Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 17. august 2015 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Agga niclasen Kjak síða 10 Jäger­ bumbur drepa ikki – idioti ger Heri Mohr Kjak síða 11 Um at lesa og skriva Í morgin verða endaligu val­evn­is­ list­ar­nir lætnir inn, og tá fáa vit at síggja, um allar súðir eru syftar – ella um fleiri óvæntað valevni fara at bjóða seg fram. Í gjár boðaðu Edmund Joensen og Magni Laksafoss frá, at teir stilla uppaftur. Magni Laksafoss stillaði ikki upp seinast – og sum skiltist var hann ikki serliga væl nøgdur við sín egna flokk. Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann fór at gevast í politikki, eft­ir at hann ikki varð afturvaldur á fólka­tings­valinum í síðsta mánaði. Men hann er eisini freistaður at taka eitt tørn afturat kortini. Tað eru týðuligar ábendingar um, at ein formansuppgerð er á veg í Sam­bands­flokk­inum. Hó­ast løg­ mað­ur í summar undir orrustuni um nið­urstøðuna hjá Hans Gamm­ el­toft Hansen boðaði frá, at ein samd­ur tingbólkur stóð aftan fyri seg sum formann og løgmann, so var tað ikki so. Tað var sjón fyri søgn, tá løgtingið atkvøddi um mis­á­lit­is­upp­skot­ið hjá Tjóð­veldi og Fram­sókn í næst­síðstu viku. Semja var kanska um, at løg­ mað­ur skuldi ikki koyrast frá, men treytaleysan stuð­ul hevði hann so ikki. Helst var tað tí, at hann var so brá­ður at skriva út val á ólavsøku fyri at sleppa undan politiskum rumbl­i um sína persónligu støðu. Bárður Nielsen verður hildin at royna eftir for­mans­sess­i­num í Sam­bands­flokk­i­num. Hann er næst­for­maður, og hann fekk næst­ flest­ar atkøvður á seinasta vali. Við at stilla upp Magna Laksa­ foss og Edmund Joensen, so styrk­ ist vongurin, sum er kritiskur mót­ veg­is Kaj Leo Holm Johannesen Edmund Joensen hevur harð­ liga á­talað Sambandsflokkin og løg­mann fyri at sleppa sosial- liberalu kósini hjá flokkinum og hev­ur beinleiðis sagt, at kósin hjá løg­manni er skeiv, og at hann sam­ starv­ar við skeivu flokkarnar. Magni Laksafoss segði við in.fo í gjár, at hann av sínum egnu pol­ itisku royndum hevur havt eina keði­liga maga­kenslu fyri pol­i­ tikki. Hann sigur, at tíð­in er kom­ in til broytingar. Hann kall­ar løg­mans­tíð­ina hjá Kaj Leo Holm Johannesen fyri eina oyði­mark­ ar­gongd, har ongar avgerðir eru tikn­ar, og at í øllum førum einki av týdn­ingi er hent. Tað er uttan iva ein styrktur listi, sum Sambandsflokkurin stillar upp við hes­um báðum seinastu val­evn­ u­num. Men tað er neyvan ein listi, sum dregur eina lína. Vit síggja fyri okkum eitt for­ mans­skifti í Sam­bands­flokk­i­num skjótt eftir valið. FOrmansskifti væntandi Um tað var framligheitin og stødd­in á valplakatum, sum var av­gerandi, so vórðu ann­að­ hvørt Hanus Samró ella Heð­in Mortensen valdur til løg­mann Nú eru nøkur ár síðani, at ego­isman fekk fastatøkur á val­stríð­num – í øllum før­um tí valstríðið, sum er á gøtu­num við valplakatum. Í gomlum døgum var tað eitt felagsprojekt hjá ein­um flokki at heingja upp val­plak­ at­ir, har fólk vórðu eggj­að til at velja ein ávísan flokk. Summir dugdu betur enn aðrir at gera plakatir, sum fólk tímdu at hyggja at og smílast at. Eyðkendar vóru plak­atirnar, sum hingu á Spar­ i­kassa­garðinum í Havn. Vert er eisini at hava í huga, at allar valplakatirnar vórðu hongd­ar upp náttina fyri val­ dagin – og ikki sum í dag fleiri vikur undan vali­num, og langt áðrenn velj­ar­in hevur hóming av, hvat val­ið fer at snúgva um, tí flokk­ar­nir ikki eru klárir við sín­um valskráum. Men síðani aldarskiftið hev­ur egoisman fullkomiliga tik­ið yvir, og nú eru bara græn­ar hjá valevnum at síggja við onkrum meira ella minni óviðkomandi polit­isk­ um boðskapi. Tað týdn­ing­ ar­mesta hjá valevnunum er – eft­ir øllum at døma – at júst tey síggjast. Fara vit aftur um ald­ar­ skift­ið, so vóru tað bara tey mest framligu, sum hongdu seg sjálvan upp. Hjá teim­ um mest framligu í dag snýr tað seg um at gera so stór­ar plak­atir, sum gjørligt. Hevði und­irtøkan verið eftir plakat­ støddum, so skuldu ann­ að­hvørt Hanus Samró ella Heð­in Mortensen verið ver­ið løg­mað­ur. Orð og myndir: Dávur Winther Í morgun gingu Kjartan Han­sen, stjóri og Dennis Han­sen, verk­frøð­ing­ur á Kan­jon á Sandinum og kann­aðu eftir av­set­ing­u­ num fyri tí spennandi bygg­ ing­ini, sum verður kall­að Bisk­ups­torg. Undan Summ­ar­festi­ val­i­num kom eitt størt skelti upp at standa á Sand­inum, sum greiðir frá, at byggiharrar eru Sjálvs­ ogn­ar­stovn­ur­in undir Krá­ar­brekku og Bústaðir – Høvuðsarbeiðstakari er Kanj­on, meðan arkitektur er Ós­bjørn Jacobsen og ráð­gev­ arar annars eru Lands­bygg­i­ fel­ag­ið og PB-Consult. Tann stóra maskinan, sum m. a. skal grava fyri funda­mentunum, er komin á stað­ið, so nú verður byrj­ að, søgdu Kjartan og Dennis, sum vóru tíð­inda­fróir og spentir eftir at koma í gongd. Teirra entr­e­prisa kostar 72 mill, men skulu teir eisini hava ym­iskar undirveitarar inn. Sami arkitekturin, Ós­ bjørn Jacobsen stóð eis­ini á odda fyri vinnandi upp­skot­ i­num um nýggja bý­ar­skipan fyri miðbýin í Klaks­vík, og heldur hann, at Klaksvík verður ein enn meiri spennandi og vakur bý­ur við nýggja miðbýnum, sum Biskupstorgið er ein part­ur av. Sum tíðarætlanin er sett saman, skal í­búð­ar­bygn­ing­ ur­in við 30 íbúðum standa liðugur á sumri 2017. Kjall­ ari verður undir, og síðani veg­hædd­in, ætlað lættari vinnu og omaná hana tríggj­ ar íbúðarhæddir. Saml­aði kostn­aðurin er 90 mill, har íbúð­ar­part­ur­in ligg­ur um 65 mill. Nú verður byrjað Broytingarvongurin í Sam­ bands­flokkin er styrktur Petur Háberg og Jógvan Jo­hanne­sen skoða heima­ gjørd­ar val­plak­atir á Spari­kassa­garð­inum í Havn – helst í 1978 Yngsti ting­mað­ur, Han­us Samró, hev­ur tær størstu plak­at­ir­ nar. Hend­an er um 9 fer­metr­ar – og hann hevur minst 10 slíkar Selja politikk við at vísa seg