hósdagur 30. juli 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
6
persónssøga
Í 1975 fór ein 19 ára gamli Halldór Hjálmarsson úr Íslandi fyri fyrstu ferð
til sjós. Sjóverkið var øgiligt og happingin umborð drepandi. Hevði tað ikki
verið fyri føroyingunum Søren og Bjørn hevði Halldór ikki verið á lívi í
dag. Eftir fleiri áratíggju av leitan eftir hesum føroyingunum, fekk Halldór
fyri nøkrum døgum síðani umsíðir uppklárað, hvørjir hesir føroyingarnir,
vóru. Báðir eru teir úr Nólsoy. Fyrr í vikuni vitjaði hann á grøvini hjá
einum av teimum báðum monnunum, sum eiga lívið í honum.
– Teir eiga
lívið í mær
Barbara Holm
H
alldór Hjálmarsson varð
borin í heim tann 30.
januar í 1955 í Skágafirði.
Hann er ein av tíggju
systkjum og er uppvaksin á einum
bóndagarði. Á bóndagarðinum
hjálptist øll at, og Halldór var frá
ungum aldri vanur at arbeiða. Tá
hann gjørdist 19 ára leitaði hugur
hansara tó frá bóndagarðinum og
út á havið. Hann ynskti at gerast
sjómaður, og fekk tann hepna
møguleikan, at fara við Geirfuglinum.
Geirfuglurin var ein av 10 skipum í
íslendska reiðarínum, og tað var tað
besta skipið í felagnum. Hann var
fegin um kjansin, men fyrsti túrurin
var alt annað enn lættur.
– Eg minnist tað sum hart. Har
vóru tveir brøður umborð, sum stýrdi
øllum. Tann eini var maskinmeistarin,
greiður Halldór frá.
Tað sæst, at hesin garvaði sjó
maðurin er merktur av fyrsta
túrinum hann hevði afturi í 1975.
Minnini standa sterk, og hóast talan
bert var um nakrir mánaðir umborð,
so hava teir sett síni spor. Spor av
happing, ótta og vinalagið fyri lívið.
– Tað fyrsta eg lærdi um
maskinmeistaran var, tá vit ótu ein
av fyrstu døgunum umborð. Har var
ein ungur drongur um mín aldur við
borðið, men maskinmeistarin vildi
ikki lata hann fáa at eta. Hann át
einki tann dagin, minnist Halldór.
Maskinmeistarin stóð á odda fyri
álvarsamari happing, og tá hann fann
útav, at Halldór var ringur í sjóverki,
so gjørdist hann næsta ofri.
– Eg var eitt lætt mál, tí eg var so
illa fyri, minnist Halldór.
Maskinmeistarin og bróður
hansara róptu eftir Halldóri. Søgdu
hann var av einari býttari familju og
at hann einki nyttaði. "Far í land við
tær tín ónytta" søgdu teir ferð eftir
ferð. Tað ávirkaði Halldór.
Arbeiðið umborð var krevjandi,
og teir svóvu so at siga einki meðan
teir vóru úti. Telefon var eingin, so
Halldór hevði ongan at tosa við um
strævnu støðuna. Hann royndi bara
at arbeiða og arbeiða og halda seg
Maskinmeistarin
stóð á odda fyri
álvarsamari
happing, og tá
hann fann útav,
at Halldór var
ringur í sjóverki,
so gjørdist hann
næsta offrið
Happing
Framhald á næstu síðu
Mynd: Sigmar Mørkøre