Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – við Løkin Lagt er upp til størsta dystin í Effo-deildini komandi sunnudag, tá oddaliðið B36 tekur móti væl spælandi NSÍ liðnum hjá Trygva Morten­ sen. Í oysandi regni vann NSÍ mánakvøldið ikki minni enn 5-1 móti ÍF við Løkin. Í fleiri førum var talan um væl spæld álop og liðið sær út sum, at tað er til reiðar at kappast við B36 og Víkingi um FM heitið í 2015. Í Fuglafirði mugu broyt­ ingar til, um felagið nak­ rantíð aftur skal verða ein partur av oddinum í føroyskum fótbólti. Skolaðir av vøllinum Tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki, hevði miðverjin hjá NSÍ, Jens Joensen, just økt til 4-0. Gongulagiði á fuglfirðingunum var tung og eyguni hjá teimum flestu vóru fest rimmar føst í vøllin. At kalla eingin teirra hugdi upp. Nógvir tankar mundu ferðast runt í høvdinum á Alexandar Jovevic, ven­ j­ari hjá ÍF, tá hann í glo­ pra­regni gekk túrin frá útskiftisbonkinum og yvir í nýggju fimleikahøllina til skiftirúmini. NSÍ var greitt omaná í fyrra hálvleiki, men tað var ikki fyrr miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at NSÍ kom á odda. Síðani skolaðu málini og møguleikarnir oman móti ÍF málinum, sum stendur í brattari mótbrekku. Tvær ferðir Pól Jóhannus Justinussen, eina ferð Klæ­ mint A. Olsen og ein ferð Jens Joensen. Her kann leggjast afturat, at NSÍ hevði minst tríggjar stórar møgu­ leikar afturat. NSÍ staðfesti sína støðu sum avbjóðari til FM, meðan fleiri spyrja hvat er gali í ÍF. Størri krøv til ÍF Ongin útskifting í hálv­ leikinum og NSÍ kundi fingið bæði trý og fýra mál í seinna hálvleiki. Tað endaði við 5-1 sigri til NSÍ, men ÍF fekk ikki ein fót fyri seg, fyrr enn Trygvi Mortensen fór í holt við at skifta út. Hóast ÍF hevur fingið tilgongd av spælarum sum Adeshina Lawal, Andy Olsen, umframt at gamlir kenn­ ingar sum Jan Ó. Ellings­ gaard, Karl Løkin og nú Bogi Reinert-Petersen eru aftur í hópinum, so riggar lítið hjá ÍF í ár. Felags fyri fleiri spælarar á liðnum er, at teir ikki hava verið ein partur av hópinum alt árið. Skaðar og leikbann er eitt. Eitt annað eru nógvu spælararnir, sum ikki hava fingið uppstartin við. Tá so aðrir ikki eru tøkir til venjingarnar fram til seinnu hálvu, so hevur tú ein trupulleika. Umframt tað, so er Adeshina Lawal valdur frá, tí hann ikki vildi sita á bonkinum móti B36, meðan Dánjal á Lakjuni er burt­ur­ staddur Tað er ikki so langtsíðani, at ÍF kom í “feriugøluna”, tá teir í Europa League mang­ laðu fleiri spælarar, tí teir vóru í feriu. fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Andras Gango: Átti einki í málinum hjá ÍF, men hevði annars ikki so nógv at gera. Gjørdi sína skyldu, men samanlagt var ikki nógv at gera. 4 Jóhan Jacobsen: Spældi væl á høgra bakki, har hann fleiri ferðir átti lut á álopsspælinum. Legði upp til mál og royndist annars væl. 4 Per Langgaard: Hevði fínt tamarhald á tí, sum ÍF kom við. Ruddaði vekk, tá hann skuldi passar annars væl inn í verjuna. 5 Jens Joensen: Spældi væl í verjuni, har var í fleiri tvídystum. Vann teir flestu og lá ongantíð eftir á. Sum krúnan á verkinum, so skoraði hann eisini málið til 4-0. 5 Einar Tróndargjógv: Sera eýðsýndur í framrættaða spælinum og greiddi sína uppgávu í verjustøðu. Kemur væl frá uppspælinum og hevur nøkur framúr innlegg, har Klæmint stútaði eitt av teimum í mál. 4 Hákun Edmundsson: (Út 61.min) Kom væl frá uppgávuni á miðvøllinum og legði upp til 1-0 málið við framúr innleggi. Er sterkur á bóltinum og gagnar NSÍ. 4 Magnus H. Olsen: Átti lut í minst tveimum málum og var nógv á bóltinum. Torir at skjóta og tað úrslitaði í tveimum uppleggum. Misti takið móti endanum. 5 Pól Jóhannus Justinussen: (Út 73.min) Skoraði hattrik og er ein støðug hóttan í brotsteiginum, tá innleggini skola innfyri. Skoraði trý mál og er blivin ein lykla spælari hjá NSÍ. 4 Jann Martin Mortensen: Út 64.min) Spældi við nógvari orku og var íblandur felstu álopunum. Í mun til á Argjum, so kom hann ikki í lyklastøður. 4 Árni Frederiksberg Var nær við í fleiri førum, men glapp ongantíð hjá vonginum. Var nógv íblandaður í uppspælinum, men tað bleiv hvørki ikki til mál ella upplegg. 4 Klæmint A. Olsen: Stríddist og arbeiddi sum vit kenna hann. Fekk eisini eitt av sínum tiltiknu málum upp á innlegg, men manglaði eitt vet til at koma upp á 5-talið. 3 Michal Przybylski 3 (Inn 61.min) Kom inn á miðvøllin og vísti dirvi í spælinum. Tordi at royna langu avleveringina, men enn manglar eitt sindur. Spennandi spælari. 3 Christian Høgni Jacobsen 3 (Inn 64.min) Kom inn í eini fasu í dystinum, har NSÍ tók fótin av speedaranum. Tað sást aftur og royndi framherjin kom ongantíð ordiliga í gongd. 3 Jónhard Frederiksberg: (Inn 73.min) Kom inn seinasta stóra korterið á høgra vongi. Dysturin var í tómgongd, tá hann kom inn og tað merkti eisini avrikið. spælarameting NSÍ bjóðar B36 til FM dans – ÍF skavar botnin NSÍ spælir sum eitt lið, sum ætlar sær av bjóða B36 og Víkingi av í FM stíðnum, meðan ÍF skavar botnin við tveimum ósigrum upp á tilsamans 9-1 eftir summarsteðgin. Mánakvøldið vann NSÍ heili 5-1 á ÍF, har Pól Jóhannus Justinussen skoraði hattrik Við 5-1 sigrinum hevur NSÍ nú bestu málúrtøkuna í Effo- deildini. Teir yvirhálaðu Víkingi og hava nú samanlagt +27 mál. Hetta kann fáa avgerandi týdning, um liðini enda á jøvnunum í FM stríðnum 1 til 6