Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 141 - 27. juli 2004 Nr. 141 - 27. juli 2004 3 Gøtumaðurin Óla Jákup Thomsen hevur latið sítt fyrsta yrkingasavn úr hond- um ÚTGÁVA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo "Summar vælafturkomið tú vera skalt nýggju mánaðir síðani síðst mangan var kalt við lívgandi sól og summar hita ofta vár longsul úti aftur kunna sita" - Brot úr yrkingini Grør um angandi grót Yrkjarin Óla Jákup Thom- sen úr Gøtu hevur latið sítt fyrsta yrkingasavn úr hond- um. Savnið kallast "Ein dropi úr havinum" og inni- heldur tretivu yrkingar. Savnið er í tveimum pørt- um, har fyrsti partur eru yrkingar upp á rím, og seinni partur eru orðaspøl. Í innganginum sigur rit- høvundurin, at yrkingar uppá rím í føroyskum yrkingahøpi tey seinastu nógvu árini hava verið sum lundi á jólanátt. Tí hevur Óla Jákup valt at geva nakrar av slagnum út í nýggju útgávuni. Skipari Óla Jákup Thomsen er út- búgving skipari og hevur siglt víða um. Hann hevur seinasta hálva árið arbeitt intensivt við savninum. – Nú hevði eg so nógv tilfar liggjandi, at eg helt tað rætta tíðspunktið at geva út, sigur Òla Jákup Thomsen. Honum dámar væl at yrkja, og hann sigur seg finna besta arbeiðsfriðin tíðliga um morgnarnar. Savnið verður givið út á egnum forlagi, ið kallast Stjørnustøv. Savnið er 54 síður og kostar 120 krónur í sølubúðunum. Føroyaprent hevur umbrotið og prentað. Standi á síðulinjuni og hyggi ja hyggi eftir spælinum fyri gallarínum ímeðan onnur halda gallaveitslu fyri spælinum - Yrkingin Eygleiðan Ein dropi úr havinum Gøtumaðurin Òla Jákup Thomsen, avmyndaður á Gøtusandi, hevur latið sítt fyrsta yrkingasavn úr hondum. Mynd: Jens Kristian Vang Í gjár vóru liðin 130 ár, síðani danakongur á fyrsta sinni vitjaði Føroyar. Christian tann 9. og Valdemar prinsur við fylgi kom til Føroyar tann 25. juli 1874. Tá gamli skúlalærarin, Andreas Christian Lützen, ið var tann fyrsti av Lützen- ættini í Føroyum, tók ímóti, small hann deyður í føvn- ingin á kongi. A. C. Lützen var løg- tingsmaður og borgarstjóri í Havn. Tá á døgum var samskift- ið ikki sum nú, og fólk gingu úti á Kirkjubøreyni og hugdu, nær kongaskipið fór at koma. Fyri at halda varmanum fóru tey undir at laga varðarnar, sum enn tann dag í dag standa á Kirkjubøreyni. Tveir dagar seinni, fór kongaskipið víðari til Ís- lands, sum tá eisini var undir danska kongahúsin- um. 130 ár síðani Føroyar høvdu fyrstu kongavitjanina Gott ár hjá Nes Kommunu Fólkatalið er økt, nógv virksemi er og skattainntøkur- nar eru á leið tað, sum mett varð um. Nes Kommuna er væl nøgd TÍÐINDASKRIV Nú gott og væl eitt hálvt ár er farið aftur um bak av 2004, verður saman- dráttur av rokniskapin- um, um gongdina í farna ári hjá Nes kommunu, borin út til øll húski í kommununi. Bygdarráðið kann staðfesta, at 2003 roynd- ist væl hjá kommununi, bæði fíggjarliga og eis- ini í aðrar mátar. Í mun til onnur økir í landinum kunnu vit frøast um, at tað er so at siga einki ar- beiðsloysi í kommununi. Vit kunnu staðfesta, at skattainntøkurnar vóru eitt sindur hægri enn roknað var við. Fólkatalið í kommun- uni er økt, og eisini er eftirspurningurin eftir grundøki til bústaðar- bygging vaksandi. Arbeiðið við at gera eldrasambýlið er liðug. Tey fyrstu búfólkini flyta inn uml. 01. sept. og er pláss fyri 16 fólk- um. Útstykkingin Heygar- nar-Gadd er væl ávegis, og nøkur stykkir eru matrikulerað og seld, meðan enn fleiri verða klár í 2004. Av arbeiðum sum eru í gongd í 2004 kunnu nevnast: Kommunan arbeiðir í løtununi við at dýpa bátahylin inni í Oyrun- um, fyri at gera pláss til trolbátarnar. Hetta vil føra við sær, at tað fer at verða rúmligari, við Toftagjógv, hjá teimum skipum og bátum, ið skulu landa á Toftum. Endiliga er gongd komin á við at fáa vegin úti á Nesi breiðkaðan, og vónandi kann ar- beiðið gerast liðugt í ár. Viðvíkjandi skúlanum kann nevnast, at komm- unan í eina tíð hevur sett pening av á fíggjarætl- anini, til skúlaútbygg- ing. Eftir ætlan, fer ar- beiðið við skúlavíðk- anini í gongd um árs- skiftið. Higartil í ár eru skattainntøkurnar á leið tað sum mett varð um og vóna vit, at hetta kemur at halda. Í samandráttinum, sum verður borin út til øll húskir í kommununi, sæst meiri nágreiniliga, hvussu 2003 hildnaðist hjá Nes kommunu, sigur bygdarráðið á Nesi í tíðindaskrivi. Árliga Ólavsøku- konsertin verður týskvøldið 27. juli kl. 20 í Kommunuskúla- garðinum KONSERT Tíðindaskriv Í ár spæla: Paradox, GóGóBlues, Gestir, Head- ache Blues Treo, I Am, Fluffy Toys, Páll Finnur Páll, Hatespeech, Gunnar Mikkelsen, Kristel Lisberg, Týr og Makrel. Bróðurparturin av hesum bólkum eru fløguaktuellir í ár. Sum nakað nýtt verður ein básur settur upp á konsertøkinum, har møgu- leiki verður at ogna sær fløgur frá luttakandi bólk- unum við stórum avsláttri. Fløgan hjá Týr er distribu- erað langt út um føroysku landoddarnar, og Makrel eru glóðheitir við síni spildurnýggju fløgu, ið eisini verður at fáa á básinum. Páll hevur júst Funnið Páll aftur, og leggja í løtuni síðstu hond á aðru fløguni. Einasta útlendska navnið á konsertini í ár verður navnframi Gunnar Mikkel- sen, ið vann kappingina hjá DR "Stjerne For En Aften" í fjør. Við sær hevur hann so navnframar menn sum Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Kim Hansen á klaver og sang, James Olsen á trummum, og Jens Marna Hansen, sum vit kenna frá All That Rain á guitar og sang. Týr hava fingið Terja Skibenæs aftur í bólkin, og teir fara dagin eftir Ólav- søkukonsertina av landin- um á konsertferð. Kristel Lisberg hevur kosið sær Arnold Ludvig frá Føstu- fressum, Mikkjal Hvanna- stein úr Aria og James Olsen, Torbjørn, Óluvu og Anju til sína framførslu á Ólavsøkukonsertini. Fluffy Toys ætla sær at bresta nakrar konsertbumb- ur afturat tí harða melodi- øsa rockinum í síni skrá. I Am eru í toppform og skulu eins og Týr av land- inum at framføra í næstum. Vit fáa Gestir á Ólav- søkukonsertini, teir hava vant dúgliga síðani G!, og fara saman við Eivør Páls- dóttir og Makrel eisini av landinum í august. Harumframt spæla Head- ache Blues Treo, Páll Finnur Páll, Hatespeech og GóGóBlues. Tað hevur síðan seinast í 1990’unum verið fastur táttur, at vinnarin av PopTop-kappingini er fyrsti bólkur á pallinum. Í ár verða tað sostatt Paradox, ið byrja konsertina. Frásøgumaður á konsert- ini í ár er Jákup Veyhe úr Pipar&Salt. Pallurin er settur upp av kønum fólki, tað eru Jóan Pauli Johansen og Birgir Sondum, ið hava staðið fyri uppsetingini. Ljóðroynd- irnar byrjaðu longu mána- kvøldið, hetta tí at talið av luttakandi bólkum er væl størri enn undanfarnu ár. Fimm ljóðtøkningar, ein ljóstøkningur, og nógv onn- ur professionell fólk eru við til at gera eitt brak av eini konsert. FUT heitir inniliga á fólk um at lata glasfløskurnar liggja eftir við hús og fylla løgin í plastfløskur. Tað er FUT (Føroya Und- irhaldsTónleikarafelag), ið skipar fyri konsertini. Fløguaktuellir bólkar á ólavsøkukonsert Kongaminnið í Havn varð bygt sum minni um fyrstu kongavitjanina í Føroyum. Tað var tann 25. juli í 1874, at Christian IX kongur og Valdemar prinsur stigu á land innast á Eystaru vág í Havn, sum síðani hevur itið »Kongabrúgvin« C M Y K 3 2 Havnar Arbeiðs- kvinnufelag Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá 26. juli til 16. august. Nevndin www.sosialurin.fo