hósdagur 30. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
4
Kanadiska sjónleikarinnan Pamela
Anderson hevur nú aftur blandað
seg upp í kjakið um grindadrápið í
Føroyum
Í fjør var Pamela, sum fólk um allan heimin
kenna í reyðari svimjidrakt í Baywatch,
í Føroyum og stuðlaði átakinum hjá Sea
Shepherd. Síðani hevur ikki verið so nógv
at frætt frá Pamelu, men nú er hon komin
inn á vøllin aftur.
Pamela hevur sent eitt skriv til Lars
Løkke Rasmussen, forsætisráðharra í
Danmark, og biðið hann taka stuðulin
til føroyska grindadrápið aftur. Pamela
vísir á, at donsku verjuskipini eru við til
at tryggja grindadrápini, sum hon heldur
er ólóglig sambært ES lóggávu, og Pamela
biður Løkke taka verjuskipini heim.
Samanborið við onnur skriv hjá Sea
Shepherd og teirra stuðlum, sum skriva
nógv ófantalig brøv til danskar politikarar,
er brævið hjá Pamelu kurteisliga skrivað.
Pamela sigur, at hon heldur Føroyar vera sera
vakrar og hugtakandi, sum eitt ævintýrland,
men blóðuga grindadrápið kastar skuggar
yvir alt.
Seinastu vikuna hava fleri álop verið á
føroyskar heimasíðu og servarar. Nógv
av álopunum hava verið sokallað DDOS
álop, har tað verður roynt at leggja so
stórt trýst á servarar og heimasíður, at
teir leggjast lamnar. Bæði Portalurin,
In.fo og aðrar føroyskar heimasíður hava
upplivað hesi álop seinastu dagarnar.
Eisini Vodafone hevur havt álop á sítt net.
Ein video á YouTube legði upp til, at
víðgitni felagsskapurin Anonymous stílaði
fyri álopunum á Føroyar, men hetta varð
avsannað í aðrari video dagin eftir:
- Verið heilsaði heimsborgarar. Hetta
eru eini boð um Operation Seaworld. Aftur
skemt! Anonymous hevur einki móti
Føroyum.
Í øllum førum tykist greitt, at
grindadrápið er orsøkin til, at útlendskir
teldusníkar hava framt álop á føroyskar
nettænastur. Higartil hevur ikki veirð
nakað at frætta um størri avleiðingar, enn
at heimasíður hava verið óvirknar í eina
tíð.
Hósdagur
Fríggjadagur
Leygardagur
2-8 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s
3-7 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
Seinnapartur
3-7 m/s av norði, turt og nakað
av sól. Í kvøld og í nátt 2-8 m/s
av eystri og landsynningi. Hitin
millum 5 og 10 stig.
5-10 m/s av eystri, skýggjað og
regn av og á. Hitin um 10 stig.
5-10 m/s av eystri, minkandi til
3-8 m/s av eystri og útnyðringi.
Mest skýggjað og nakað av
regni. Hitin millum 10 og 13
stig, um náttina millum 7 og
10 stig.
Sunnudagur
3-8 m/s av eystri. Nakað av sól,
men fyrst á degnum onkur æli.
Hitin millum 10 og 13 stig. Um
náttina 5-10 m/s av eystri, klárt
og turt, hitin um 10 stig.
Mánadagur
8-13 m/2 av eystri. Skýggjað
og týsnáttina regn av suðri.
Hitin millum 10 og 12 stig
Týsdagur
8-13 m/s av eystri, sum fer í
landsynning og minkar til 3-8
m/s. Skýggjað og regn, seinni
turt veður. Hitin millum 10 og
12 stig
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Siðvenjan, ið mangan hevur
bjargað okkum undan hunguri,
er í dag vorðin størsta hóttanin
móti føroyska samfelagnum.«
Sæð á Facebook:
»Flokkarnir mugu vísa hvat
teir standa fyri, annars hevur
fólk onki at velja í.«
Ólavsøkudag útskrivaði løgmaður løgtingsval at
verða týsdagin 1. september. Leingi hevur verið
bíðað eftir hesari avgerð, tí løgtingsval skal
verða í seinasta lagi 29. oktober, og fleiri hava
róð fram undir, at Kaj Leo Holm Johannesen
skuldi havt útskrivað val longu í vár. Nú verður
valið so, og flokkarnir fáa fimm vikur til at føra
valstríð. At val er útskrivað merkir, at øll vanlig
tingmál detta burtur, og politikarar og flokkar
fara at hugsavna seg um valstríðið. Roknað
verður við, at mál sum fiskivinnunýskipan,
kanningin hjá Gammeltoft, skrásett parlag og
býtið av ríkidøminum hjá landinum.
val av løgtingsumboðum
Fleiri føroyskar
heimasíður uppliva álop
frá teldusníkum. Hildið
verður, at álopini hava
samband við føroyska
grindadrápið.
Løgmaður skrivað
ólavsøkudag út løgtingsval
at verða týsdagin 1.
september.
28 ára gamal
føroyingur varð
tikin í Hirtshals
fyri at royna at
smugla 268 gramm
av hassji umborð á
Norrønu.
Norðoya Sparikassi hevði
seks milliónir krónur í
avlopi í fyrra hálvári.
Danskir politikarar
verða undirdíktir í
mótmælisbrøvum um
grindadrápið. Onkir
politikarar uppliva at fáa
umleið 200 teldubrøv um
tíman.
Aftur í ár vóru túsundstals
fólk við í Faroe Pride
skrúðgonguni, sum heiðrar
ymiskleikan.
Uppgerð vísir, at umleið
helvtin av føroyska
útflutninginum í fjør var
alilaksur.
Nýggi brunnbáturin hjá
Bakkafrost er komin á
Skálafjørðin
»Løgtingsval«
Pamela vil hava verjuskipini
úr Føroyum
Nógv álop á føroyskar heimasíður
Grindadráp
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
kvinnur leitaðu sær hjálp í
Kvinnuhúsinum í fjør – av
teimum gistu 17 kvinnur har
403
mangt og hvat
Visti tú?
Nýggi brunnbáturin hjá
Bakkafrost, Hans á Bakka,
er 75,8 metra langur og
16 metrar breiður