Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tí doyggja døglingar í Hvalba og Sandvík Suni Joensen, ið er sandvíkingur, sum býr í Havn, hevur søguna frá gomlum at siga, hví døglingur javnan kemur inn á Hvalba og Sandvík - og ikki leggur beinini í øðrum bygdum í Føroyum Vilmund Jacobsen Tað kann tykjast undrun­ar­ vert, hví døglingur javnan leggur beinini í Hvalba og Sandvík og ikki aðrastaðni í Føroyum. Neyvan finst nakað veruligt svar upp á, hvør logiska frágreiðingin er – og um hon yvirhøvur finst. Men, Suni Joensen, ið mong kenna frá hansara mongu árum á Bruna­trygg­ ingini, hevur sína søgu at siga. – Tey gomlu søgdu, at døglingur ger lítið um seg og er lættur at leiða og stýra, tá høgt verður í hann av báti ella úr sjónum við sóknar­ ongli. Men, umráðandi er, at ikki verður høgt niður í tvøstið, tí tá kann hann gera ein rættiligan vørr. Suni veit frá gomlum at siga, at maður, sum stóð úti í sjónum, saktans kundi høgga í døgling og leiða hann til lands. – Onkur søga er eisini um slíka hending, har maður, sum høgdi, sjálvur flotnaði, men at beiggi hansara tók í herðatoppin á honum, og síðan leiddu teir døglingin til lands, so hann kundi skerast á háls. Døglingur er stórur hval­ ur, og í sínari tíð kundi tað gerast neyðugt at brúka hvalvákn sum mønustingara, soleiðis at hvalurin kundi avlívast. Mønustingarin, sum teir brúka til døgling í dag, er nevniliga størri enn tann, sum brúktur verður til vanligan grindahval. Grøðingarevni Suni Joensen vísir á, at nógvir døglingar løgdu bein­ ini bæði í Hvalba og Sandvík, meðan hann var ungur og vaks upp í Sandvík. – Onkuntíð lógu teir deyðir og turrir á sandinum, tá vit komu upp, og í øðrum førum vóru teir framvegis á lívi. Í onkrum øðrum føri vóru døglingar sæddir at svimja út fyri og vórðu beindir inn á sandin og av­ lívaðir. Hann vísir á, at sand­vík­ ingar og hvalbingar fyri tað mesta turkaðu døglinga­ tvøst­ið, sum teimum dámdu rættiliga væl, meðan spikið, ið ikki er egnað sum manna­ føði, partvís varð smeltað til lýsi. – Døglingalýsi varð hildið at hava grøðingarevni í sær, og tá Knud Nygaard í gomlum døgum var lækni í økinum, mælti hann mangan til at smyrja lýsi á staðið, har pínan sat, at smyrja lýsi á bringuna, um tú var trongur - og eitt nú at brúka lýsi móti hosta. Lýsið kundi stoytast á ein lunkaðan ullatógva ella ullaplagg og síðan leggjast á kroppin, sigur Suni. Hvør er søgan? Men, hvør er so søgan um, hví døglingur kemur inn á Hvalba og Sandvík - og ikki inn á aðrar vágir í Føroyum? – Teir gomlu, sum í sínari tíð róðu til útróðrar, søgdu, at bæði Hvalbiareiðið og Norðbergseiðið eru so lág, at tey líka sum søkka í havið, tá teir vóru staddir væl úr landi. Spurningurin er so, um døglingur, sum sjálvandi liggur enn lægri í sjónum enn ein árabátur, sær landið á sama hátt og heldur, at her er svimjandi. Hetta kann vera ein orsøk til, at døglingur velur leiðina, sum førir hann móti landi til og upp á sandin í Hvalba og Sandvík. Suni Joensen sigur, at hetta er frágreiðingin, sum hann hevur hoyrt frá goml­ um um orsøkina til, at døg­ lingur endar á landi í Hvalba og Sandvík. – Um hetta er so ella ei, er sjálvandi ógjørligt at siga, men hetta er líka sum tað, ið teir gomlu hugsaðu, sigur hann. – Teir gomlu høvdu sína meining um, hví døglingur svimur seg fastan í Hvalba og Sandvík, sigur sandvíkingurin, Suni Joensen Døglingalýsi verður hildið at hava grøðingarevni í sær… Anne Mette setir ovastevnu í Nólsoy Tað er nú greitt, at tað verður fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at seta ovastevnu Vilmund Jacobsen Hóast nólsoyingar hava brúkt nógva orku upp á at fyrireika ovastevnu, sum verður leyg­ ardagin, er nýliga vorðið greitt, hvør skal seta stevn­ una í ár. Sum skilst, hava ávísir persónar verið upp á tal, men tá tað vísti seg, at hesir lótu seg stilla upp til løgtingsval, helt stevnunevndin ikki, at teir skuldu seta stevnuna. Kendi havrógvarin, Livar Nysted, hevur eisini verið nevndur sum ein møguleiki, men hann er eisini á lista til løgtingsvalið hesaferð. Anne Mette Stevnunevndin hevur nú gjørt av, at tað verður prest­ urin í Fuglafjarðar presta­ gjaldi, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at seta ovastevnu. Hon er eitt kent andlit í Nólsoy, haðani maður hennara, Leif Hansen, er. Ovastevna verður sett á bryggjuni í Nólsoy leygar­ dagin klokkan 14, og sum vant fer Havnar Hornor­ kestur at seta sín serstaka dám á løtuna. – Veðurforsagnirnar til leygardagin eru lovandi, og tí vænta og vóna vit, at nógv fólk fara at leita sær á ova­ stevnu, har einki hegn verð­ ur, soleiðis sum verið hevur seinnu árini, siga fyrireik­ar­ arnir. Anne Mette Greve Klemensen er eitt kent andlit í Nólsoy, haðani maður hennara - Leif Hansen – er. Hon fer at seta ovastevnu leygardagin