Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 14. august 2015 Nógvar snildir verða nýttar í politikki At politiska minnið er stutt er so mangan sannað. Tað fer eisini at verða sannað, tá val­ skeiðið er av, og avrikini verða vigað. Onkuntíð verður sagt, at politikkur er sjón­ leik­ur. Tað er so satt, sum tað er sagt. Summir pol­it­ikarar eru sum tiknir úr leikum til henda sjón­leik – og tað riggar. Í blaðnum mikudagin høvdu vit eitt yvirlit, sum vísti, hvussu leingi ymsu flokkarnir hava sitið við valdið í Tinganesi. Har sást eitt nú, at Fólka­flokkurin er tann flokkur, sum hevur sit­ið longst við valdið. Av teimum 67 áru­num síðani heimastýrissamgonguna hevur flokk­ur­ in sit­ið við valdið í 47 ár. Tað merkir, at tað bara eru til­samans 20 ár síðani 1948, at flokk­urin ikki hev­ur sitið við valdið. Hann var ikki við í fyrstu sam­gong­uni og heldur ikki frá 1958-62. Longsta gloppið. har Fólkaflokkurin ikki hev­ur havt á­virkan, er frá 1966-1974. Og síðani 1974 – tað vil siga seinastu 40 árini – eru bara til­sam­ans seks ár, har flokkurin ikki hevur sitið við valdið. Tí er tað heilt burturvið, tá Jørgen Niclasen tos­ar um »at taka upp eftir øðrum flokkum«. Tì tað hev­ur Fólkaflokkurin ikki gjørt. Felags fyri allar politikarar er, at teir eru so skjót­ir at taka sær heiðurin av øllum tí, sum gong­ur væl í samfelagnum – og líka skjótir at geva øðrum skuldina fyri tað, sum gongur illa. Í veruleikanum er hetta spæl fyri galla­rí­ num – og at taka sær heiður, sum onnur eiga. Lága rentan og fellandi oljuprísurin hava havt sera posi­tiva ávirkan á búskapin. At makrel­urin er komin í okkara sjógv hevur eis­ini havt sera postiva ávirkan, eins og at tað gong­ur væl í alivinnuni. Men um politikarar fara seta slíkt á sín avrikslista, so er tað bein­ leið­is ó­smæð­ið. Tí tann heiðurin eiga pol­it­ik­ ar­ar­nir ikki. Tað er er nógv, sum gongur væl í sam­felagnum, sum politikarar onga ávirkan hava á, tað skulu vit ikki gloyma! Tá vit tosa um ávirkan hjá politikarum, so kunnu vit í nógvum førum heldur tosa um at av­marka skaðiliga ávirkan hjá politikarum. Vit síggja nú samgongupolitikarar úr Fólk­a­ flokkinum tosa um at hjálpa støk­um upp­i­hald­ ar­um, at geva lág og miðalløntum skattalætta og um at taka yvir útlendingalógina. Vit mugu seta okkum tann viðkomandi spurn­inign, um politikarar veruliga halda, at fjøldin er býtt? Kanska fjøldin er býtt – ella ikki minnist so væl. Tí politiska minnið er stutt. Tað vita pol­ it­ikarar. Tað er tí, at teir gera sær dælt av tí – og koma stór­ flenn­andi aftur á ting. – Er tað lættari hjá summum at sleppa framat í Kringvaprinum? Soleiðis skrivar Hans J. Hermansen á Facebook: »Vanliga plagi eg at lata nógv um meg ganga, men í kvøld má eg siga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin og vónbrotin av kjakinum í KvF. Tað snúði seg um nýggju grindalógina og av­leiðingarnar av henni. Søgan er í stuttum henda: Seinasta fríggjadag sat eg í Føroya Rætti, tá ið dómur varð sagdur í málinum móti Sea Shepherd og fimm av teirra umboðum. Und­ ir liðini á mær sat tíðindafólk frá KvF. Eg varð spurd­ur, um eg var til reiðar at viðmerkja dóm­ar­nar. Tað segði eg meg vera. Løtu seinri tesk­aði eg til tíðindafólkið, at eg fyri góðan ord­an vildi gera vart við, at eg eri ein teirra, ið stilla upp komandi løgtingsval. Henda viðmerking gav týðiliga tíð­inda­ fólki­num høv­uð­brýggj, og úrslitið var, at eing­in samrøða varð gjørd við meg. Orsøkin segð­ist vera, at KvF roynir at ansa sera væl eft­ir, at eingin fær fyrimun fram um onnur val­evni so stutt upp undir valið. Alt gott um tað. Tí gjørdist eg ikki sørt bilsin, tá ið 2 val­ evni verða boðin inn til kjak um nýggju grinda­lóg­ina, so stutt fyri valið? Ein frágreiðing frá KvF er kærkomin og neyð­ug. At enda má eg siga, at EINKI nýtt kom fram í hesum kjaki. Hví hetta evnið, ið er tugt og tanlað?« Lumpar hann veljaran? Annfinn Brekkstein á Velbastað er uttan iva annað av høvuðsvalevnunum hjá Sam­bands­ flokk­in­um í Havn til løgtignsvalið. Hann er bý­ráðs­limur í Havn – og hann hevur hig­ar­til met í stórum valplakatum. Hann hevur eft­ir øllum at døma sett sær fyri at hava størri plak­atir enn stóra fyrimyndin hjá honum, Heð­ in Mortensen, borgarstjóri. – Men er ikki okkurt galið við trúvirðinum hjá Ann­finni Brekkstein, tá hann skrivar: »Ein rødd úr Havn á Løg­ting«? Tí røddin kem­ur av Vel­ba­stað. Ann­finn Brekk­stein býr á Stór­ heyggi 2 á Velba­stað­ ur... Gera sær dælt av at fjøldin er býtt Er røddin ikki av Velbastað? Politikarar og fjølmiðlar Býráðslimurin í Havn: Les eisini blaðið á telefonini Hugleiðingar um borgarstjórar á tingi Sámal Matras Kristiansen Tíðargrein síða 18-19 Borgarstjóri – veg­ urin inn í lands­ politikk Bergur Berg Kjak síða 20 Visti tú? At 14 borgarstjórar í Føroyum stilla upp tilløgtingsvalið 1. september? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Frágreiðing frá KVF kærkomin Eydna Skaale, serfrøðingur í retorikki »Tað er langt síðani, at boksidysturin byrj­aði. Øll eru við uttan Fólkaflokkurin, sum bara bíðar, inntil hini sláa hvønn­ ann­an út, so hann lætt og elegant kann taka vald­ið aft­ur og flenna allan vegin í lands­stýrið« Hans J. Hermanssen kennir seg vera fyri vanbýti í Kringvarpinum Tilvildarlig mynd úr Løgtinginum