Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggjur frískúli í Havn Lítil skúli – stórir tankar: – Børn hava fantastiska góð evni at læra. Men børn eru ymisk, og tey læra á ymiskan hátt. Um vit síggja menningina sum eina heild, fáa vit nógv lættari fatur á øllum børnunum Eirikur Lindenskov Tað sigur Jenny Winther Poulsen, sum er lærari, og ein av stigtakarunum til at seta nýggjan frískúla á stovn í Havn. Skúlin hevur fingið navn­ ið »Lítliskúli«, og hóast skúlin er lítil, eru tankarnir víðskygdir. Sambært Jenny Winther Poulsen eru tær bókligu, skapandi og likam­ ligu síðurnar neyvt tongdar saman. Hon heldur, at tað ber ikki til at tosa um heild­ armenning uttan at raðfesta tónleik, list og rørslu: – Gransking hevur lært okkum, at tónleikur, list og rørsla hava ógvuliga stóra ávirkan á, hvussu børnini eru før fyri at taka ímóti lærdómi. Hetta vilja vit royna i verki – sigur hon. Jenny Winther Poulsen stendur ikki einsamøll hand­ an hugskotið um Lítlaskúla. Lærarar, námsfrøðingar, tón­ leikalærarar, yrkistón­leik­ar­ ar, virkandi listafólk og foreldur hava skipað seg í ein áhugabólk. Ein av hesum er lærarin og allahandamaðurin Birgir Sondum. Hann sigur soleiðis: – Ymiskleiki er ein dygd, og eg dugi slett ikki at ímynda mær ein skúla sum okkara, uttan okkara ymisku bakgrund og tilgongd til undirvísing og læring. Sambært frískúlalógini skal skúlin vera ein fakligur og/ella námsfrøðiligur val­ møguleiki í mun til almenna skúlan: – Sjálvandi skulu vit ganga undan bæði fakliga og námsfrøðiliga, sigur Birgir Sondum. Hann heldur, at við tónleiki, list og rørslu ber til at geva børnunum bæði fleiri og øðrvísi avbjóðingar. – Børn hava ofta nógv lættari við at skilja tað sum fer fram, um undirvísingin verður tvinnað saman við upplivingum, og her kunnu tær skapandi lærugreinarnar og rørsla eisini gerast góð amboð í øðrum lærugreinum. Men tað er ikki bara í skúla­ stovuni, at børnini læra. Í Føroyum hava vit ótrúliga góðar møguleikar fyri at skapa upplivingar fyri børn­ ini uttan fyri skúlastovuna, tað er stutt at koma til næstan alt, og eitt gott høvi til at fáa børnini at røra seg. Eg havi bara góðar royndir við hesum, børnini gerast meira glað og forvitin, og eg eri sannførdur um, at tey eisini minnast betur. Tí er eitt av okkara málum, at ein dagur um vikuna skal verða útidagur, sigur Birgir Sond­ um. Í Lítliskúla vilja tey har­ umframt, at børnini skulu fáa tilboð um undirvísing í einum ljóðføri. Eitt musikk­ skúlatilboð er tí í umbúna, har foreldur rinda eitt gjald fyri undirvísingina, sum fer fram í skúlatíðini. Ætlanin er harumframt, at tilboðið skal verða alment. Stórur eftir­ spurningur er eftir musikk­ undirvísing, og fleiri inn­ skrivingar eru longu komnar frá øðrum eisini. Endamálið við tilboðnum er at skapa betur grundarlag fyri, at lærarar, tónleikalærarar og onnur arbeiða tætt saman um undirvísingina. Fyri at styrkja saman­ spælið millum undirvísing og list, er Lítliskúli nýliga farin at samstarva við Lista­ skúla Føroya. Listaskúli Før­ oya er eitt átak undir LISA, sum hevur til endamáls at fáa listaútbúgvingar til Før­ oya. Og listafólk hava ser­ ligar dygdir, tað vil Lítliskúli gera gagn av. – Tónleikur og list fevnir um so nógv, og vit vilja, at hetta skal gerast ein sam­ runnin partur av undirvís­ ingini. Tí hava vit brúk fyri, at listafólk geva íkast og íblástur til undirvísingina, sigur Jenny Witnher Poul­ sen. Hon heldur, at nógvir aðrir møguleikar fylgja við einum samstarvi, til dømis ber væl til at samstarva um hølir. – Arbeitt verður við at fáa høli miðskeiðis í Havn, men tað ber ikki til at binda seg til eina avtalu, fyrr enn vit hava tryggjað okkum undirtøku, fyrst frá foreldrum og síðani frá myndugleikunum, sigur hon. Í Lítlaskúla høvdu tey upprunaliga ætlað at byrja við forskúlaflokki og 1. árgangi, men av tí at fleiri foreldur hava vent sær til teirra um 2. árgang, hava tey nú tikið avgerð um at taka børn inn í 2. árgang eisini. Ein vika er eftir, til freistin at skriva børnini inn er úti. – Vit eru ógvuliga bjart­ skygd, og bíða nú alspent at vita, hvussu nógv børn fara at leggjast afturat í Lítla­ skúla, siga Jenny Winther Poulsen og Birgir Sondum, sum saman við øðrum eld­ hugaðum fólki hava hug­ sjónir um ein skúla, har grundhugsanin er heild­ar­ menning, og har tónleikur, list og rørsla skal gerast týðandi partur av vanga­ mynd skúlans. Jenny Winther Poulsen og Birgir Sondum eru tveir av stigtakarunum til Lítlaskúla. Fakta: Lítliskúli tekur børn inn í tríggjar árgangir til skúlaárið 2016/2017: Forskúlaflokk, 1. og 2. árgang. Freistin at skriva inn er mánadagin 24. august. Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni www.litliskuli.com Áhugabólkurin: 1. Birgir Sondum: lærari 2. Jenny Winther Poulsen: lærari 3. Elin Nielsen: lærari, lesivegleiðari 4. Sæbjørn Johannesen: námsfrøðingur 5. Oggi Lamhauge: námsfrøðingur, listamaður 6. Rógvi á Rógvu: tónleikalærari og yrkistónleikari 7. Rannva Káradóttir: koreografur og foreldraumboð 8. Mortan Zachariassen:  cand. mag í tónleiki og donskum