týsdagur 11. august 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Er tað ein flokkur, sum hevur
havt størstu ávirkanina á pol
itikkin í Føroyum, so má tað
vera Fólkaflokkurin.
Í øllum førum um tað at
hava ávirka á føroyskan pol
itikk er at sita í landsstýri
num.
Fólkaflokkurin hevur síð
ani heimastýrislógina í 1948
sitið við valdið í 47 ár. Tað
merkir, at tað »bara« eru 20
ár tilsamans hesi seinastu 67
árini, at Fólkaflokkurin ikki
hevur havt beinleiðis ávirkan
á tann politikk, sum rikin er
her á landi.
Tríggjar
ferðir
hevur
Fólkaflokkurin átt løgmann.
Fyrstu
ferð
í
sjálvstýris
landsstýrinum
í
1962-66,
aðru ferð tá Jógvan Sund
stein var løgmaður í 1988-90,
fyrst var tað saman við Tjóð
veldisflokkinum,
Kristiliga
Fólkaflokkinum (KrFFFF) og
Sjálvstýrisflokkinum, síðani
saman við Sambandsflokki
num og Tjóðveldisflokkinum.
Síðstu ferð Fólkaflokkurin
hevði løgmann var í fullveld
islandsstýrinum
frá
1998-
2004, tá Anfinn Kallsberg var
løgmaður.
Sambandsflokkurin
sitið næst longst
Eftir Fólkaflokkin er tað Sam
bandsflokkurin, sum hevur
sitið næst longst í landsstýri.
Sambandsflokkurin
hevur
sitið í landsins leiðslu í 43 ár
– og hevur síðani heimastýr
islógina í 1948 sitið í tilsamans
24
ár
í
andstøðu.
Men
flokkurin hevur eisini havt
stóra ávirkan á politikkin.
Sambandsflokkurin hevur
seks ferðir havt løgmann, og
fimm persónar hava umboð
að flokkin í løgmanssessinum
í Tinganesi. Tann fyrsti var
Føroya fyrsti løgmaður eft
ir heimastýrislógina, Andras
Sameulsen, sum var løgmaður
fyrsta skeiðið frá 1948-50.
Síðani tók Kristian Djur
huus við. Hann var løgmaður
frá 1950-58. Hann tók við aftur
sum løgmaður, tá Petur Mohr
Dam, løgmaður, doyði í 1968.
Triði løgmaður Sambands
flokkins var Pauli Ellefsen,
sum var løgmaður valskeiðið
frá 1980-84.
Edmund Joensen var løg
maður frá 1994 til 1998, og
tann fimti er Kaj Leo Holm
Johannesen, sum hevur verið
løgmaður síðani 26. septem
ber í 2008.
Sjálvstýri var kittið
í føroyskum politikki
Sjálvstýrisflokkurin er tann
flokkur, sum hevur trið
mest í samgongum. Av góð
um grundum hava mangan
boð verið eftir Sjálvstýris
flokkinum fyri at fáa kabalina
at ganga upp. Tí hevur flokk
urin ofta fingið eyknevnið
»kittflokkurin«
ella
»klíp
ið«. Hann hevur verið við í
borgarligum
samgongum,
í
sjálvstýrissamgongu,
í
vinstrasamgongu og í full
veldissamgongu. Sjálvstýris
flokkurin hevur sum oftast
havt ein landsstýrismann –
men í fullveldissamgonguni
frá 1998-2002 hevði hann tveir
landsstýrissessir – Eyðun Elt
tør í oljumálum og Helenu
Dam á Neystabø í heilsumál
um. Flokkurin hevði tá einans
tveir løgtingsessir.
37 innanfyri –
30 ár uttanfyri
Javnaðarflokkurin er á fjórða
plássi. Flokkurin hevur sitið
í samgongu í tilsamans 37
ár – og hann hevur sitið í til
samans 30 ár í andstøðu.
Flokkurin var við í fyrsta
landsstýrinum frá 1948, men
fekk longu durafjórðingin í
1950, tá borgarlig samgonga
varð skipað. Men flokkurin
hevur í fimm umførum síðani
tá verið við í samgongu, sum
oftast hevur flokkurin havt
løgmann.
Fyrsti løgmaður floksins
var Petur Mohr Dam frá 1958-
62. Hann gjørdist aftur løg
maður í 1966, men doyði í 1968.
Í 1970 varð Atli P. Dam valdur
til løgmann, og hann sat í
fyrstu syftu til 1980. Hann
gjørdist aftur løgmaður frá
1984-88 og frá 1990-93.
Marita Petersen var løg
maður frá 1993-94, og Jóannes
Eidesgaard var løgmaður frá
2004-08.
Tjóðveldi er ein
andstøðuflokkur
Tjóðveldi er einasti av teim
um stóru flokkunum, sum
hevur sitið meira í andstøðu
enn í samgongu. Hann hevur
sitið í samgongu í tilsamans
24 ár og í andstøðu í 43 ár.
Fyrstu ferð flokkurin kom
í samgongu var í 1962, tá sjálv
stýrissamgongan. Næstu ferð,
Tjóðveldi kom í samgongu var
aðru ferð Atli Dam skipaði
samgongu, eftir valið í 1974.
Tann samgongan sat til eftir
valið í 1980.
Tjóðveldi kom aftur í
samgongu saman við Javn
aðarflokkinum,
Sjálvstýris
flokkinum og Kristiliga Fólka
flokkinum FFFF frá 1984-88.
Í 1989 fór Tjóðveldi í sam
gongu við Sambandsflokki
num og Fólkaflokkinum. Og í
1993-94 var hann í samgongu
saman við Javnaðarflokk
inum og Sjálvstýrisflokki
num. Eftir valið í 1998 gjørdist
Tjóðveldi størsti flokkur – og
tá var fullveldissamgonga
skipað millum Fólkaflokkin,
Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokk
in. Tann samgongan sat til
valið í 2004.
Í 2008 var Tjóðveldi eitt
stutt skifti í samgongu sam
an við Javnaðarflokkinum og
Miðflokkinum.
Tjóðveldi hevur ongantíð
havt løgmann – hóast flokk
urin hevur sitið í samgongu
sum størsti flokkur.
Nógv í samgongu
hóast nýggjur flokkur
Miðflokkurin hevur, síðani
hann varð stovnaður og kom
á ting í 1994, tríggjar ferðir
verið í samgongu. Tá fullveld
issamgongan misti meirilutan
á valinum í 2002 traðkaði
Miðflokkurin til so fullveld
issamgongan
kundi
halda
fram. Flokkurin var eisini við
í stuttu CHE samgonguni í
2008. Og hann var aftur við í
sitandi borgarligu samgong
uni frá 2011.
Aðrir smáir flokkar
hava eisini verið við
Aðrir
flokkar,
sum
ikki
longur eru í tinginum, sum
hava verið í samgongu, eru
Verkamannafylkingini
frá
1994-98,
Framburðsflokk
urin hjá Kjartan Mohr sum
stuðlaði sjálvstýrissamgong
uni frá 1962-66 uttan at hava
landsstýrissess,
Kristiligi
Fólkaflokkurin frá 1984-88
(januar), og Framsóknarflokk
urin hjá Adolf Hansen í 1988.
Fólkaflokkurin hevur sitið longst
Fólkaflokkurin er klárt tann flokkur, sum illa kann kasta øðrum flokkum fyri at hava gjørt tað ringa í føroyskum
politikki. Tí Fólkaflokkurin hevur næstan altíð verið í landsins stýri. Seinastu 40 árini hevur Fólkaflokkurin sitið
við stýripinnin í Tinganesi við undantaki av nøkrum fáum árum. Í 47 ár tilsamans hevur flokkurin sitið í landsstýri
Tvey hava umboð
að tveir flokkar
Eirikur Lindenskov
Tað eru tvey fólk, sum
hava umboðað tveir yms
ar flokkar í landsstýrin
um.
Tey eru Karsten Han
sen úr Tjóðveldisflokk
inum og Miðflokkinum,
og Helena Dam á Neysta
bø úr Sjálvstýrisflokki
num og Javnaðarflokki
num.
Tá fullveldislandsstýr
ið varð skipað í 1998 gjørd
ist Helena Dam á Neystbø
landsstýriskvinna í al
manna- og heilsumálum
– umboðandi Sjálvstýris
flokkin. Hon sat til febr
uar 2001.
Tá seinna ABC-sam
gongan varð skipað í
2008 varð Helena Dam á
Neystabø vald á ting fyri
Javnaðarflokkin, og tá tók
hon við sum landsstýr
iskvinna í mentamálum
fyri Javnaðarflokkin.
Tá fullveldislandsstýr
ið varð skipað í 1998 tók
Karsten Hansen við sum
landsstýrismaður í fíggj
armálum – umboðandi
Tjóðveldi. Hann sat sum
fíggjarmálaráðharri
til
samgongan slitnaði í des
ember í 2003.
Tá CHE samgongan
varð skipað í 2008 tók
Karsten Hansen aftur við
sum fíggjarmálaráðharri
– hesaferð fyri Miðflokk
in.
Mangan hoyra vit Jørgen Niclasen taka til, at »síðani vit komu til«, hava vit gjørt bæði hetta og hatta – og at hinir hava
gjørt allar ólukkurnar í føroyskum politikki. Tað er kanska ikki so løgið, tí í politikki ber alt til, og tú kanst siga akkurát
tað, sum tú vilt. Men hagtølini lúgva ikki. Fólkaflokkurin hevur sitið út í eitt í Tinganesi seinastu seks valskeiðini