Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 141 - 27. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo, runa@sosialurin.fo, Fartelefon 222983 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 27. juli, Marta. Eitt av systkinunum í Betániu; hon sum gjørdi sær stríð og ónáðir av mongum. Halgisøgan sigur, at Marta saman við systkinum sínum fór til Marseille í Fraklandi, har hon stovn- aði eitt kleystur, sum hon livdi í í 30 ár. Aramáiskt navn, sum merkir húsfrúgv. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma,omma og langomma Lena Joensen so brádliga doyði og varð jarðað. Tøkk til Bjarna Bech, Øssur Kjølbro og Una Næss fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til tykkum øll sum hjálptu til jarðarferðina og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur og kransar. Fyri tey avvarðandi Fritleif, Olga, Mortan og Astrid Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði maður mín, pápi, verpápi, sonur, versonur og beiggi okkara Amaliel Fróði Herálvson Jensen, Sandi doyði og varð jarðaður. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Familjunnar vegna Súsanna, Hallur, Heðin og Poul Arni Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi okkara Eivind Clementsen, Sandi doyði og varð jarðaður. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Familjunnar vegna Arna, Sólbjørg, Eilif og Herálvur Eftirkomarar frá Mariu og Niels L. Arge á Argjum stevndu leygardagin saman til ættarstevnu í Havn. Arge-familjan hevur spreitt seg víða, og umframt fólk úr øllum Føroyum, vóru eisini gestir úr fleiri øðrum londum, eitt nú USA, Ísrael og Sveits ÆTTARSTEVNA Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Stevnan var sera væleydn- að, og longu frá byrjan vóru um 300 fólk komin saman á Argjum, har greitt varð frá, hvussu bygdin í sínari tíð varð til. Á heimasíðuni hjá Jógv- an Arge sæst, at stevnan byrjaði á middegi, tá fólk hittust við støðna, har set- húsini, sum Niels L. Arge bygdi í 1853 standa. Í dag eru tey undirhús hjá argja- monnum. Hetta eru elstu varðveittu hús á Argjum, og høvi var at vitja inni í teim- um. Eisini var høvi at leggja blómur við minnisvarðan yvir Andrass Mortansson úr Hvalba, sum bygdi Argir í 1829. Tað gjørdi stigtakarin til stevnuna, Marita Arge Magnussen, sum eisini legði blómur, tá minnis- varðin var avdúkaður í 1948. Niels L. Arge var fjórði sonur Andrassar Mortans- son. Saman við brøðrunum Mortani, Dánjali, Jákup Zachariasi og systrunum Onnu og Billu var hann við, tá ið Andrass og konan Elspa Dánjalsdóttir fluttu av Kjalnesi suður á Argir, sum Andrass hevði keypt á uppboði í Saksun árið fyri. Kona Niels L. Arge, Maria Jákupsdóttir, var úr Klokkarastovu í Havn. Har høvdu synir teirra, eisini nevndir argjabrøðurnir, altíð tilhald, tá teir vóru heimi í Havn. Teir vóru seks í tali, og vóru sum teir fyrstu doyptir við ættar- navninum Arge, sum í hes- um døgum hevur 150 ár á baki. Tað eru eftirkomarar hjá Jákup Andriasi Arge, Petur Arge, Eliesar Arge, Óla Arge, Sofus Arge og Sig- mund Arge, sum halda stevnuna. Á skránni leygardagin var eisini guðstænasta í Havnar Kirkju, har Sonja Klein prædikaði. Eftir gudstænastuna var farið ein gongutúr framvið teimum snotiligu grótbygn- ingunum, sum argjabrøð- urnir stílaðu fyri ella vóru við til at byggja báðumegin 1900. Klokkan 15.00 hittast stevnuluttakararnir til sam- komu í útvarpshøllini, har myndir úr ættini vórðu sýndar fram og greitt varð frá Argja søgu og ymsum áhugaverdum úr ættini, sum hevur verið nógv merkt av handaverki, grovum sum fínum. Tey, sum søgdu frá, vóru, J. P. Gregoriussen, Jógvan Arge, Janett Fríða Johannesen, Marius Rein, Erling Isholm og Andrias Arge. Til borðhaldið á Hotel Føroyum um kvøldið vóru nógvar røður hildnar bæði til gaman og álvara. Sum "surprise" kom Gunnar Mikkelsen, sum er kendur frá Stjerne for en aften, at syngja fyri gestun- um. Gunnar er eisini ein av eftirkomarunum hjá Niels L. Arge. Jens Kristian Vang tók myndir, sum til ber at bí- leggja frá honum á telefon, 211269. Og við at venda sær til Maritu Arge Magnussen á telefon 31 22 55, ber til at ogna sær ættartalvuna hjá Mariu og Niels L. Arge. Á heimasíðuni, www.jogvanarge.com, finnast prísir fyri myndir og ættartalvuna. Fyrireikarar til stevnuna vóru: Marita Arge Magnus- sen, sum tók stig til stevn- una, Beatrice á Heygum, Jógvan Arge, Marius Rein, Sigrid Arge og Tummas Frank Joensen. Argemenn hittast 150 ár eftir Jógvan Arge greiðir ættarfólkum sínum frá snotiligu byngningunum, sum argjabrøðurnir við Jákup Andriasi Arge á odda hava gjørt. Leygardagin savnaðust eftirkomararnir hjá Mariu og Niels L. Arge til ættarstevnu. Um 400 fólk vóru við til stevnuna, sum byrjaði á Argjum á middegin og endaði við veitslu um kvøldið Mynd Jens K. Vang Bygningar, sum argjabrøðurnir við Jákup Andriasi Arge á odda hava gjørt, eru: Ráðhúsið í Havn, sum argjasmiðirnir stílaðu fyri í 1895 Sparikassin í Havn 1905 Føroya Banki 1906 Sethúsini hjá Jákup Andrias Arge úr gróti í Rættará 1883 Sethúsini hjá Sigmundi Arge í Dr. Jakobsensgøtu 1901 Fabrikkin í Rættará 1885 Mullers pakkhús við Vestaru vág Evensens pakkhús við Eystaru vág Eftir tríggjar strævnar dystir í UEFA Women's Cup í Pólandi, er venjarin hjá KÍ-kvinnunum, Jón Harald Poulsen, væl nøgdur við úr- slitið UEFA WOMEN'S CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo KÍ fekk ein sigur burtur úr teimum trimum dystunum, og samanumtikið varð tað nøktandi fyri klaksvíkingar. Sigurin kom móti walisiska Cardiff í seinasta dystinum, og talan var um ein triva- ligan 4-0 sigur. Hitin forðaði fyri enn einum sigri Í fyrsta dystinum í kapp- ingini, sum var móti ukra- inska Metallist Charkow, noyddist KÍ at lúta 1-2, eftir at klaksvíkskvinnur vóru á odda 1-0 bert 15 minuttir fyri leiklok. Venjarin hjá KÍ, Jón Harald Poulsen, sigur, at stóri trupulleikin hjá KÍ í tí dystinum var tann nógvi hitin. Orkan hjá leikarunum fór at ganga undan, so hvørt sum dystur leið, og hetta sást eisini ser- liga væl aftur síðsta kor- terið, tá ið ukrainska liðið megnaði at skora tvey mál og harvið vinna dystin. Eftir dystin móti Metall- ist Charkow var tað tungt hjá KÍ-kvinnunum at koma fyri seg, og serliga tungt var at fáa vætujavnvágina upp á pláss aftur. Jón Harald Poulsen sigur, at tann fyrsti dysturin sat í beinunum á leikarunum, og bert ein dagur var at hvíla í undan næstu uppgávuni. Næsti dysturin í kappingini var móti heimaliðnum, polska AZS Wroclaw, sum sam- bært KÍ-venjaranum var nógv besta liðið í kapp- ingini. Tann dystin vunnu polsku vertirnir sannfør- andi 5-1, og tað var kanska í so nógv, heldur venjarin hjá KÍ. Hesin dysturin bleiv eisini spældur undir heilt øðrum veðurumstøðum enn tann fyrsti. Regnin oysti niður, og tískil var vøllurin ógvuliga tungur og meiri átøkur einum hyli, greðir Jón Harald Poulsen frá í telefonini úr Pólandi. Hann sigur tó eisini, at í hesum dystinum spældu KÍ- kvinnurnar eisini langt frá upp til sítt besta, og tað verður beinan vegin revsað í slíkum kappingum. Bragdaði í seinastu royndini Seinasti dysturin í bólka- spælinum var móti walis- iska Cardiff, og undan kappingini var eisini mett, at tað var í hesum dystin- um, at KÍ hevði bestan møguleika fyri at fáa ein sigur í hús. Jón Harald Poulsen sigur, at umstøður- nar til tann dystin vóru av teimum bestu, tí tað vóru einans um 15 hitastig, og harafturat var yvirskýggj- að. Hetta hóvaði klaksvíks- kvinnum, sum hóast tær ikki høvdu stóra leikliga yvirvág, vóru dugnaligari framman fyri málinum hjá mótstøðuliðnum, og tað er jú tað, sum tað heila snýr seg um. Um miðjan fyrra hálvleik legði KÍ seg á odda við einum máli, sum ein tann royndasti leikarin á liðnum, Bára Skaale Klak- stein, skoraði, Tað eydnað- ist eisini føroyameistar- unum at økja um leiðsluna fyri steðgin, tá ið ein annar veteranur, Malena Joseph- sen, gjørdi tað til 2-0. Í seinna hálvleiki var KÍ aftur vandamiklara liðið, og fyrst skeyt Malena Joseph- sen sítt næsta mál í dysti- num, og legði KÍ á odda 3- 0, áðrenn Rannvá Andrea- sen setti punktum og skoraði til 4-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Vælnøgd við kappingina Jón Harald Poulsen sigur, at hann er væl nøgdur við kappingina. Eftir hansara tykki kundi KÍ við eitt sind- ur av hepni fingið meiri burturúr fyrsta dystinum, men í næsta dystinum móti polsku meistarunum var einki at gera. - Polska liðið var nógv tað besta í kapp- ingini, og tær vunnu eisini 2-0 á ukrainska liðnum í avgerandi dystinum um fyrstaplássið, greiðir hann frá. Somuleiðis heldur KÍ- venjarin, at polsku fyrireik- ararnir eiga rós fyri eina væleydnaða kapping. - Umstøðurnar vóru stak góðar, og vit hava búð á einum gistingarhúsi við svimjihyli, tennisvølli og egnum fótbóltsvølli, sum vit kundu nýta til venjing, sigur hann. Tó leggur hann afturat, at tað bleiv ikki tað stóra gjørt burtur úr venj- ing, tí so nógvir dystir vóru á skránni, og tí var um- ráðandi, at spælararnir fyrst og fremst nýttu frídagarnar til at koma fyri seg likam- liga, sigur Jón Harald Poul- sen. Venjarin hjá føroya- meistarunum sigur eisini, at kappingin hevur verið ein góð fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini. Kvinnurnar hjá KÍ hava nú frí í eina viku, áðrenn farið verður undir venjingina aftur, men Jón Harald held- ur, at tær eiga at verða betur fyri enn tey flestu av hinum liðunum, tí tær vant at kalla alla summarfrítíðina, sigur hann. Vónandi slíka kapping í Føroyum Spurdur nær skipað verður fyri slíkari kapping í Før- oyum, sigur Jón Harald Poulsen, at vónandi verður tað komandi kappingarár. Hann sigur, at eydnast tað KÍ at endurvinna meistara- heitið, verður beinan vegin farið undir fyrireikingarnar til at hava kappingina í Før- oyum komandi ár. Ætlanir vóru frammi um at hava tað í Føroyum í ár, men tað eydnaðist ikki, tí at ov stutt tíð var til fyrireikingar. Klaksvíkingar vóna, at um tað verður veruleiki, at tað so verður givið loyvi frá UEFA til, at spælast kann á graslíki, so at sloppið verð- ur undan at ferðast til Havnar, og at alt tiltakið so- statt kann fara fram í Klaksvík. Jón Harald letur væl at hesum kappingum, sum eftir hansara tykki eisini eru ein gularót hjá leikarunum, sum við kapp- ingini í huga hava hug til at dríva á við venjingini. Nr. 141 • týsdagur • 27. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo KÍ-kvinnurnar stóðu seg væl Prógv Arnold Berg hevur á The Open University Business School, Milton Keynes (UK) fingid prógv sum »Professional Certificate in Management«. Tann 30. juni hevur Marita Sundstein Jóanesarson úr Vestmanna lokið prógv sum bachelor í lívfrøði og evnafrøði á Syddansk Universitet í Odense. Tann 25. juni fekk Siri Hansen, Søldarfirði, prógv sum pedagogur á Københavns Pædagogseminarium. Brúdleyp Í dag, 27. juli, kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Beinta Dímun Mohr, Tórshavn og Eyðfinnur Finnsson, Lamba. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum. Í dag, 27. juli, kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni í Tórs- havn, Heidi Reginsdóttir av Húsabrúgv, Argir, og Sjúrður Vatnsdal, Skopun. Veitsla verður fyri inn- bodnum í Róðrarneystinum á Argjum. Tey, ið vilja heilsa upp á brúðarparið, kunnu støkka inn á gólvið í Reynstúni 24 á Argjum 28. juli eftir kappróðurin. KÍ-kvinnurnar hava verið at kalla einaráðandi í føroyskum fótbólti í nógv ár, og tær hava eisini staðið seg væl á altjóða leikpallinum. C M Y K 13 12