum fólkum, tosa við tey, og hjálpt teimum, tá tørvur hevur verið á tí. Av tí sama hevur ongin teirra verið her hjá okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini og leggur aftrat. - Samarittarnir skulu hava eina stóra tøkk fyri teirra arbeiðið. Løgreglan hevur tó ikki heilt arbeiðsleys. Hósmorgunin klokkan sjey fangaði løgreglan ein ungan mann, ið hevði koyrt undan løgregluni á motorsúkklu í Havn. Tá hevði viðkomandi roynt at sloppið undan løgregluni í ein hálvan tíma, men mátti geva skarvin yvir við Hoyvíksvegin. Viðkomandi verður skuldsettur fyri at royna at rýma undan løgregluni, og fyri at koyra ávirkaður. Nú skal fólkið tala Orkar ikki ungdómsbók Koyrdi undan løgregluni Bókadeildin Les eisini blaðið á telefonini Vanliga fólkið ikki eftirspurt S 10-11 B36 bukaði ÍF Ítr s 16-17 Visti tú? At á løgtingsvalinum í 2011 var valluttøkan 86,6 prosent? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flokkar í sjálvdrátti fara at føra hart valstríð