mánadagur 10. august 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ingolf s. olsen
Kjak 15
Fiski
menn og
løntakarar
í fokus
Oda W. Andreasen
Kjaks síða 15
Ein
ferðavinna
at liva av
Veljarakanningin í síðstu viku gav
enn einaferð ábending um, at Sam
bandsflokkurin og Fólkaflokkurin
ikki fara at hava ræðið í Tinganesi
eftir valið – í øllum førum ikki eins
amallir.
Hinvegin eru ábendingar um, at
andstøðan fær greiðan meiriluta og
kann skipa samgongu. Tað merkir,
at Sambandsflokkurin og Fólka
flokkurin fara í andstøðu saman við
Miðflokkinum.
Sjálvsagt er bara talan um eina
kanning – og tað skal ikki takast fyri
meira enn tað, hóast 11 veljarakann
ingar á rað seinastu tvey árini siga
tað sama. Men um vit siga, at kann
ingin gjørdist valúrslitið, so er tað
als ikki vist, at andstøðuflokkarnir
semjast um at skipa eina samgongu.
Tað vita vit av royndum.
Víðgongd tjóðveldisfólk hava á
sosialu miðlunum róð framundir, at
Javnaðarflokkurin heldur vil í sam
gongu við Sambandsflokkin – og
mint á, at Aksel V. Johannesen hevur
proklamerað, at Javnaðarflokkurin
er ein samríkisflokkur.
Tey taka tað, at Javnaðarflokk
urin ikki var við til at seta misáltis
uppskotið fram móti løgmanni sum
eitt tekin um, at flokkurin fríggjar til
Sambandsflokkin.
Somuleiðis eru kreftir, sum vilja,
at Tjóðveldi fer í samgongu við
Fólkaflokkin fyri at skipa fullveldis
samgonguna aftur. Tað er eisini ein
matematiskur møguleiki, at Tjóð
veldi, Fólkaflokkurin, Framsókn og
møguliga Miðflokkurin skipa eina
fullveldissamgongu.
Samgonga
millum
Javnaðar
flokkin og Sambandsflokkin sær
trupul út sambært veljarakanning
ini. Tá skulu bæði Framsókn og Mið
flokkurin verða við, og tað er valla
trúligt.
Sambært veljarakanningini er tí
tann mest hugsandi samgongan, at
andstøðuflokkarnir skipa samgongu.
Tjóðveldi
og
Javnaðarflokkurin
kunnu helst semjast um eina orðing
um sjálvstýrisspurningin. Atli Dam
orðaði markið soleiðis, at sjálvstýr
ispolitikkurin hjá Javnaðarflokkin
rakk at loysingini – men ikki um
loysingina.
Løgtingsvalið verður helst eitt
val um virðispolitikkin. Um hvussu
samfelagsvirðini skulu býtast, her
undir, hvussu fiskvinninan skal
skipast í framtíðini.
Men spell er tað, at vit bara
kunnu gita um hetta. Best hevði
verið við klárum útmeldingum frá
flokkum um, hvussu teir ætla at
samstarva.
Men so framskygdur er føroyskur
politikkur ikki. Taktiska spælið ger,
at veljarin ikki hevur hóming av,
hvør samgonga verður skipað eftir
valið.
gita bara um samgongur
Bjørn á Heygum
og Zakarias
Wang skulu
bjarga Nýggja
Sjálvstýri
num í Havn
Sum vit skrivaðu her á síðuni
mikudagin, so er Bjørn á
Heygum jokarin hjá Jógvan
Skorheim.
Í morgun komu boðini frá
Nýggjum Sjálvstýri, at Bjørn
á Heygum stillar upp fyri
Nýtt Sjálvstýri.
Í tíðindaskrivnum sigur
Lasse
Klen,
at
áhhgin
hjá Bjørn á Heygum fyri
vinnuøkinum
og
sosiala
økinum eins og sjálvbjargn
isstrembanini
er
kendur,
og at honum dámar væl, at
Nýtt Sjálvstýri er ein hóv
ligur flokkur, og at flokkurin
samstundis er grundleggj
andi progressivur og nýskip
anarsinnaður.
Sambært sama tíðinda
skrivi sigur Bjørn á Heygum,
at tað er við góðum treysti at
hann nú bjóðar seg fram sum
valevni fyri Nýtt Sjálvstýri,
og hann ferð at leggja dent
á varandi menning og fram
burð fyri alt Føroya fólk.
Bjørn
á
Heygum
er
kendur úr samfelagskjaki
num. Hann leggur ongantíð
fingrarnar ímllum, tá hann
sigur sína hugsan, sum næst
an altíð øðrvísi, enn hjá øðr
um.
Hann var eisini ein kend
ur samfelagskritikari í ní
tiárunum, og tað førdi hann
upp á listan hjá Sambands
flokkinum á løgtingsvali
num í 1994. Hann gjørdist
tá fyrst valdi tingmaður, tí
hann fekk flestar atkvøður
í størsta flokkin. Hann fekk
tá 646 persónligar atkvøður
í Suðurstreymoyar valdømi.
Hin jokarin hjá Nýggja
Sjálvstýrinum er eisini gamal
í garði – og so sanniliga eisini
kendur fyri sínar meiningar
– sum eisini altíð eru øðrvísi.
Tað er Zakarias Wang.
Hann hevur ofta stillað
upp til bæði Fólkatingsval,
løgtingsval
og
býráðsval
– eisini fyri nógvar ymsar
flokkar.
Zakaris Wang umboðaði
Tjóðveldisflokkin
í
Tórs
havnar býráð frá 1981-1989.
Við in.fo segði hann í gjár,
at hann hevur meldað seg
úr Tjóðveldinum, tí hann
kann ikki vera limur í einum
flokki,
sum
tekur
ímóti
donskum stuðuli.
So hesir gomlu menninir,
sum skulu bjarga nýggja
sjálvstýrinum
fevna
frá
svartasta sambandi til full
komna fullveldi. So er bara
spurningurin, um tað verður
eitt nýtt ella eitt gamalt
sjálvstýri, sum verður valt á
ting 1. september,
Gamlir menn í nýggjum sjálvstýri
Veljarin hevur onga hóm
ing av, hvør fer at samstarva
Tað er ikki altíð so lætt hjá
einum fráfarandi formanni
at síggja, at nýggi formaður
in klárar seg betur.
Kanska tað er trupulleik
in hjá Jóannes Eidesgaard,
fyrrverandi formanni Javn
aðarfloksins. Ikki færri enn
tríggjar ferðir hevur hann
alment í síðstu viku hart
að Aksel V. Johannesen
og hansara leiðslustíl sum
javnaðarformaður í sam
bandi við misálitisuppskot
ið á løgmann.
Tað kann væl vera, at
Jóannes Eidesgaard hevur
rætt. Og at tað hevði verið
reiðiligari av Javnaðarflokk
inum at verið meduppskots
stillari saman við Framsókn
og Tjóðveldinum. Kanska...?
Men er tað ikki eitt sind
ur løgið, at gamli formaður
soleiðis leggur nýggja for
manni fótonglar, nú hann
fyri fyrstu ferð skal til velj
arans dóm eftir at hava leitt
flokkin eitt heilt valskeið?
Jóannes
Eidesgaard
gjørdi tað á Facebook, í
Dimmalætting og í sjón
varpinum fríggjakvøldið.
Óli Breckmann, hinveg
in, guddómmiliggjørdi Jørg
en Niclasen og Fólkaflokkin
sum landins bjarging í somu
sjónvarpssending fríggja
kvøldið.
–
Javnaðarflokkurin
hevur havt ilt við at fótað
seg síðani katastrofuvalið í
1994, tá flokkurin misti fimm
av tíggju tingsessum. Sam
bært kanningum, so vinn
ur Aksel tað, sum Jóannes
ikki megnaði. Man Jòannes
Eidesgaard ikki fegnast um
tað...?
Tann gamli hartar
tann nýggja
Hesir báðir gomlu gubbarnir eru nýggja blóðið í gamla
Sjálvstýrinum í Havn, sum nú eitur Nýtt Sjálvstýri...
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður Javnaðar
floksins, finst at leiðslustílinum hjá nýggja formanninum