týsdagur 4. august 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
So hvørt, sum tú eldist, gerst likam
ið so líðandi veikari, ár fyri ár.
Hetta liggur líka sum í lógar
innar náttúru. Syrgja vit ikki fyri
at halda okkum likamliga í sving,
viknar likamið skjótari.
Men, vísundin hevur víst, at tað
við venjing ber til at varðveita ein
sterkan kropp langt upp í árini. Við
fysiskum aktiviteti kann vødda
styrkin, konditiónin, javnvágin og
funktiónsevnini betrast – eisini hjá
fólki, sum eru komin langt upp í árini.
Tvey týdningarmikil fakta um
kroppin eru vøddastyrki og kondi
tión.
Vøddastyrki
Vøddastyrkin sigur, hvussu sterkur
tú ert, eitt nú í tínum lærvøddum.
Venur tú ikki vøddarnar, gerst
tú við tíðini veikur og fær trupul
leikar við at íðka ítrótt, ganga í
fjøllum – og kanska bara við at bera
innkeypsposan heim úr handlinum.
Styrkin í vøddunum er eitt nú
treytað av, hvussu nógvar – og
stórar – vøddatægrirnar eru.
Frá tí, at tú ert fimti ár, er vænt
andi, at tú missir umleið eitt pro
sent av vøddamongdini um árið.
Hetta ljóðar kanska ikki so nógv,
men gerst tú t.d. 80 ára gamal, hev
ur tú í slíkum aldri mist 30 prosent
av vøddamongdini. Ert tú serliga
latur av lyndi, missir tú kanska heili
50 prosent!
Samstundis, sum tín vødda
mongd so líðandi minkar, missir tú
samstundis burtur av tínari styrki
– ja, tú missir umleið hálvt annað
prosent um árið frá tí, at tú ert 65
ára gamal. Tað merkir, at tú hevur
mist meira enn 20 prosent av tínari
styrki, tá tú fyllir 80 ár.
Konditiónin
Konditiónin lýsir evnini hjá kropp
inum at taka upp ilt um lunguni og
lýsir evnini hjá likaminum at brúka
iltina í ymisku likamslutunum.
Samstundis, sum tú gerst eldri,
verður konditiónin verri. Orsøkin
er eitt nú, at pumpuvirksemið í
hjartanum minkar, æðrar gerast
forkálkaðar,
og
vøddamongdin
minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini
gera seg galdandi.
Mett verður, at konditiónin
minkar við umleið einari helvt frá
tí, at tú ert 20 ára gamal, til tú ert
80-90 ára gamal.
Úrslitið er, at tær kemur at vanta
orku til tey vanligu gerandistingini
sum eitt nú at ganga, ganga upp
trappur, súkkla og í heila tikið at
halda teg aktivan við tí, tú heldur
gevur meining í lívinum.
Koyr á!
Tað positiva er, at tú kanst minka
munandi um tær avmarkingar, ið
standast av, at tú eldist – og loysnin
er regluliga at íðka motión.
Ert tú fysiskt aktivur í einar
30 minuttir um dagin, minkar tú
faktiskt um vandan fyri hjartasjúk
um og øðrum deyðsorsøkum við
eini 30 prosentum. Venjur tú enn
meira, verður effektin av venjingini
enn størri.
Tey, sum eru kropsliga aktiv,
hava eina størri vøddamongd,
sterkari beinagrind, betri javnvág
og eru í minni vanda fyri brotum á
beinagrind.
Við at styrkivenja tínar vøddar,
kanst tú byggja upp ein ”reserva”
og soleiðis byrgja uppfyri, at vødd
arnir minka.
Fólk, sum eru 60 ár ella eldri,
kunnu økja vøddamongdina við
eini 45 prosentum, eins og tey
kunnu økja vøddastyrkina og
menna úthaldni við millum 25 og
100 prosentum eftir venjing bert í
einar 8-12 vikur.
Við venjing fært tú meira orku
til gerandisdagin, eins og tú fært
avlopsorku til nógvar hugsandi
aktivitetir – ja, sjálvt um tú ert 80
ára gamal, kanst tú kortini betra
um tína konditión við heili 30
prosentum.
Meira er at lesa um hesi viður
skifti á www.helse.dk
Kelda: www.helse.dk
Tín styrki og konditión viknar við árunum, um tú einki ger við tað. Tú kanst læra at
»testa« teg sjálvan og síggja, hvussu tín fysiska støða er, og tú kanst eisini læra
um viðurkendar venjingarhættir, ið hjálpa tær at halda teg í sving
heilsa
Tað loysir seg altíð at venja
Við venjing fært tú meira orku til gerandisdagin, eins
og tú fært avlopsorku til nógvar hugsandi aktivitetir
– ja, sjálvt um tú ert 80 ára gamal, kanst tú kortini
betra um tína konditión við heili 30 prosentum
Lívfrøði og sálarfrøði
Maður við krími uppførir seg, sum hann er deyðanum nær, men í mun til kvinnu gremur hann seg helst ikki um álvarsama sjúku, sum kann
kosta honum lívið. Í so máta er stórur munur á kvinnum og monnum. Kvinnur liva longri enn menn, og títtleikin av ávísum lívsstílssjúkum er
størri millum menn enn kvinnur. Deyðstíttleikin millum menn, sum fáa staðfest onkra av hesum sjúkum, er eisini størri enn millum kvinnur.
Orsøkin er als ikki bara lívfrøðilig. Í staðin skulu vit venda eygunum móti mentan og sálarfrøði sum ger, at menn og kvinnur ikki látast og
reagera eins. Kelda: www.helse.dk