týsdagur 4. august 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Løgtingið bjargaði í gjár løgmanni
undan misáliti. Hóast uppskotið
um misálit fekk flestar atkøður, 14
atkvøður fyri, 9 ímóti og 10 blankar,
so fall uppskotið, tí misálit krevur í
minsta lagi 17 atkvøður.
Meðan andstøðuumboð grund
góvu fyri, hví málið er reist – fyri at
løgtingið skal kunna taka støðu til
eina politiska avleiðing, so grund
góvu samgongufólk fyri tí øvugta.
Men tað skerst ikki burt, at løg
maður hevur frátikið møguleikan
hjá løgtinginum at taka støðu, tá
hann skrivaði út valið.
At skriva út val 58 dagar fyri
seinastu freist at halda val er ikki
at taka politiskar avleiðing av, at ein
kanningarstjóri hevur staðfest, at
løgmaður tilvitað hevur sagt ósatt
fyri tinginum.
Vit kunnu kjakast um tað til tað
óendaliga, men við at fella uppskot
um misálit, so blástemplar løgtingið,
at tað er í lagi at ein løgmaður ella
ein landsstýrismaður sigur ósatt fyri
løgtinginum.
Og ja, tað er eyðmýkjandi fyri ein
løgmann at verða feldur, tí at hann
í fleiri førum hevur sagt ósatt fyri
tinginum.
Løgmaður kundi eisini sjálvur
valt at lagt frá sær, samstundis sum
hann skrivaði út valið. So hevði av
leiðingin verið tann, at hann fór frá
sum løgmaður og kortini var sitandi
til valið. Men fyri løgmann og fyri
samgonguna hevur tað eftir øllum
at døma størri týdning at vinna
stríðið. Tí verða allar snildir nýttar,
so sum uttanumtos.
Jenis av Rana sigur, at løgtingið
hevur tikið politiska avleiðing við
at samtykkja løgfrøðisligu átaluna.
Einki kann vera meira skeivt, enn ein
slíkur pástandur. Tá verður tað eitt
stríð um orð, har orð verða toygd út
um mark. Hans Gammeltoft Hansen
segði tað so greitt, at hendan nú so
famøsa nøsin er tann løgfrøðisligi
parturin. Tí er tað ikki rætt.
Man samgongan hevur valt at
standa saman um løgmann. Og tað
er ein erlig sak í sjálvum sær. Men
reiðiligari er at kalla ein spaka fyri
ein spaka og viðganga, at tey góð
taka umberingina hjá løgmanni og
áseta markið fyri at siga ósatt fyri
løgtinginum har. Altso, at »lygnin«
hjá løgmanni er undir tí markinum,
sum løgtingið kann góðtaka.
Men tað verður ikki skilagott
at stigbenda eina »lygn«. Men tað
er tað, sum løgtingið vil, og so er at
standa við tað.
Hevði misálitið ikki verið reist,
so høvdu løgmaður og samgongan
sloppið undan hesi eyðmýking. Men
tað hevði ikki verið rættari.
Nú síggja vit, hvør stirðil er í
tingfólkum. Og stirðilin er, at tað
frameftir er í lagi at siga ósatt fyri
løgtinginum – bara »lygnin« ikki er
ósannari enn »lygnin« Kaj Leo Holm
Johannsen.
Bara tað ikki er meira ósatt
enn hjá løgmanni – so er í lagi
sannleikin kann stigbendast
Bað
um bind
fyri
eyguni
Helgi Abrahamsen
kjak síða 10
Krøv
um lívs
langa
læru
Súsanna Olsen
kjak Síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
November er nógv mest
nýtta tíð at halda løgtingsval
í Føroyum.
Í 45 ár, frá 1945 til 1990
vórðu løgtingsval altíð hild
in í november. Sum oftast 8.
november, men eisini 7., 6. og
17. november – sum var tað
seinasta novemberløgtings
valið – í 1990.
Í Føroyum plagdu løg
tingsvalini
at
vera
so
reglulig, at tey fullu upp
á dagin. Nakað sum tey
í Danmark til dømis ikki
kenna til, hóast grundlógin
er tann sama. Har hevur eitt
fólkatingsvalskeið ongantíð
hildið í fýra ár á tamb síðan
grundlógin fyrstu ferð varð
samtykt í 1849.
Seinasta summarvalið í
Føroyum var í 1994, tá sam
gongan hjá Maritu Petersen
skrædnaði, tá Lasse Klein
fór úr samgonguni og úr
Sjálvstýrinum. Samgongan
misti meiriluta, og val varð
útskrivað at verða 7. juli.
Regluliga valið átti at verið
17. november í 1994.
Listin niðanfyri vísir, nær
tey 35 løgtingsvalini, sum
hava verið síðani floksbýtið
á tingi í 1906, hava verið
hildin:
2015 1. september
2011
29. oktober
2008 19. januar
2004 20. januar
2002 30. apríl
1998 30. apríl
1994 7. juli
1990 17. november
1988
8. november
1984
8. november
1980 8. november
1978
7. november
1974
7. november
1970 7. november
1966 8. november
1962
8. november
1958
8. november
1954
8. november
1950 8. november
1946
8. november
1945
6. november
1943
24. august
1940 30. januar
1936
28. januar
1932
19. januar
1928
23. januar
1924
22. januar
1920 10. november
1918
24. apríl
1916
28. februar
1914
2. februar
1912
2. februar
1910
12. februar
1908 2. februar
1906 18. juli
Fyrsta september
valið í Føroyum
Bjørn á Heygum verður
jokarin hjá Jógvan Skorheim
Jógvan Skorheim hevur sagt,
at Nýggja Sjálvstýri hevur
funnið eitt sera spennandi
valevni í høvuðsstaðnum.
Tað er komið fram, eftir at
so at siga øll valevnini, sum
flokkurin hevði seinast, eru
rýmd úr flokkinum.
Nú ljóðar, at tað er Bjørn
á Heygum, advokatur, sum er
jokarin hjá Jógvani Skorheim.
Vit hava spurt Bjørn á
Heygum, um tað passar, at
hann verður valevni fyri
Nýggja Sjálvstýri.
– Tað er einki avgjørt um
tað, sigur Bjørn á Heygum í
stuttari viðmerking.
Spurdur um hann kann
vátta, at hann verður valevni
hjá Sjálvstýrisflokkinum, so
svarar hann, at tað kann hann
ikki.
Og spurdur um hann kann
avsanna, at hann verður val
evni, so vil hann heldur ikki
tað. Sigur bara, at einki er av
gjørt.
Men tá Sjálvstýrisflokkur
in bjóðaði til floksfund í Løks
høll tann 13. juni í ár, tá var
Bjørn á Heygum á floksfundi.
Tá vit á fundinum spurdu,
hvat hann gjørdi har, svar
aði hann bara, at tað var av
áhuga fyri politikkinum hjá
Sjálvstýrisflokkinum. Hann
vildi tá avgjørt einki siga um,
at hann møguliga fór at gera
politiskt come-back gjøgnum
Nýggja Sjálvstýri.
Hóast talan framvegis er
um gitingar, so tora vit at siga,
at talan nú er um kvalifiserað
ar gitingar, at Bjørn á Heyg
um verður jokarin, sum skal
tryggja gamla sjálvstýrinum
– sum nú eitur Nýtt Sjálvstýri,
framtíð í føroyskum politikki.
Bjørn á Heygum varð vald
ur á ting fyri Sambandsflokk
in 7. juli í 1994. Hann var fyrst
valdi tingmaður í Føroyum tá,
tí hann fekk flestar atkvøður
í størsta flokki. Hann fekk
tá 646 persónligar atkvøður
í Suðurstreymoyar valdømi.
Hann stillaði ikki uppaftur á
valinum í 1998.
Bjørn á Heygum og Lasse Klein, floksskrivari hjá
Sjálvstýrisflokkinum á floksfundi 13. juni í ár
Sosialurin dagin eftir
valið 7. juli í 1994