týsdagur 4. august 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
6
Sosialurin
Avgjørda høvuðsnavnið á
Summar Festivalinum í ár
er
svenski
poppbólkurin
Roxette.
Bólkurin, sum seint í
1980’unum og í 1990’unum
hittaði ferð eftir ferð um
allan heimin við sangum
sum The Look, It Must Have
Been Love, Listen To Your
Heart, Sleeping In My Car,
Dangerous og fleiri, spælir
fríggjakvøldið á Vágsbøi.
– Vit hava havt samband
við Roxette í fleiri ár, og nú
eydnaðist tað at fáa tey til
Føroya at spæla. Roxette
hevur seinasta árið verið á
konsertferð um allan heimin,
og tá tey vistu av, at tey vóru
vælkomin í Føroyum, ynsktu
tey at sleppa at spæla á
Summar Festivalinum, sigur
Erik Biskopstø, sum er ein av
fyrireikarunum av Summar
Festivalinum.
Ein kempari
Roxette hevur seinasta árið
ferðast víða hvar. Tey hava
eitt nú havt fleiri stóra kon
sertir í Australia, har tey
altíð hava havt sera stóra
undirtøkur. Tey hava eisini
vitjað aðrar heimspartar,
og í Europa hava tey vitjað
land eftir land – stórbý eftir
stórbý.
Roxette verður sera væl
móttikið allastaðni, og um
mælini hava verið frálík.
Onkrir miðlar hava við
merkt, at annar sangarin í
bólkinum, Marie Frederik
sen, situr undir konsertun
um, tí hon er ikki so væl fyri
at standa. Marie var sjúk av
krabbameini fyri nøkrum
árum síðani, men kom væl
fyri seg aftur, hóast sjúkan
var lívshóttandi eitt skifti.
– Marie er ein kempari.
Hon hevur valt at halda
fram
við
konsertunum,
hóast kundi verið heima, og
so var einki Roxette. Hon er
ein fyrimynd fyri mong, tí
hon stríðist fyri tí, sum henni
dámar so væl. Hon ynskir
veruliga at syngja og fram
føra fyri fólki og gera tey
glað, og tí taka vit væl ímóti
henni her í Føroyum, sigur
Erik Biskopstø.
Errin
Marie Frederiksen hevur
framvegis ein týðandi leiklut
í framførslunum hjá Roxette.
Hon og lívligi medsangarin
Per Gessle geva saman við
væl
spælandi
bólkinum
kvøld eftir kvøld áhoyrarun
um stórfingnar konsertir.
– Vit eru errin av og eyð
mjúk um, at vit kunnu bjóða
føroyingum Roxette. Hetta
verður ein heilt serstak kon
sert og ein av størstu løt
unum í søguni hjá Summ
ar Festivalinum, sigur Erik
Biskopstø.
Roxette fer á pallin á
Summar
Festivalinum
fríggjakvøldið kl. 22.00, og
roknað verður við, at talan
verður um størstu kon
sertina, sum hevur verið á
Summar Festivalinum.
Fyrireikararnir
av Summar
Festivalurin
fegnast um,
at tað umsíðir
hevur eydnast
at fáa Roxette
at spæla á
festivalinum
Errin av at kunna
bjóða Roxette
Heita á fólk um at fáa
sær armband uppá
Heitt verður á fólk, ið ætla sær á
Summar Festivalin, um at fáa sær
armband upp á áðrenn festivalin
Sera nógv fólk ætla sær á Summar Festivalin í ár, og øll atgongumerki skulu
býtast um við eitt persónligt armband, ið verður koyrt upp á handliðið.
Summar Festivalurin heitur nú á fólk um at fáa sær armbandið uppá, áðrenn
festivalurin byrjar, tí tað fer at lætta um trýstið við inngongdina.
Roknast kann við longum bíðirøðum við inngongdina, um fólk ikki fáa sær
armband uppá áðrenn festivalin.
Fram til hósdagin ber til at fáa sær armband uppá á Torginum í SMS, í
Telebúðini í Klaksvík, og í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og
Fuglafirði.