Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KUNNGERÐ um løgtingval Í Fuglafjarðar kommunu Til veljarar til løgtingsvalið 01. september 2015 í Fuglafjarðar kommunu Vísandi til at løgtingsval er útskrivað, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðsan fer fram í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 týsdagin tann 01. september fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum, Rættarvegur 25 fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00, og heldur atkvøðugreiðslan fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Brævatkvøður: Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býrásskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við mánadagin 31. august 2015. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mándagin 31. august 2015, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00. Heimaval: Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015 við a venda sær til býráðsskrivstovuna á telefon 668000 ella 238007 í seinata lagi mánadagin 31. august 2015 kl. 15.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast. Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður, tann 08. august 2015 FuglaFjarðar Býráð Fuglafjarðar Kommuna