Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 27. juli 2004 Nr. 141 - 27. juli 2004 9 Fogfør fhjá ameri- kanska flogvápninum flúgva uppi yvir Boston, har demo- kratiski flokkurin heldur uppstillingar- fund í hesum døgum VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Uppstillingarfundurin í Boston er tann fyrsti av sínum slagi síðani atsókn- ina 11. september í 2001. Myndugleikarnir hava leingi ávarað um, at yvir- gangsmenn kunnu fara at søkja at uppstillingarfund- unum hjá teimum báðum flokkunum upp undir for- setavalið í heyst, og trygd- artiltøkini í Boston eru eis- ini so umfatandi sum ong- antíð fyrr. Sjóverjan hevur fleiri skip, sum halda eygað við øllum, sum hendir í og nærhendis havnarlagnum í býnum. Í luftini sveima jagaraflogfør hjá flogvápn- inum, meiri enn eitt túsund upptøkutól eru sett upp í gøtunum við FleetCenter, har fundurin er, og alla- staðni eru vápnaðir løg- reglumenn á varðhaldi. Valevnið hjá demokrat- unum, John Kerry, kemur ikki til Boston fyrr enn í morgin, og hann fer ætlandi ikki á røðarapallin, fyrr enn eftir at flokkurin hevur góðkent hann sum avbjóð- ara hjá George W. Bush, forseta. – Nú fara eg og John Edwards til Boston, har vøggan hjá amerikonsku kollveltingini stóð, og síð- ani fara vit í Hvítu Húsini, segði John Kerry á einum veljarafundi í Sioux City í statinum Iowa leygarkvøld- ið. Tann seinasta meininga- kanningin bendir annars á, at tað verður sera javnt ímillum Kerry og Bush. Kanningin, sum blaðið Los Angeles Times kunngjørdi í gjár, gav Kerry 46 prosent av atkvøðunum og Bush 44 prosent. Sambært blaðnum merkir tað í veruleikanum, at tað stendur á jøvnum ímillum teir báðar. Krígsharri vil framat Alt bendir á, at Hamid Karzai fer at vinna for- setavalið í Afghanistan tann 9. oktober. Umleið 20 mótvalevni eru, og tann vandamesti er tann máttmikli krígsharrin Rashid Dostrum. Eygleiðarar í Kabul siga, at Dostrum hevur ongan møguleika at vinna valið, men avgerð hansara at stilla upp verður kortini mett sum ein álvarssom hóttan, tí hon fer uttan iva at elva til spjaðing. Mett verður, at teir lokalu krígsharr- arnir hava einar 100.000 vápnaðar menn. Teir halda yvirhøvur til har vesturi í landinum, og har halda fólk lítið um Hamid Karzai, forseta. Soleiðis er eisini har suðuri í landinum, har leivdir av tí gamla Tali- ban-stýrinum framvegis hava stóra ávirkan. Stjórnin hjá Hamid Karzai hevur bara ræðið í økinum við høvuðs- staðin Kabul, og Karzai segði herfyri, at teir lokalu krígsharrarnir eru ein stór hóttan ímóti landsins eind. Stjórnin hevur lovað at taka vápnini frá 60.000 monnum, men higartil hava bara 10.000 latið vápnini frá sær. Sjórænarar gera um seg Seks teir fyrstu mánað- arnar í ár kostaðu sjó- rænaraálop 30 sjómonn- um lívið, stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá altjóða stovninum Inter- national Maritime Bu- reau. Fyrra hálvár í fjør kravdu sjórænaraálopini sekstan mannalív, og sambært IMB hevur ágangurin í ár verið tann ógvusligasti í meiri enn tíggju ár. Norska reiðarafelagið sigur við tíðindastovuna ANB, at eingin norskur sjómaður hevur latið lív í sjórænaraálopum hig- artil í ár. Tann 29. febru- ar royndu fýra menn at sleppa umborð á eitt norskt farmaskip í Arab- iska Havinum, men tað eydnaðist manningini at reka teir aftur. Í fjør lupu sjórænarar tólv ferðir á norsk skip, skrivar ANB. Tað er serliga í Malakkasundinum, Suð- urkinesiska Havinum og á havleiðunum við Indo- nesia, at sjórænarar gera um seg, men tað hendir eisini meiri enn so, at skip verða álopin úti fyri nigerisku strondini. Bók kostaði høvundi lívið Herfyri varð russiski tíðindamaðurin og blað- stjórin Paul Klebnikov myrdur, og nú er komið undan kavi, at hann var í ferð við at skriva eina bók, og at tað kanska var hetta, sum kostaði hon- um lívið. Russiskir fjølmiðlar skriva, at Paul Klebni- kov var í ferð við at skriva eina bók um sjón- varpsmannin Vladimir Listyev, sum varð myrd- ur í Moskva í 1995. Klebnikov vildi vera við, at tað var oljurík- maðurin Boris Berezov- skij, sum hevði givið boðini um at myrða sjónvarpsmannin, og nú halda fjølmiðlarnir, at hann hevði sett sær fyri at prógva tað í teirri nýggju bókini. Sjálvur avsannar Boris Berezovskij, sum býr í London, at hann gav boð um at myrða Paul Klebnikov. Hann hevur eisini alla tíðina hildið uppá, at hann hevði einki við morðið á Vladimir Listyev at gera. Langur róður Tann 38 ára gamli norð- maðurin Fred Ingolf Strømland hevur sett sær fyri at rógva í kajak úr Nordkapp til Lindes- nes. Hann settist við árina tann 18. mai, tá hann fór frá landi við Nordkapp, og nú um vikuskiftið legði hann at landi í Askøy. Við Bergens Tid- ende sigur hann, at hann var vorðin so móður, at hann kendi seg noyddan at leita sær í havn at hvíla seg. Hann letur annars hampiliga væl at ferðini higartil. Fred Ingolf Strømland hevur ikki slept ætlanini at rógva suður til Lind- esnes. Hann rør ímillum sjey og tólv tímar um dagin og roknar við at koma til Lindesnes um eina góða viku. Tá hevur hann sitið í kajakkini í hálvan triðja mánað. UTTAN ÚR HEIMI Jagaraflogfør og løgregla verja uppstillingarfund Men fyrst mugu granskararnir kanna umleið 1.000 milli- ardir stjørnur RÚMDIN Árni Joensen fartekst@mail.dk – Heldur tenn tøknifrøði- liga menningin fram, kunnu vit um eini tjúgu ár siga, um vit menniskju eru tey einastu i rúmdini, ella um vit hava felagar onkra aðrastaðni. Tað sigur amerikanski granskarin Seth Shostak við tíðarritið New Scientist. Hann sigur, at tað verður neyðugt at kanna radio- bylgjur frá umleið eitt túsund milliardum stjørn- um fyri at fáa vissu fyri, um vit eru tey einastu, ella um ein ella onnur ment vera er aðrastaðni. Eru ongar radiobylgjur, mugu vit ganga út frá, at eingin er har, sigur hann. Hinvegin kunnu vit ikki vænta at fáa nakað sam- band við tey, sum møguliga halda til aðrastaðni úti í rúmdini, sigur Seth Shos- tak. Nógvar av stjørnunum eru ímillum 200 og 1.000 ljósár frá Jørðini, og tí tekur tað fleiri hundrað ár at fáa svar frá teimum, sum møguliga halda til har, sigur hann. Um tjúgu ár vita vit um lív er í rúmdini Vápnaðir løgreglumenn uttan fyri FleetCenter í Boston, har demokratarnir halda uppstillingarfund í hesum døgum Mynd: Reuters Amin Jensen royndi sjálvur at leiga Norðurlandahúsið til eina framførslu. Tað gekk ikki, men nú kemur hann til Føroya á ólavsøku. Helst best umtókti danski skemtarin ætlar sær at gera ólavsøkuna enn stuttligari við bitum úr drúgva skemti- savninum hjá sær SAMRØÐA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vitjanin til Føroya hevur leingi ligið á láni. Danski skemtarin Amin Jensen hevur ynskt sær at koma til Føroya í fleiri ár. So nógv kundi hann hugsað sær at komið til ríkisfelag- in, at hann var til reiðar at fyriskipa sína egnu fram- førslur. – Eg royndi sjálvur at leiga Norðurlandahúsið, men tey søgdu bara, at tað ikki bar til, sigur Amin Jensen. Hann hevur fleiri ferðir verið í Grønlandi og skal innan leingi aftur til norð- astu ríkiseindina. Men Før- oyar eigur hann í nakrar dagar enn til góðar. Hóskvøld ringir telefonin hjá undirritaða, og tað kennist ikki lítið løgið, at røddin í hinum endanum eigur Amin Jensen. Hevði ætlað mær at gjørt samrøðu við hann í Føroyum, men tað er nú brádliga vorðið til eitt spontana samrøðu upp á standandi fót, tí eg eri væl ikki harður til at biðja sjálvan Amin Jensen um at ringja aftur seinni. – Eg gleði meg ómetaliga nógv at koma til Føroya. Tað er óført, at tað nú endiliga ber til, sigur Amin Jensen, sum greiðir frá tí stutta teldupostinum frá Norðurlandahúsinum, har tað bert stóð at lesa, at hann ikki slapp at framføra í húsinum. Men tað er nú farið, og hann kemur nú til Føroya við øllum tí, hann hevur at bjóða. Steðgurin í Føroyum verður eftir ætlan nakrar dagar, og tað er ikki minst við tí í huganum, at hann gleðir seg. Í føðingardag hjá mostrini Ævisøgan hjá Amin Jensen innan skemt ella sokallað Stand-Up, sum ikki er so lætt at finna eitt føroyskt heiti fyri, byrjar á vetri í 1993. Hann er í 60 ára føð- ingardag hjá mostir sínari, har hann vísir nøkur av sín- um kynstrum. Ein tónleik- ari, sum var til staðar, helt Amin verið so skemtiligan, at hann eggjaði honum at framføra alment. Hann framførir á fyrsta sinni alment fyri fólki hin 10. desember 1993, og bert sjey mánaðir seinni er skemt vorðið livibreyðið hjá Amin Jensen. Síðani tá er Amin Jensen vorðin at kalla best umtókti skemtarin í Danmark, og hann hevur roynt ein stóran bita av tí søta lívinum. Seinnu árini er hann óivað best kendur í Føroyum sum vertur fyri sendingini Hit med sangen, men í Dan- mark er hann eins kendur fyri sínar Stand-Up fram- førslur. Hann hevur ferðast landið runt og er nógv fagnaður. Amin Jensen er føddur og uppvaksin í Albertslund. Hann er 34 ára gamal. Und- an lagnudegnum á veitsluni hjá mostrini hevur hann fingist við nógv ymiskt. Umframt 10. flokk er hann útbúgvin vøddamýkjari. Hann hevur rikið sína egnu fyritøku, sum fekst við vindeygareingerð. Amin sigur sjálvur, at tann per- sónurin hann ger mest gjøldur burturúr er sær sjálvum. Tað er ikki minst hansara stødd, ið hann javn- an hevur uppi at venda. Men stóra støddin er ikki bara feitt. Umframt at hava eina fortíð sum duravørður hevur Amin eisini vunnið fleiri virðislønir í vektlyft- ing. Ein blandingur Við tíggju árum á baki sum skemtari og ongari fram- førslu í Føroyum er laga- manni hjá Amin Jensen, at velja og vraka millum 10 ára savnið av tilfari. – Sum Victor Borge segði: Tað snýr seg ikki um at endurnýggja seg sjálvan – men at endurnýggja sínar áhoyrarar, sigur Amin Jensen skemtandi. Tá Amin ólavsøkudag fer at framføra í høllini á Hálsi, verður tað bert við einum klaverspælara afturat sær. Men Amin sær ikki hetta sum nakran veikleika. – Gongur tað heilt galið, so havi eg 1.500 tímar av tilfari at taka til, sum ikki eru framførdir í Føroyum áður. Fólk skulu nokk fáa tað stuttligt, sigur Amin Jensen. Sjálvur heldur Amin Jensen, at hann er vorðin meira ein entertainer ella undirhaldandi við árunum í mun til skemtari ella Stand- Up komikari, sum tað so yndisliga kann ljóða. – Skemtið hjá mær er ikki so nógv skemtisøgur við einum »poengi« at flenna eftir. Eg royni heldur at bera fram í fleiri løgum, sigur Amin Jensen. Tilfarið á Hálsi verður eisini eitt breitt úrval av tí, hann hevur framført hesi gott tíggju árini. Hóast hann millum annað kennir føroyingarnar Óla Poulsen og Per Zachariassen, so veit Amin ikki rættiliga, hvussu lyndi á føroyingum er, og hvat hann skal miðja ímóti. Men tað verður stuttligt, lovar hann. Røddin í hinum endanum prátar dúgliga og greiðir frá, at hann bæði dugir at herma, spæla fleiri ljóðføri og syngur eisini sjálvur. Tað er stórt av honum at ringja. Til neyst Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum við Amin Jensen á ólavsøku. Tað er í roynd- unum at byggja eitt neyst, at skipað verður fyri tiltak- inum. Hugskot er ikki spildurnýtt. Arbeitt hevur verið at fingið Amin til landið í eina tíð, og gjørt varð av at royna hann á ólavsøku. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn og á fleiri Statoil støðum kring landið. Vit venda aftur til Amin Jensen, tá hann kemur til landið. Amin sleppur endiliga til Føroya Mynd: Ulla Voigt, DR. C M Y K 9 8