Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 7. august 2015 – Veljarin vila hava broytingar í føroyskan politikk Dagsins veljarakanning er ikki mjúkur lesn­ aður fyri løgmann, Sambands- og Fólka­flokk­in – tí sambært kanningini stendur Sam­bands­ flokk­ur­in við Kaj Leo Holm Johannesen til eitt av størstu skrædlum í søgu floksins. Flokkurin stendur til at missa tveir tingsessir í mun til seinsata val – ella tríggjar tingsessir í mun til nú. »Okkurt hava vit gjørt rætt«, sigur løgmaður javnan. Men okkurt – fyri ikki at siga nógv – hevur løgmaður gjørt skeivt, um dómurin verð­ur so eirindaleysur, sum hendan fyrsta veljarakanninin síðani valið varð skrivað út bendir á. Ikki nóg mikið við tí, at Sambandsflokkurin stendur til skræld. Men veljarin er sera ó­samd­ ur og ónøgdur við, at løgmaður ikki tók av­leið­ ing­ar­nar av niðurstøðuni hjá Hans Gam­mel­ toft Hansen um, at hann tilvitað hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. 75 prosent av veljarunum halda, at løg­ maður skuldi lagt frá sær. Tað eru bara sløk 19 prosent, sum halda tað mótsætta. Av veljarunum hjá Sambandsflokkinum við seinasta val eru tað heili 58 prosent, sum eisini halda, at hann átti at lagt frá sær. Bara 33 prosent stuðla honum. At løgmaður hevur handlað ímóti fólksins, velj­ar­ans og sambandsveljarans vilja, kann vera or­søk til, at hann ikki longur er so høgt í metum sum løg­maður. Spurd hvønn persón tey vilja hava til løgmann, svara fólini í kanningini, at Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum er besta boð til løgmann. Tað siga 35 prosent. Næst­ur honum er Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­veldi við 9 prosentum. Síðani kemur Alfred Olsen við 6 prosentum. Løgmaður kemur á fjóðra plássi við »bara« 5 prosentum. Veljarakanningin er – eins og so nógvar tær seinastu, ein lemjandi kritikkur av sam­ gonguni. Tað merkja serliga teir báðir flokk­ arnir, Fólka­flokk­ur­in og Sambandsflokkurin, men innanhýsis and­støðu­flokk­urin í sam­gong­ uni, Miðflokkurin, varð­veit­ir sínar veljarar, sum aftur hesaferð sam­bært kanningini geva flokk­inum tveir ting­ses­sir. Góðar tríggjar vikur eru nú til valið – og sjálv­andi kann nógv broytast. Ein kanning er bara ein støðumynd – men 11 støðu­mynd­ir á rað, sum siga tað sama, kunnu gera eina støðumynd til eina á­bending. Eingin ivi er um, at nógvir veljarar vilja broyting í føroyskan politikk. Nýval steðgar tingarbeiðinum Tað kom eftir øllum at døma óvart á sam­ gong­u­ting­menn, at løgmaður legði alt ting­ar­ beiði lam­ið, tá hann skrivaði út val. Hóast teir hava havt fleiri ár til at av­ greiða ting­mál sømiliga, so vilja teir nú í elvta tíma rætta feilir, sum eru gjørdir, og sum vórðu parkeraðir, tá løgmaður trýsti á val­ knøtt­in á ólavsøku. Tað er sum so ikki óvanligt, at val verður skrivað í úrtíð. Tó plagar tað at vera meira og betri fyrireikað. Hesaferð varð nývalið skrumblað ígjøgnum. Væl vistu vit, at valið nærkaðist, og at tað ikki vóru tey nógvu málini hjá samgonguni, sum kundu fremjast í hesi tingsetuni. Men løgið var tað at hoyra løgmann á tingsins røð­arapalli á ólavsøku greiða frá ymsu málu­num, sum skulu leggjast fram. Eitt nú at nokta borgarstjórum tingsess og at hjálpa børnum úr fátækaváða. Tí áðrenn orðini vórðu sodnað, kveistraði løgmaður øll hesi mál av borðinum og skrivaði út løgtingsval – fyri at taka politisku skipanina av ræði, so hon ikki megnaði at leggja fram misálit og fella løgmann. Misálitið varð koritni lagt fram, og tí kundi løgmaður saktans havt bíðað nakrar dagar og avgreitt tey neyðugu málini, sum liggja á láni. Men løgmaður valdi heldur at tryggja seg sjálvan við at senda tingið til hús og kveistra øll ikki-avgreidd mál av borðinum. Løgmaður er ikki settur fyri veljarans dóm. Tað løgtingið, sum skal veljast. Nýggja løgtingið skal velja nýggjan løgmann – um ikki ein meiriluti framhaldandi stuðlar sitandi løgmanni. Vildu flyta tvær milliónir frá miðlum til Fróðskaparsetrið Føroysku fjølmiðlarnir – bæði tann almenni og teir privatu – hava lítlan stuðul millum okkara kosnu menn og kvinnur. Har er eingin vilji at broyta órættvísu kappingina millum Kringvarpið og privatu miðlarnar um lýsingar. Tó so kom eitt uppskot úr Menta­mála­ráð­ num, sum var ein verulig og rímuliga erlig roynd at rætta viðurskiftini. Men tá Bjarni Djur­ holm, formaður í mentanarnevndini, legði sína køv­andi hond á uppskotið og vildi ikki loyva tí at koma til viðgerðar, tí onkur hevði traðkað hann á tærnar. Tí fall málið burtur. Vit hava seinni frætt, at ætlanir vórðu at brúka hesar tvær milliónir, sum eru á sam­tyktu fíggj­ar­lógini, til at taka fleiri sjúkra­systra­næm­ ing­ar inn á Fróð­sakp­ar­setri­num. Hesum bakbiti móti privatu fjølmiðlunum steðgaði Bárður Nielsen tó í fíggjarnevndini.. Um vilji er eftir valið, so fæst kanska skil á hesi viðurskifti. Okkurt hevur løgmaður gjørt skeivt Miðlastuðul til sjúkrasystrar kløkkir tingmenn Løgnir politikarar ikki bara at biða lova sær: Les eisini blaðið á telefonini Føroyingar vilja ikki hava sam­tíð­ ar­skald­skap Silvia Henriksdóttir Tíðargrein síða 21 Ein samgonga uttan Miðflokkin Bill Justinussen kjak síða 24 Visti tú? At tað um mid­dags­ leit­ið í gjár búðu 7.358.084.499 fólk í øll­um heimi­num? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sum ketta úr høvdatrog Gunvør Balle, sum ikki stillar uppaftur til løgtingið »Tað skal ein heilt serlig psyka til at vera í politikki. Tað er ikki í løgtinginum at tað stóra hugsjónarliga kjakið er«