Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 4 T á vit tosa um føroyskan mat, er tað altíð heystið við tí ræsta og turra kjøtinum, sum er fremst í hugaheiminum. Tað er sjáldan, at vit seta føroyska summarið í samband við okkara gastronomi, hóast summarið – so kalt tað enn er – hevur so nógv at bjóða okkum. Fríggjakvøldið 21. august verður Áar­ stova karmur um eitt forvitnisligt kvøld: Borðreitt verður við nýflettum lombum úr Hósvík og hvalvíkarleiðini. Hesi lomb hava ongantíð fingið heilivág og eru sostatt 100 prosent økologisk. Afturvið kjøtinum verður grønmeti úr Skálavík og av Sandi og úr vakstrarhúsinum í Sandavági, ymsar urtir og vónandi soppar. Vælkomudrykkur verður Mojito við føroyskum myntbløðum og eisini verður ein røllikusnapsur á skránni, dessertin verður rabarbugreytur við føroyskum jarðberum og feitum føroyskum róma. Pláss er fyri umleið 70 gestum. Samanlagdi fólkaskúlin í Klaksvík fær navnið »á Skúlatrøð«. Tað hevur Klaks­ víkar býráð einmælt samtykt. Býráðið fylgdi harvið tilmælinum frá einari samd­ari dómsnevnd, ið skipaði fyri kapp­ing um nýtt navn til samanlagda skúlan. Skúlastýrið tók eisini undir við til­mælinum. Teir báðir fólkaskúlarnir í Klaksvík, Skúlin á Ziskastrøð og Skúlin við Ósánna, eru nú samanlagdir, og bygging av nýggj­ um skúlabygningi fyri 100 milliónir krónur er byrjað. Klaksvíkar kommuna setti eina navna­ nevnd at finna nýtt navn til saman­lagda skúlan, og nevndin skipaði fyri navna­ kapping. 27 uppskot komu inn, men nevndin mælti ikki til at brúka nakað av innkomnu uppskotunum. Í staðin samtykti navnanevndin at mæla til at brúka navnið »á Skúlatrøð«. Navnið Skúlatrøð er gamalt staðarnavn í Klaksvík, men er dottið burtur. Navnanevndin heldur, at tað er hóskiligt at blása nýtt lív í staðarnavnið og brúka tað til nýggja skúlan. – Við navninum »á Skúlatrøð« verður lagt upp til, at skúlin er ein kveikjandi vakstrarmiðstøð fyri alt nærumhvørvið, har støðugt verður velt burtur úr nýggjum. Har børn og vaksin vaksa bæði fakliga, listaliga og menniskjaliga. Eins og trøðin gevur føðslu og lív til fenað av ymsum slag, er skúlin ein stovnur, har ymisku børnini vaksa seg búgvin til lívið. Samstundis er skúlin eisini eitt vakstrarstað fyri ment­an og list í nærumhvørvinum, sigur navna­ nevndin í sínum tilmæli. Jóhann Lützen, sum er formaður í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar býráði, var formaður fyri navnanevndina, og hann fegnast um nýggja navnið. – Vit hava fingið eitt snøgt skúlanavn, sum fagnar víðfevnda virkseminum hjá samanlagda skúlanum. Nýggi skúlin er eitt stórt frambrot fyri skúlaskapin í kommununi, og navnið fevnir væl um innihaldið í skúlanum, sum fer at sameina fólk í kommununi enn meiri, sigur Jóhann Lützen. Í dómsnevndini sótu: Jóhann Lützen (dómsnevndarformaður), Edward Fuglø (listamaður), Magnus Arge (fólkavaldur skúlastýrislimur), Jastrid Gullaksen (sniðgevi), Andras Sólstein (søgufrøðingur), Vagn Folbo (skúlastjóri), Tonja Ziskason (toymisleiðari børn & ung) og John Færø (trivnaðarstjóri). Í næstum verður samkoma, har nýggja skúlanavnið verður staðfest, og har besta innkomna uppskotið um navn verður heiðrað. Við støði í nýggja navninum verður nú skipað fyri búmerkjakapping. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Oyss tað er gott, at vit hava ólav­søk­una. Altíð tann sama og altíð fantastisk :) Og ikki minni gott er tað, at tórshavnar kommuna hevur heimsins besta reinhald, sum so skjótt skimmar býin aftur eftir tveir dagar av veitslu :)« Sæð á Facebook: »Um tú vilt siga sannleik­ an, mást tú fáa fólk at flenna, annars drepa tey teg.« Oscar Wilde Seinastu vikuna hevur orðið »borgarstjóri« verið nógv á mannamunni. Ella kanska rættari fleirtalsformurin »borgarstjórar«. Orsøkin er tann, at landsstýrið hevði ætlað at nokta borgarstjórum sæti á tingi. Sambært uppskotinum sum landsstýrið arbeiddi við, so skuldu kommunustýri ikki sleppa at heimila borgarstjórum at røkja løgtingsstarv við síðuna av borgarstjórastarvinum. Higartil hava 14 borgarstjórar boðað frá, at teir stilla upp til løgtingsvalið KRIS hevur fingið fleiri fyrispurningar frá føroyafeløgum í Danmark um at koma á vitjan við síni ráðgeving. Nú er gjørt av, at KRIS fer til Danmarkar í september at veita føroyingum, sum líða av seinárinum av kynsligum ágangi, ráðgeving. 68 ára gamli Lars Emil Johansen úr Grønlandi er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum. Hann tekur við eftir Bill Justinussen, ið hevur verið formaður síðani 2014. Aðalfundurin hjá ráðnum hevur í hesum døgum verið hildin í Løkshøll í Runavík, har Útnorðurráðið eisini hevur hátíðarhildið tretivu ára stovningardagin. Á aðalfundi hjá MFS í vikuni var framløga um allar byggiætlanir hjá Bústøðum kring landið. Har kom fram, at 86 prosent av øllum limunum í Føroya Bústaðarfelag hava Havnina sum fyrsta val, tá um ræður at fáa nýggjan bústað. 10 prosent av limunum eru útisetar, og millur teirra ynskja 90 prosent at búgva í Havn. 62 prosent av limunum búgva í dag í Havn. »Borgarstjóri« Summarlambið – smakkurin av før­oyska summarinum á Áarstovu Navnið er »á Skúlatrøð« MATSTOVA MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Fimm fólk vórðu handtikin í grindini í Sandavági miku­kvøldi­ð. Sambært løgregluni, so hjálptu nøkur sivil fólk løg­regl­uni at handtaka trý av Sea Shepherd fólkunum. Tað eydnaðist ikki at taka bátin hjá Sea Shepherd. Men løgreglan leitar eftir honum og frættir fegin frá fólki. 5 MANGT OG HVAT Johan Mortensen er fyri­ skipari av kvøldinum í Áarstovu Seinasta skald­ søgufreist er valdagin Nú nærkast tíðin, tá ið skald­ søgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er sjálvan valdagin, týsdagin 1. septembur Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bóka­ degnum, leygardagin 21. novembur, fær 50.000 krónur umframt útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærara­ felags. Enn er einki handrit kom­ið inn, men Bók­handl­ arafelagið hevur fingið fyri­spurningar um treytir og annað í sambandi við kappingina. Treytirnar eru, at tað skal vera ein samtíðarskaldsøga á føroyskum, sum í høv­uðs­ heitum fer fram í føroyska samfelagnum. Hon kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi. Bókhandlarnir eru samd­ ir um, at ov lítið kemur út av samtíðarskaldskapi, og tí kunngjørdu teir kapp­ ingina á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í fjør. Teir føroysku bók­handl­ arnir eru H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn. Skaldsøgan skal send­ ast sum teldubræv til b o k h a n d l a ra f e l a g i d @ gmail.com og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dóms­ nevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøgurnar Dómararnir tilskila sær annars rætt ikki at velja nakran vinnara. Í dómsnevndini eru umboð fyri Bók­handl­ara­ felagið, umboð fyri Før­ oyamálsdeildina á Fróð­ skaparsetrinum, umboð fyri Bókadeild Føroya Lærara­ felags, umboð fyri LISA, Lista­samband Føroya, og um­boð fyri almenna lesaran.