hósdagur 30. juli 2015síða 32
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
32
baksíðan
S
einastu árini hevur Miðla
húsið skipað fyri árligum
Ólavsøkubrakið Ólavsøku
dag, og soleiðis varð aftur í
ár. Hesaferð vóru tað háaktuellu AVE,
sum trinu á pallin. AVE hevur sein
astu mánaðirnar tikið fólki við storm,
og til FMA í ár prógvaðu teir eisini, at
teir eru millum teir bestu í landinum,
tá ið teir fóru avstað við alskyns
virðislønum. Ólavsøkudag trinu teir
á pall í Vágsbotni, og fjøldin fagnaði
kendu og vælsvingandi tónum teirra.
Tað hoyrir Ólavsøkuni til at syng
ja við til góðar, kendar sangir, og
hesaferð vóru tað Steintór Rasmus
sen og Kim Hansen, sum løgdu lunnar
undir felagssangin í Vágsbotni. Við
hittum sum Føroyar, Kanst tú siga
farvæl og fleiri øðrum fingu teir
áskoðarafjøldina í kók, og sungið var
við við fullari skrúvu.
Aftur í ár var tað Hilmar Jan Han
sen, sum stóð fyri undirhaldinum.
Hesaferð valdi kendi skemtarin og
útvarpsmaðurin at venda peikifingri
num móti Løgtinginum, og vóru
tað Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen,
Reimund Langaard, Aksel Johanne
sen og onnur við, sum stóðu fyri
skotum.
Miðlahúsið byrjaði árliga Ólav
søkubrakið í 2008, og longu fyrsta ár
ið savnaðust túsundtals føroyingar í
Vágsbotni hesa løtu.
Komandi ár er Miðlahúsið aftur til
reiðar - 29. juli Ólavsøkudag, klokkan
22.00.
Túsundtals
fólk savnaðust
í Vágsbotni
Ólavsøkudag var árliga Ólavsøkubrakið hjá Miðlahúsinum, og enn einaferð varð hetta
ein brakandi succes. Túsundtals ólavsøkugestir leitaðu sær oman í Vágsbotn til tónar
frá AVE og Steintór Rasmussen og Kim Hansen, og undirhald frá Hilmari Jan Hansen