Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 141 - 27. juli 2004 Nr. 141 - 27. juli 2004 11 Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2005 ætlar danska stjórnin at lækka avgjaldið á øli, víni og brennivíni. Meirilutin í Fólkatinginum tekur undir við tí. Í fjør samtykti Fólkatingið at lækka avgjaldið á øli, víni og brennivíni, og á nýggj- árinum fullu prísirnir í handlunum. Endamálið við hesum tiltaki var at fáa fólk at keypa øl, vín og brennivín í Danmark heldur enn í Týsklandi, har avgjaldið er lægri. Átakið hevur virkað, men kortini ikki nóg væl, og tí ætlar stjórnin nú at lækka avgjaldið uppaftur meiri, Teir báðir stjórnarflokkarnir eru samdir um at lækka av- gjaldið, og Danski Fólkaflokkurin tekur undir við tí. Danska keypmannafelagið hevur fyrr mett, at verður ein størri partur av øl-, -vín- og brennivínskeypinum flutt úr Týsklandi til Danmarkar, fer tað at útvega umleið 2.500 fleiri arbeiðspláss í donsku handlunum. Hetta at nýta rúsdrekkaprísir sum eitt búskapar- ligt amboð er sera fremmant fyri okkum føroy- ingum, og lítið hugsandi er tað, at landsstýrið ella løgtingið fóru at lækka gjøldini á øli fyri at hjálpa føroysku bryggjarínum ella at hækka prísirnar í rúsuni fyri at hjálpa hesum almenna monopoli. Hinvegin so eigur príspolitikkurin rúsdrekka at verða mettur sum ein partur av heilsupolitikkinum. Ì nógvum londum verður nýtslan stýrd við prísunum. Tað er breið semja um, at jú sterkari løgurin er, jú meira vanda- mikil er hann. Við hesum í huga eigur tí einki at verða gjørt, ið kann elva til meira nýtslu av sterkum sløgum sum t.d brennivíni og sterkum vínsløgum teimum sonevndu heitvínunum. Tað eigur tí av álvara at verða umhugsað at endurskoða rúsdrekkaprísirnar, altso avgjøld- ini, við hesum í huga. Sostatt skuldu avgjøldini á teimum sterku og skaðiligu sløgunum hækka, meðan avgjøldini á víni og øli áttu at verið lækkað nakað. Við hesum høvdu landsins myndugleikar sligið tvær flugur við ein smekk: nýtslan varð flutt frá teimum sterku og skaði- ligu sløgunum til tey veikaru og minni skaði- ligu sløgini og samstundis hevði hetta styrkt kappingarføri hjá teimum føroysku bryggjarí- unum, har nógv arbeiðspláss eru. DAGSINS MEINING Sosialurin Príspolitikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Gerhard Lognberg løgtingsmaður Eg má koma við nøkrum sakligum viðmerkingum til tykkum tríggjar, John Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Sólvit Simonsen. Fyrst til John Johanne- sen, løgtingsmann Hvat er trupulleikin, tú tosar um, hetta at pening- urin ikki verður fluttur frá listaskúlanum til musikk- skúlan, er næstan ein níð- ingsgerð. Hví, valsignaði finn handan peningin í tín- um egna valdømi, hví skal Sandoyggin ofrast? Tað hevur verið tosað nógv um lista- og ítróttar- skúla í 6 ár. Tann einasti sum tímdi av landstýris- fólkunum, sum øll vórðu úr tjóveldisflokkinum varð Anita á Fríðriksmørk. Hon hevði ein positivan fund við øll bygdarráðini í Sand- oynni. Bygdarráðið í Skop- un bjóðaði ókeypis planer- að grundstykkið til lista- og ítróttarskúlan. Síðan veit eg ikki so nógv um skúlan, uttan at peningur bleiv játt- aður 500.000 kr, sum kundu brúkast til projekter- ing. John, Hvat ítróttarhøll viðvíkur, so er tað so, at tað initivativið skal koma úr Sandoynni. Tað sum skilur partarnar er, at eg og alt bygdarráðið í Skopun hava ta áskoðan, og møguliga onnur bygdar- ráð við, at ein høll skal tengjast upp í Meginskúl- anum og verða ogn hjá honum (kommununum). Onnur meina, at tað kann gerast á annan hátt, men hetta finna vit nokk út av. Afturat hesum er hetta ein peningarligur spurningur. Tað sum landið hevur játtað er 45% av 12 mió kr, so er spurningurin, um vit kunnu byggja eina høll fyri hesar 12 mió kr, og verður høllin dýrari (hvat hon helst verður) gjalda kommunun- ar í oynni 100% av meir- kostnaðinum. John í tínum fyrsta skrivi fáa fólk ta uppfatan, at tað sum tú skrivar, er vilji Javnaðarfloksins. Tað er tað vælsaktans ikki, annnars hevði eg væl saktans verið kunnaður um tað? Hetta vórðu nakrar viðmerkingar til partamannin John Jo- hannesen. Síðan farið eg at venda mær til Páll á Reyna- túgvu. Eg harmist um, at tú skal verða einvísur og órætt- vísur í skrivi tínum, har tú roynur so hjartaliga, at gera øll onnur til einkis. Tað sum er fallið Sandoy í lut, tað er bara tær fyri at takka. Sum tú sjálvur sigur, so er tú gubbi at øllum. Eg skal geva tær rætt í, at tú ar- beiðir fyri valdømið, tað er ein sjálvfylgja. Men so har- frá at boða Føroya fólkið frá, at tað er bara tú, sum hevur arbeitt einsamallur fyri øllum, sum er komið til okkara, tað er væl saktans uttan fyri allar grensur. Eg meini sjálvur, at eg og hini tingfólkini hava gjørt ein innsats, ella hvat Páll. Latið okkum samstarva heldur enn at seta kílar ímillum, tí tað førur einki til. Sandoy og hinar báðar oyggjarnar krevja meir enn so av okkum! Tú veit væl Páll, at tú smíðaðu ikki ímeðan jarnið var heitt, Tú sjálvur varð 6 ár í samgongu og einki hendi við lista- og ítróttar- skúlanum. Men eg skal royna mítt besta, sjálvsakt saman við tær, og restina av tingmanningini. Eitt sum eg meti varð ósatt, var tá tú sigur, at samgongan fall málið um lista- og ítróttarskúlan, so er ikki heilt rætt, tí eg at- kvøddi fyri, ella minnist tú ikki tað? Men Páll latið okkum arbeiða saman held- ur enn tað øvugta. Eg veit ikki heilt hvat eg skal siga við partamannin Sólvit Simonsen. Tú nevnir ofta ungdómin í talu og skrift og minnist eg, at eg sum 14 ára gamal var ein túr við »Dagstjørn- uni«, har tú var stýrimaður. Tú vart góður við okkum ungu, so tú eigur alla re- spekt frá mær. Men tað eru nógv ár fráliðin síðan tá, og eru vit báðir blivnir nøkur ár eldri, og báðir hava vit áhuga í politikki. Tú hevur eftirhondini skrivað nógv lesarabrøv, nógv hevur verið gott, men ofta havi eg fingið eitt »prik«, meðan hin ting- maðurin verður meira borin á gullstóli. Men Sólvit, John Jo- hannesen løgtingsmaður, tosaði ikki søk Javnaðar- floksins, ella er okkurt spinnandi galið! Sólvit eitt kann eg vissa teg um, og tað er tað, at eg gerið mítt besta fyri val- dømið. Tú nevnir, at stuðulin, sum varð givin til at gera virkini klár við, var einki at tosa um. Har gevi eg tær ikki rætt, men vil takka teimum, sum tá umboðaðu Sandoy, Skúvoy og Dímun, Nevniliga Jógvan Adolf Johannesen og John Peter- sen og so sanniliga eisini teimum monnum, sum startaðu virkini uppaftur og eiga tey í dag. Virkini eru avgerandi fyri Sandoy. Sjálvt um tíðirnar eru baldruttar hjá virkjum kring landið, so havið eg tað trúgv, at tað fer at ganga framá aftur. Tað stendur skrivað í matarhøllini í Skopun, og á Sandi so vakurt: »Gongst Sandoy Seafood væl, gongst eisini tær væl« Ein kundi eisini sagt soleiðis: »Gongst Sandoyar sókn væl, gongst eisini okkum væl« Til síðst, latið okkum í Sandoyðar valdømið standa saman sum ein. Svar og viðmerkingar Høgni Rasmussen Einaferð dagaðu nakrir menn upp á sjónvarps- skíggjan við einum Føroya- korti. Teir skuldu spjaða nakrar litaðar prikkar um landið. Talan var ikki um at plasera brikkarnar skyn- samt. Teir skuldu bara spjaðast javnt upp á val- dømini. Ein av hesum brikkum var Listaskúlin. Tá politiska kabalan skuldi ganga upp, tað eru nøkur ár síðani nú, var einki fólksligt ynski um ein listaskúla. Í veruleikanum var hesin skúlin skaptur, tí teir manglaðu ein brikk at seta á Sandoynna. Hetta sigur so eisini nakað um, hvussu nógv politikkararnir virdu Listaskúlan. Til hesa politiskt avráddu ætlanina var gjørt eitt álit. Hetta álit er, hóast plaser- ingin er skeiv, sera áhuga- vert. Fólk, sum arbeiða í skapandi yrkjum, eiga at lesa hetta álitið. Álitið liggur á www.mmr.fo. Álitið lýsir, hvørji fak eiga at vera á skúlanum, og hvussu skúlin eigur at vera skipaður. Nógv er broytt, síðani álitið varð skrivað, men lesur tú tað við hesum í huga, so er hetta gevandi lesnaður. Ætlanin at gera ein listaskúla er áhugaverd, og tað er neyðugt við einum slíkum skúla í Føroyum. Soleiðist kenst tað, tá tú arbeiðir í einum yrki, har brúk er fyri fólki við skap- andi gávum. Tað er trupult at finna fólk, sum hava eitt so mikið høgt støði innan skapandi fakini, at tað stendur mát við málsliga og matematiska støðið, næm- ingar hava, tá teir koma út úr miðnámsskúlunum. Ein listaskúli hevði við tíðini hækkað fatanarstøðið fyri list og skapandi ar- beiði. Ein listaskúli hevði við tíðini gjørt, at fatanin hjá virkjum og stovnum av vørumening og tí tey gera av lýsingum og øðrum til- fari hevði hækkað mun- andi. Tí líkasælan á hesum øki í løtuni er larmandi. Vit eiga at hava í huga, at skapandi førleiki av ymsum slagi, longu nú er ein týð- andi táttur í menningini av føroyskum vinnulívi - og hesin førleiki gerst bara alt meira týðandi. Tí er tað rætt at leggja dent á skapandi lærugreinar í undirvísingini í Føroyum nú. Tey fólk, sum fara á ein slíkan skúla enda ikki øll sum listafólk, og tey enda heldur ikki øll á einum reklamuvirki. Tað er bara gott. Tí brúk er fyri fólki við fatan fyri skapandi arbeiði langt út um hesi yrki. Eitt hvørt virki og einhvør stovnur hevur brúk fyri fólki við listarligari fatan. Í álitinum stendur, at skúlin eigur at verða ein eitt árs skúli, sum farast kann á eftir fólkaskúlan. Tað vil siga, ein víðkan av mið- námsskúlanum. Neyðugt verður so eisini at taka eina vanliga miðnámsútbúgv- ing, um tú ætlar at søkja inn á ein hægri listarligan lærustovn. Skúlin kann kanska eisini líknast við ein eitt árs fólkaháskúla við denti á listarlig fak. At stíla eftir einum hægri háskúla á økinum, sum nú er, er helst at skjóta yvir málið. Alt gott um ætlanina at gera ein listaskúla. Men hann eigur at spretta úr ein- um fólksligum ynski, ella úr listaumhvørvinum og ikki burtur úr einum polit- iskum rossahandli. Og hann eigur at vera bygdur har, sum listin er, har sum listasøvnini eru, har sum sjónleikarhúsini eru, har sum biografarnir eru, har sum mentanarhúsini eru, har listafólkini eru og har, sum virki, sum gera brúk av listafólki, eru. Einfalt har lærast kann av øðrum lista- fólkum. Einki av hesum er á Sandi. So kanst tú kanska halda, at tað er so deiligur friður á Sandi, so hugurin fær reik- að. Tað er helst eisini kveikjandi at sita í einari eplaveltu og mála, men tað er eingin lærdómur í tí. Tú kanst fara at seta teg í eplaveltuna, tá tú hevur lært. Tá tú hevur brúk fyri kveiking og ikki lærdómi. Stutt sagt: at leggja ein listaskúla á Sandi er tað sama sum at leggja ein sjó- mansskúla mitt í Sahara. Hví ikki leggja land- búnaðardepilin á Sandi, ella sjómansskúlan ella mentamálaráðið? Ella hví ikki gera ein ítróttarskúla har? Tað er nógv, sum hevði ligið betur á Sandi enn ein listaskúli. Og um tað er forsvarligt, latið okkum so fáa ein undirsjóvartunnil til Sandoyar líka so skjótt, sum tann til Klaksvíkar er liðugur. Latið okkum fáa eitt gott kjak um, hvat vit skulu brúka ein listaskúla til, heldur enn bara politiskt at kroysta ein skúla til Sands. Tað kjakið hevur ikki verið. Hesa grein havi eg skriv- að, tí eg arbeiði í reklamu- vinnuni og ein listaskúli vil verða eitt stað, har eitt nú okkara vinna finnur nýggj ung talent. Tað er serstak- liga týdningarmikið fyri okkum, at skúlin verður plaseraður, har næming- arnir og yrkini fáa mest burturúr - og har til ber at taka fólk úr vinnuni at halda fyrilestrar. Tað er, sum vanligt í øðrum lond- um í brennideplinum - í stórbýnum - har nógv fólk hittast, at listin er. Í Før- oyum er tað í Havn. Listaskúli á Sandi – sjómansskúli í Sahara Maud Wang Hansen Mamma Tá eg fyri tíð síðani tók við uppfordringini at vera við í foreldrabólkinum sum skuldi savna inn undir- skriftir frá føroya fólki til tess at vísa á ónøgdina mót- vegis teimum politisku av- gerðinum um at skera virksemi í musikkskúla- skipanini kring landið, var tað við stórum áhuga og ágrýtni at eg fór undir hesa uppgávu. Tað var stuttligt og áhugavert at møta meining- um frá so nógvum folki sum fegin vildu skriva und- ir, onnur valdu ikki at skriva undir, tí tey meintu at tey onkunsvegna sjálvi vóru rakt av almennum sparingum. Tað voru tó tey allar flestu sum vildu stuðla tiltakinum frá sjálvbodnu foreldrunum. Sum áhugabólkur vóru vit eisini ógvuliga ymisk á mangan hátt og høvdu ym- iska tilgongd til tað at savna inn undirskriftir. Samd vóru vit um, at henda á ein hátt lítla sparingin, fór at hava so katastrofalar fylgir, at vit á ongan hátt kundu lata hetta fara fram ósagt. Mína persónligu hugsan førdi eg ikki fram tá, men vil fegin gera tað nú, tí eg hava eina meining um, at alt í okkara samfelag hong- ur saman og tað merkir, at tá politiskar avgerðir vera tiknar, fær tað eina ávirkan á meira enn bara eitt øki í lívinum hjá fólki. At musikkskúlin verur skerdur við 1/2 miljón, ljóðar kanska sum lítið, og at harragud, øll onnur skulu spara so hví ikki eisini musikkskúlin…..? Um so er at sparingarnar vera framdar, fær hetta so stóra ávirkan á virksemi í skipanini, at tað fyri nógv børn kemur at merkja, at tey ikki sleppa inn a skúlan og at fleiri sum longu eru á skúlanum mugu vinka far- væl til læruríka og menn- andi undirvísing. Fyri ein lærara á musikkskúlanum hevur tað týðning at vita, um man hevur eitt starv eftir summarferiuna, tað er ein grundleggjandi trygd sum ein og hvør lønmót- takari hevur krav uppá. Tað sama skulu næmingarnir ikki ivast í um tey til heyst- ar sleppa at fáa sína undir- vísing ella ikki. Kring allan heimin hava vit í øldir kunna hildið kríggj og annan harðskap frá lívinum, tí vit høvdu tónleikin. Allastaðni har fólk eru sloppin framat ljóðføri og hava fingið møguleikan at spæla saman við ørðum ella sjálvi, er tónleikur spældur. Summa staðni hevur tonleikurin verið so stór hóttan fyri teir ráðandi, at man beinleiðis hevur forðað tónleikarum at sleppa at spæla og fólki at syngja ávísar sangir. At man skal vera úr einum heimi við klaveri, og at tað bert eru ávís útvald, ið sleppa at spæla tonleik í Føroyum, er ein av teimum útsagnunum, eg havi møtt hesa tíðina. Hetta er fyri mær at síggja aftur ein av- leiðing av teimum longu bíðilistunum, ið børnini eru uppskrivað á áðrenn tey kunnu sleppa inn í musikk- skúlaskipanina. Tað er sannroynd, at tá eitt barn er motiverað fyri at læra kemur mest burtur- úr, tá man so ímyndar sær at eitt barn skal standa uppskriva á einum býðilista í kanska trý ár, ja so kann ein og hvør siga sær sjálv- um, at vandin fyri at motivatiónin er heilt ella partvís horvin meir enn so er til staðar. Vit hava hoyrt, at børn ið spæla ljóðføri og læra at lesa nótar eisini klára seg betri á bókliga økinum í skúlanum, hetta er fyri mær aftur eitt úttrykk fyri at motivatiónin er til staðar og at hon verur ment gjøgnum nýggjar avbjóðingar. Hugsar man um sam- felagsliga tilfeingið, so eiga vit í Føroyum nógvar góðar og sera ágrýtnar tónleikar- ar, ungar sum eldri. Í ørðum londum gera menn rokni- skap yvir hvat fólk duga í samfelagnum, tvs man ger upp ein humankapital yvir hvussu stór mongdin er av vitan og tilfeingi í samfe- lagnum, hetta verur sett upp eins og økonomiskur rokniskapur. Vit vildu í Føroyum kunna staðið fram sum eitt satt ríkland um tað var musiska tilfeingið, vit vóru mett útfrá, tað haldi eg vert at hugsa um. Fyri at venda aftur til tað eg vildi siga við hesi grein- ini, so eri eg ikki úr einum heimi við klaveri, heldur ikki míni børn eru tað, tey hava í áravis staðið á bíði- listanum til musikkskúlan og sluppu endiliga inn í musikkspælistovuna. Spælistovan kravdi ongan forkunnleika innan tónleik, men var við til at kveikja áhugan og forvitni hjá børnunum. Har lærdu míni børn at gera nyttu av tónleiki og rørslum og at kasta av sær sorgbundnar løtur. Seinni eftir aftur at hava staðið á býðilista sluppu at velja sær eitt ljóðføri at spæla uppá, ikki eitthvørt ljóðføri men tað sum møguleiki var fyri, har var nevniliga eingin møgu- leiki fyri at velja klaver. Kontrabass og violin, vóru teirra væl, aftaná summar- feriuna, er hesin møgu- leikin kanska heldur ikki til staðar fyri tey sum leingi hava staðið á byðilista. At síggja míni børn gleðast og sjálvi skapa gleði við tónleikinum, er so stórt fyri mær, at eg dugi ikki at siga tað í orðum, tí tað er eingin sjálvfylgja í Føroyum í dag, at børn eiga ommur og abbar at vera hjá og fáa upplivingar frá sum eingin skúli kann geva. Summi eiga í veruleikanum ongan annan enn sína mammu ella pápa ofta ikki eingong bæði og tá er lívið tungt og tað er trupult ikki at bera ein tungan sosilan arv við sær. Í veruleikanum er tað rættiliga strævi at bróta burturúr einum tung- um sosialum umhvørvi, ein hevur lyndi til at gera tað sama sum tey sum vóru frammanundan. Tá eg gekk í fólkaskúla fingu vit tilboð um at spæla ymisk ljóðføri ókeypis og sum ein partur av skúla- tíðini, hetta førdi meg upp um mangan høgan tind og gjøgnum mangan djúpan dal uttan at fara meira inn í detaljur, so gav hetta mær dirvi til at ganga aðrar leið- ir enn vantast kundi. Eg fann eina gleði við at spæla tónleik og geri tað fram- vegis, hóast eg einki heið- ursmerki havi fingið fyri tað, so eigi eg sjálv gleðina og møguleikan fyri at flyta meg úr tungum trupulleik- um og at koma ígjøgnum mangar einsamallar løtur við hjálp at tónleikinum. Hendan møguleika hava míni børn eisini fingið og dótturin hevur sungið og innspælt eina fløgu við barnayrkingum og hevur umframt hetta verið við í sangleikinum Jósef. At hon nú er við í barnakórinum sum Sigrid Sivertsen leiðir, hevur givið henni so nógv og er við til at hon í dag torir at taka avbjóðingar sum hon ikki setti seg føra fyri fyrr. Umframt hetta spælir hon violin, og tað er staks verri tí tað krevur ein heilt annan førleika og nógva venjing, sum tekur tíð hjá foreldrum at vera við í. Sangurin krevur bert at hon møtir upp og hevur áhugan og dirvi. Tær nytist ikki at duga væl at lesa ella á annan hátt at vera framm- arlaga í skúlahøpi fyri at syngja, men tú kanst vera heppin og fáa tann før- leikan afturat. Í føroyska samfelagnum vísa við ikki børnunum stóra virðing sum nú er, tá eitt barn er fari í skúla og hevur gingið fyrsta flokk liðnan er tað yvirlatið til sín sjálvs eftir skúlatíð. Tað eru sum áður sagt børn sum ongan hava at vera hjá í frítíðini, tey hava ein lykil hangandi um hálsin og skulu læra seg sjálvi at fáa innihald í gerandisdagin inntil mamma kemur frá arbeiði. Ítróttin er ein møguleiki hjá børnum at fara til, tað vil siga um tey ikki eru illa fyri kroppsliga og orka tað, itróttin fær dyggan stuðul og eitt stórt arbeiði verur lagt í at menna hana. Tað er gott og tað hevur hjálpt nógvum børnum og ungum burturúr at dragast við sosialar trupulleikar. Musikkskúlin hevur tað afturat sær, at um tú ert fjølbrekað er tað eingin forðing fyri at vera við í tónlieki, tað hava i sæð. Fyri at minna á hvørjar hóttanir liggja í sparingini, vil eg her seta upp hvat Sunnleif Rasmussen legði framm á foreldrafundinum: 1.At læraratímarnir vera munandi skerdir 2. At kontrabass- og obo- tímarnir fella burtur 3. At býðilistin til klaver- undirvísing verur longri 4. At virksemi í musikk- spælistovuni verur skert 5. At barnakórið væntandi verður skorið burtur Eg vil við hesum vóna, at onkur sum lesir hesar mínar tankar, kann gera okkurt munagott fyri at vit ikki skulu uppliva at ein góð søk fyri at verja børn og ung í føroyska samfelagnum, verur brúkt til politiskt runukast, tí tá gloyma vit hvar alt byrjaði og fara heldur at klandrast um hvør hevur mestan rætt. Við vón um eina jaliga loysn í málinum ynski eg øllum eina góða ólavsøku. At bróta sosiala arvin og gjøgnum tónleik at vinna sær frælsi og lívsvirðir sum kunnu vara C M Y K 11 10